hósdagur 20. februar 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 22 · 21. februar 2014
6
VIKUSKIFTI
Hvat er starv títt?
– Journalistur í
Miðlahúsinum.
Hvat er tað besta við starvinum?
– Starvið er ógvuliga fjølbroytt, tí tað eru ikki
tveir dagar, sum líkjast. Í hesum yrkinum er tað
ein treyt at vera fjølbroyttur, og tú mást vera til
reiðar at broyta ætlanir fleiri ferðir um dagin.
Hví valdi tú júst hetta starvið?
– Tað var av berari tilvild. Fjúrtandi September,
sáli, manglaði einaferð ein blaðmann, og har fekk
eg høvi at royna meg. Síðani varð eg hangandi í
yrkinum, tí at verða tíðindamaður er næstan sum
at hava eitt virus, tú ikki sleppur av aftur við.
Er dead-line eitt trýst?
– Tað er deadline alla somlu tíðina, so tað mást
tú tola. Tað havi eg heldur einki ímóti, tí við eini
deadline hangandi yvir høvdinum verður tað gjørt,
sum skal gerast. Tað ber rætt og slætt ikki til at
útseta tað til í morgin, sum tú skalt gera í dag.
Er tú til hund ella kettu?
– Hvørki.
Hvønn tónleik dámar tær best?
– Mær dámar rættiligan nógvan tónleik. Men
eg má viðganga, at rockur og blues frá seksti
og sjeytiárinum endar ofta undir nálini. Eg
havi bæði plátuspælara og LP plátur.
Hvat ger teg í góðum lag?
– Eg haldi ikki, at tað er nøkur ávís kontakt, sum
trýstast skal á. Men at sita í góðum veitslulagi við
góðum vinfólki er gott og tað gera vit kanska ov
lítið av. Tað nyttar ikki nógv at sita á ellisheimi og
iðra seg um tær góðu veitslurnar, tú forsømdi.
Hvat ger tú í frítíðini?
– Eg havi ikki nakað serstakt frítíðarítriv.
Arbeiðstíðirnar eru rættiliga skiftandi, so tað
liggur illa fyri at hava nakað fast frítíðarítriv.
Ferðast tú í egnum landi?
– Ja, tað geri eg eitt sindur av, men enn eru nakrar
oyggjar eftir í Føroyum, har eg ikki havi verið.
Er tú til aktiva feriu ella
vil tú sleikja sól á strondini?
– Hvørki. Í ferium plagdi eg at slappa av, og
tað skal takast heilt bókstaviliga. Eg dugi
faktiskt rættiliga væl at gera onki.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
– Ikki nøkrum ávísum. Men aktuellar sendingar,
onkur filmur og onkur fótbóltsdystur. Stórt meiri
verður tað ikki til. Tað seinasta, eg hugdi eftir, vóru
tær báðar amerikansku sendirøðirnar, Breaking
Bad og House of Cards, og tær vóru so óluksáliga
spennandi og væl úr hondum greiddar, at eg hugdi
tær næstan lidnar í einum høggi. So hesar síðstu
14 dagarnar er tað ikki blivið til so nógv annað.
Hvønn ítrótt dámar tær best?
– Fótbólt.
Hvat er tín lívrættur?
– Eg havi ikki nakran ávísan lívrætt. Men sum heild
dámar mær allan føroyskan mat, og gangi eg ov leingi,
uttan at fáa grind, fái eg abstinensir. Annars dámar
mær eisini rættiliga væl at royna fremmandan mat.
Ella við øðrum orðum: Eg eti allan mat, bara hann er
gjørdur við nærlagni og úr góðum rávørum. Men tað, eg
ikki fái niður, eru teir bíligu, lidnu rættirnir, ið eru at fáa
í handlunum, men sum hvørki líkjast einum ella øðrum.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
– Eingin. Um dagin havi eg ikki stundir at lesa, og tá
eg eri meiri A menniskja enn B, orki eg ikki at lesa um
kvøldið. Eg havi fleiri ferðir lagt meg við eini bók um
kvøldið, men tað er einki betri sovimedisin enn at lesa
um kvøldið, so tað havi eg langt síðani uppgivið.
Eitt av teimum nógvu vælsignils
unum, sum hongur uppi í fólka
ræðinum, er rætturin at mótmæla
øllum.
Grundlógartryggjaður er hann
helst, rætturin, ikki møguleikin
kanska, men rætturin at mót
mæla. Men tó ikki rætturin at fáa
rætt við mótmælum.
Men tá nú rætturin er har,
ræður um at brúka rættin til at
fáa alt og øll at rætta seg upp.
Fólkaræðið er tó eisini so
snilt samansett, at teimum, sum
verður mælt móti, nýtist ikki at
lurta eftir mótmælunum.
Tað gera tey heldur ongantíð,
BankNordik tó undantikin.
Annars fara mótmælini aftur
við borðinum og út á streyma
sjógv við frárensluvatninum. Tað
er vatnið, sum vit fyrr kallaðu
lortavatn, síðani kloakkvatn, men
nú hevur fingið tað fína akadem
iska heitið frárensluvatn.
Líka nógv, ella nógv fleiri,
sum mótmælini, eru krøvini.
Børn læra frá fyrsta degi, at
tað loysir seg at krevja, tí tað
gevur mest.
Í vøggu- og grulvigarðs
árunum koma krøv haðani. Eftir
tað bara kravboð.
Tá børnini gerast vaksin, tey,
sum blíva tað, gerast tey bilsin, tá
tey varnast, at nú ljóðar klaverið
ikki so væl longur. Krøvini geva
nú millum lítið og einki, null
komma okkurt prosent.
Men so leingi, mannarætturin
m/k er har, skal hann brúkast.
Eina ferð, eg var í Keyp
mannahavn, kallaðu tey í
Christiania til kravgongu um frítt
hash.
Tað er gott fyri heilsuna at
ganga, so eg fór við. Havi eisini
altíð hildið, at hash, og ikki bara
hash, men øll rúsevni eiga at
kunna keypast á apotekunum
uttan resept.
Undirtøkan til hetta sam
felagsuppbyggjandi tiltak hjá
samfelagnum í samfelagnum
var øgilig. Tá bilurin við einum
ovurstórum rúkandi joint á
takinum kom á Ráðhústorgið,
vóru tey aftastu í gonguni á
Lurkabrúnni.
Eg fór burtur úr kravinum
og í eina aðra gøtu á veg
inn á torgið. Og har var so
eisini ein kravfundur við eina
ráðharrastovu, Innanríkis
málaráðið.
Men tað var sovorðið reyv
keðiligt og kynsleyst, óseks(x)
ut, sum verulig mannarættindi.
Hvør tímir tey ein leygardag
seinnapart, meðan sólin sær?
Har vóru ikki nógv, nakrar
fáar temadagsmanningar, sum
kravdu, at útlendingar, sum leita
sær hjálp og friðskjól í Danmark,
sleppa at vera í Danmark, tí har
er, sum tey søgdu, ovmikið av
plássi. Politistarnir, sum vardu
skrivstovuveldi fólkaræðisins,
vóru fleiri enn tey, sum kravdu.
At sleppa at keypa og roykja
fjákut tubbak er ein nógv størri
mannarættur enn ikki at verða
send aftur til kúgan og koyril.
Undirhald er eitt krav frá
fyrsta degi í vøgguni.
Eg skilji væl javnaðarmannin,
sum vil sleppa at brúka bæði X
og C í Føroyum, uttan at ákæru
valdið hjá málløgregluni kemur
eftir honum.
C ella kaos.
Vit mótmæla ikki. Men vit
krevja eitt internasjonalt stavrað,
sum eisini kann brúkast á Norð
pólinum.
CIP er ikki longur í Føroyum,
so øll tey Cini kunnu strikast út
við svørtum.
Løgtingið hevur brotið rund
skrivið hjá Jørgeni um, at alt, sum
kostar 50.000 kr. ella meira, skal
bjóðast út.
Kanningin hjá løgtinginum
varð ikki boðin út.
Koyringin hjá landsstýris
monnunum er heldur ikki boðin
út.
Vit mótmæla og krevja, at hon
verður boðin út, so øll hava ein
kjans at bjóða seg fram at kanna
Kára og Kaj Leo og koyra Jørgen
aftur og fram.
Vit umhugsa at mótmæla.
Men fara heldur at krevja. Tað er
eitt krav, sum ikki verður vikið
frá, at vit sleppa at krevja.
Eg siti ikki á skortsbukkuni, so
eg eri ongantíð uppdateraður. Eg
veit snøgt sagt ikki, hvat hendir
uttan um meg.
So frægt veit eg tó, at Halga
bók er ikki ein Facebook, hóast
hon er bæði teldutøk og talgild.
Og eftirfarandi, siga summi.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Áki Bertholdsen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Eg dugi væl
at gera einki
Tað sigur Áki Bertholdsen, sum valdi
journalistyrkið av berari tilvild. Eingir dagar
eru líka, og at vera tíðindamaður er sum at
hava eitt virus, tú ikki sleppur av við. Og tað
nyttar ikki nógv at sita á ellisheimi og iðra
seg um tær góðu veitslurnar, tú forsømdi
Mótkravmæli
mynd: álvur haraldsen