hósdagur 20. februar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 21. februar 2014 · Nr. 22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
U
ppskot er lagt fyri tingið
um ávísar broytingar í
galdandi stýrisskipanarlóg.
Galdandi lógin er skjótt 20 ára
gomul, so í sjálvum sær er hetta
ikki serliga løgið. Men áhugavert
kundi kortini verið at hugt eitt
sindur at teim umstøðum, sum
politiska skipanin arbeiðir undir,
eisini sæð í mun til samanspælið
millum veljarnar (fólkaræðið) og
lóggevandi og útinnandi valdið
(løgting og landsstýri).
Erlendur Patursson plagdi ofta
í sínum røðum at taka til, at karm
arnir um stýringina av føroyska
samfelagnum bert góvu okkum
loyvi til “at spæla fólk í húsi”. Hann
meinti við, at vit vóru ósjálvstøðugt
land, og tí bert kundu stýra undir
teim treytum, ið aðrir settu okkum.
Hetta hevðï hann rætt í, og tíverri
eru viðurskiftini soleiðis enn.
Ein føroysk grundlóg
Fyri nøkrum (fleiri) árum síðani
varð farið undir at tilevna eina før
oyska grundlóg. Arbeitt varð seri
øst við hesum, og rættiliga nógv
kom burturúr. Men so kom stígur
í, tí ein niðurstøða varð gjørd um,
at danska grundlógin, sum ongatíð
er samtykt av Føroya fólki, forðaði
fyri hesum. Tíbetur helt arbeiðið
kortini ikki uppat, men helt fram,
og skuldi barnið nú eita stjórnar
skipanarlóg.
Ein føroysk stjórnar
skipanarlóg
Arbeitt var í fleiri ár við hesi lóg
gávu, og luttóku bæði serkøn fólk
og politisk umboð í arbeiðinum.
Endaliga málið við slíkum arbeiði er
sjálvandi at fá eina grundleggjandi
stjórnarlóggávu fyri einar frælsar
Føroyar. Arbeitt var kortini undir
teim núgaldandi stjórnarligu um
støðunum og ásannan um, at
spurningurin um fullveldi mátti
avgreiðast fyri seg. Men nýggja
stjórnarskipanarlógin skuldi vera
so fullfíggjað, at hon kundi vera
lógargrundarlagið bæði undir nú
verandi og eini komandi broyttari
ríkisrættarligari støðu.
Stjórnarskipanarnevndin gjørdi
eit gott arbeiði og úrslitið er eitt
(fleiri) uppskot, sum fyri ein stóran
part semja er um millum bæði ser
frøðingar og politiskar luttakarar
í nevndararbeiðinum. Tað, sum
írestar, er at seta seg saman aftur
politiskt og “fínpussað” tilfarið.
Síðani at fáa tað lagt fyri tingið í
hesum valskeiðinum, sent tað út
til fólkaatkvøðu, og síðani endaliga
samtykt av einum nýggjum tingi í
2016. Um hetta verður gjørt hevði
tað havt við sær eina týðandi og
avgerandi menning av føroyska
samfelagnum. Løgtingsval verður
ikki aftur fyrrenn um hálvtannað
ár, so enn er tíð at fáa avgreitt hetta
stórmál.Vónandi kann Løgtingsins
rættarnevnd semjast um at koma
við einum uppskoti um eina slíka
avgreiðslu.
Stýrisskipanarlógin
Í 1994 fingu vit nýggja stýrisskip
anarlóg. Hon er evnað til innan
karmarnar av heimastýrislógini,
men var kortini ein bati í mun
til áður galdandi skipan. Fyri at
blíva í myndatalu Erlends sála, so
batnaðu møguleikarnir “at spæla
fólk í húsi” nakað. Vit hava hóast alt
lóggávuting og útinnandi stjórnar
vald í ávísan mun. Vit hava eitt
fungerandi fólkaræði, demokrati,
sum kann samanberast við skip
anirnar í grannalondum okkara.
Demokratiska skipan okkara er
representativ, umboðandi, tað vil
siga, at fólkið velur tey umboð, sum
skulu takað politisku avgerðirnar.
Hesi umboð sita í (hægst) 4 ár. So fer
fram val av nýggjum. Hetta er sama
skipan, sum hini norðurlondini
hava, eg haldi eisini, at øll hava 4 ára
valskeið. Onnur lond hava onnur
valskeið, til dømis hevur Bretland
5 ára valskeið. Vit, og hini londini,
hava eisini parlamentarismu. Tað
vil siga, at politiskar avgerðir verða
tiknar av einum meiriluta. Hetta
geldur eisini stjórnarsamansetingar.
Polisku valdu umboðini á tingi
hava annars øll sama rætt til fram
løgu av uppskotum, talurætt og at
kvøðurætt, tað vil siga at føra fram
síni sjónarmið.
Vanligt er í teim londum vit
samanbera okkum við, at tvær
grundreglur eru fyri umboðanina á
tingi. Onnur er uppbýti í politiskar
flokkar, og hin er, umboðanin frá
landspørtum. Á hendan hátt verður
fólkaræðið tryggjað, í øllum førum í
ávísan mun. Her hava Føroyar verið
út fyri afturstigi av tí, at lands
partaumboðanin er avtikin.
Í staðin fyri at koma við uppskoti
um uppafturtøku av arbeiðinum
við stjórnarskipanarlógini er Tjóð
veldi komið við uppskotum um
broytingar í verandi stýriskipan
arlógini. Uppskotini fevna um:
1. Møguleika fyri fólkaatkvøðu
um samtyktar lógir
2. Val av løgmanni og nýskipan av
landsstýri eftir hvørt val
3. Møguleika fyri nevndar
hoyringar
4. Alment innlit
Av hesum er tað serliga punktini 1
og 2, sum hava breiðan áhuga.
Møguleikin fyri
fólkaatkvøðu
Uppskotið snýr seg um eina so
kallaða minnilutaverju. Hugburð
urin aftanfyri er, at tá ein meiriluti
tinginum hevur samtykt eina
lóg skal ein nóg stórur minniluti
uppá ein triðing av tinglimunum
(t.v.s. minst 11) kunna krevja lógina
lagda út til fólkaatkvøðu. Tað vil
siga, at um fólkaatkvøðan gongur
ímóti lógini, verður hon ógildað.
Myndugleikin hjá Løgtinginum
at lóggeva verður sostatt í ávísan
mun skerdur. Hetta ljóðar í fyrsta
umfari sera positivt. Hetta er eitt
herðaklapp til tað beinleiðis fólka
ræði, har tað umboðandi demo
kratiið verður skúgva til viks.
Men hvussu fer hendan skipanin
at virka í praksis. Vit kunnu bert
gita. Vit kunnu taka teir uttastu
møguleikarnar.
Øðrumegin
er
tann møguleikin, at skipanin ong
antíð verður brúkt. Minnilutin
setur ongatíð fram uppskot um
fólkaakvøðu. Í sofall henda ongar
broytingar. Hinvegin kann eisini
vera, at minnilutar uppá minst 11
í heilum krevja fólkaatkvøðu um
øll møgulig lógaruppskot. Undir
slíkum umstøðum endar fólka
atkvøðu skipanin við at blíva til
politiskt fótatraðk. Hetta hendir
tó neyvan. Tí longu í fyriliggjandi
lógaruppskoti er hædd tikin fyri,
at mest áhugaverdu lógirnar ikki
kunnu leggjast út til fólkaatkvøðu.
Eftir uppskotinum kunnu lógir, sum
hava við peningaveitingar, fíggjarlig
viðurskifti, skattaviðurskifti o.l.
ikki fara til fólkaatkvøðu. So er lítið
eftir av aktuellum málum.
Burtursæð frá Sveis, sum hev
ur ein heilt serligan fólkaatkvøðu
kultur, so er mær vitandi ikki
nakað annað land, sum vit sam
anbera okkum við, sum hevur
nakra útbygda skipan við fólkaat
kvøðum, og serliga ikki við minni
lutaverju. Tað er so gott sum altíð
tað umboðandi demokratiið og
parlamentrisman, sum verða nýtt.
Onkur hevur nevnt Danmark
sum dømi við grundlógarásettum
møguleika fyri fólkaatkvøðu, sum
kann krevjast av einum triðingi(60)
av fólkatingslimunum. Tað er rætt,
at danir fingu hesa áseting í 1953,
tað vil siga fyri 61 árum síðani.
Men hon er brúkt eina ferð, og tað
var í 1963. Síðani tá hava danir ikki
hættað sær undir slíkt aftur. Danir
hava havt aðrar fólkatkvøður, men
tað hevur mest verið í samband við
ES spurningar, valrættaraldur o.l.
Mín niðurstøða er tí, latið okk
um hald okkum langt burtur frá
opportuniskum fólkaatkvøðum, og
bert hava slíkar atkvøður tá nakað
veruligt er á skránni, sum til dømis
ein nýggj stjórnarskipanarlóg fyri
ikki at tala um, tá føroyska full
veldið skal skipast.
Hitt uppskotið um, at 4500 borg
arar kunnu senda eitt lógaruppskot
til løgtingið, sum so skal samtykkja
tað ella senda tað víðari til fólka
atkvøðu, fyrikemur mær so veru
leikafjart, at eg rokni tað ikki fyri at
hava nakran møgueika. Men hvør
veit í hesum face book tíðum?
Val av løgmanni og
skipan av landsstýri
Áður var tað soleiðis, at løgmaður
skuldi veljast aftaná hvørt val.
Hetta broyttist í 1994 til, at løg
maður kundi verða sitandi við
fullum heimildum, um hann ikki
fekk meiriluta ímóti sær. Nú hevur
Tjóðveldi uppskot um, at løgmaður
fer frá aftaná hvørt val. Hetta
haldi eg vera eitt rímuligt uppskot.
Eitt løgtingsval hevur við sær eina
nýggja samanseting av tingfólki og
–flokkum. Virkandi tingformaður
fær sum uppgávu at taka ímóti
flokksformonnunum
í
nýggja
tinginum og hoyra teirra uppskot
um, hvønn teir skjóta upp sum
løgmann ella samráðingarleiðara.
Tingformaðurin metir so um, hvør
hevur størstu undirtøkuna og biður
viðkomandi royna at skipa stjórn.
Hetta kann endurtaka seg, men
tingformaðurin hevur ábyrgdina
sum millummaður til nýggjur
løgmaður er valdur og landsstýri
skipa.
Málið um nevndarhoyringar
haldi eg hoyrir heima í tingskipanini
heldur enn í stýriskipanarlógini.
tíðargrein
Jógvan Sundsein
fyrraverandi løgmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Stýrisskipanarlóg –
Stjórnarskipan – Grundlóg
Latið okkum hald okkum langt burtur
frá opportuniskum fólkaatkvøðum,
og bert hava slíkar atkvøður tá nakað
veruligt er á skránni, sum til dømis ein
nýggj stjórnarskipanarlóg fyri ikki at tala
um, tá føroyska fullveldið skal skipast
Burtursæð frá Sveis, sum hevur ein heilt serlig
an fólkaatkvøðukultur, so er mær vitandi ikki
nakað annað land, sum vit samanbera okkum
við, sum hevur nakra útbygda skipan við fólka
atkvøðum, og serliga ikki við minnilutaverju