hósdagur 20. februar 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 22 · 21. februar 2014
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hava nógv føroysk tiltøk
verið á Christiania í Danmark. Tvinni
spælistøð hava verið karmur um til
tøkini, Operaen á Pusherstreet og so
Loppen, sum er størsta spælistaðið á
danska frístaðnum.
Bólkar sum Swangah, The Dreams,
Steso, Sakaris, Dánjal, MonkeyRat,
Øssur Johannesen, Uni Debess,
LoverLover, Hamferð, DJ Übernörd og
aðrir hava framført. Áður hevur Børne
teatret eisini verið karmur um fleiri før
oyskar framførslur, millum annað við
Arnold Ludvig, Jákupi á Lakjuni og The
Reverends.
Leygarkvøldið 1. mars er túrurin
so komin til, at Eyðun Nolsøe, Terji
Rasmussen og Kim Hansen sleppa at
vitja danska frístaðin.
Bæði saman og hvør í sínum lagi,
hava teir verið stjørnur á føroyska tón
leikapallinum við bólkum sum Terji &
Føstufressar, Frændur, Eyðun og Terji,
Taxi, Moirae, Funkies og Showmenn.
Nú teir tríggir fara á pall á danska
frístaðnum, er lítið at ivast í, at tað
verða hitt úr sangskattinum hjá áður
nevndu bólkum, sum teir fara at tríva í.
Og uppaftur greiðari tykist at vera,
at nógvir útisetar fara at leita sær í
Loppen á Christiania hetta kvøldið.
Hinvegin er eisini líkt til, at fleiri danir
fara at hyggja framvið. Loppen í sjálv
um sær dregur altíð nakað av fólki,
og tað gera donsku bólkarnir Select
Captain og Jesper Ejrup ivaleyst eisini,
sum fara at hita upp fyri føroysku tón
leikarunum.
Tað er Nordic Music Agency við
Jan Zachariassen, sum skipar fyri til
takinum. Nólsoyingurin Súni Joensen
fer at blanda ljós, myndir og royk, tá
bólkarnir spæla, og sandoyingurin DJ
Charles undirheldur eisini.
Here we
go again...
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Tina Tórarenni / Mynd: Álvur Haraldsen
klumman
Næsta leygarkvøld á Loppen verður enn einaferð
føroyskt, tí tá fara hittsmiðirnir fram um aðrar
í Føroyum á pall. Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen
og Kim Hansen spæla á Christiania 1. mars
So var alt á gosi aftur um stavraðið. Hvør
Hanus og Janus heldur seg vita akkurát,
hvussu tað eigur at vera. Uttan at hava nakra
veruliga grundgeving fyri sínum meiningum.
Tað er jú gott at kjakast um mál, sum
viðkoma okkum øllum. Men tað er álíkavæl
so himmalrópandi tollut, tað sum nú gongur
fyri seg. Leikmenn síggja tað sum sína upp
gávu at fáa ein enda á stavraðsmálinum, sum
– Gud viti hví – er blivið teirra marra. Teir
leggja eftir hvør øðrum og brúka seg, sum
stóðu teir undir einum húsarveggi.
Beint ímóti tilmælinum frá meirilutanum
í Málráðnum, sum løgtingið sjálvt setti,
hevur løgtingsmaður lagt sítt egna uppskot
fyri tingið at samtykkja. Og sum tað sær út,
so kunnu tey snilt finna upp á at atkvøða
tað ígjøgnum. So lítið virðismeta tey ser
frøðina. Kundi hugsað mær at sæð snýðið á
uppskotsstillaranum, sum eisini er skipari,
um t.d. málfrøðingur trokaði hann av ræði,
tá rokað nót varð drigin inn. Sum sagt, so
er tað gott og strimbrandi at skifta orð um
øll viðkomandi mál. Men tær nýtist ikki at
leggja lógaruppskot fram fyri tað.
Vit føroyingar kunnu vera glaðir fyri, at
málið hevur tað so gott. Tað er sjálvsagt tí at
vit eiga og hava átt fólk, sum við undirvísing,
gransking og útgávum við fjølbroyttum inni
haldi røkja og bera málið framá.
Tú gongur ikki soleiðis gerandis og hugsar
um føroyskt. Men tað er nógv sum ávirkar
teg. Umframt føroysku miðlarnar, so t.d. allir
sangirnir, sum bæði ung og gomul dáma at
lurta eftir og syngja. Nógvir teirra, sum eru
vorðnir fólkaogn, eru málsliga góðir. Og tað
sigur nógv.
Tað verður ongantíð soleiðis, at øll verða
á einum máli. Men tað tykist so tápuligt, tað
sum nú hendir, bara at sápla niður og skúgva
til viks niðurstøðuna hjá meirilutanum í
Málráðnum. Sjálvsagt skalt tú kunna finnast
at, men tað skal valdast. Og »fremmandu«
stavirnir verða ikki útihýstir úr føroyskum,
hóast teir ikki eru í alfabetinum. So hvør er
trupulleikin!
Hví ikki heldur brúka orkuna upp á at
gera okkurt gott fyri málið, sum kann koma
børnunum til góðar! Sum kann viga upp
móti ávirkan uttanífrá, sum altíð hevur verið
okkum fyri, og sum vit higartil hava dugað
sera væl at tikið ímóti, júst tí vit hava havt
góðar málsligar vegvísarar.
So segði
hann...
Føroysk hitt í
donskum frístati
– Hetta svarar til, at B71 vann
Champions League
Sakaris Stórá um at vinna
filmsheiðursløn í Berlin
Simona
Weihe
tekning: jón tórur einarsson
tekning: Jens Klæmint Jacobsen