Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 22 · 21. februar 2014 5 VIKUSKIFTI – Tað er hatta har við at siga við seg sjálvan, at nú geri eg tað, og soleiðis verð­ur tað. Og tú skalt veruliga tíma og ynskja tað, tí tað er strævið. Ótrúliga strævið, sigur Tina. Hugsaði um børnini Orsøkin til, at tað ikki var fyrr enn nú, at Tina valdi at gera nakað við sínar vekt­trupulleikar, hevur alla tíðina verið tann, at tað er so trupult at broyta vanar og koma úr keðiligu ringrásini. – Eg át nógv av sjokolátu, kips, bomm og junkfood. Mongdirnar vóru alt ov stórar, tí eg hugsaði ongantíð um portión­ir­nar. Onkuntíð hugsaði eg, at kanska taki eg uppá av at eta hesa sjoko­látuna, men tað tapi eg skjótt aftur, tað er eingin trupulleiki, fortelur Tina og heldur fram: – Men veruleikin er tann, at áðrenn tú veitst av, er hatta eina kiloið blivið til fleiri. Tá tú ikki passar vanligu klæðini longur, so er tað brádliga einki stuttligt, sigur Tina, sum í fjør valdi at broyta vanar, soleiðis at hon kundi gerast betur fyri. – Fyri meg hevur tað verið ein spurn­ingur um yvirskot, og tá eg í fjør merkti, at nú hevði eg tíð og orku til at fara undir at venja og hugsa meira um matin, hugsaði eg, at nú skuldi tað verða. Ikki bara var eg noydd at gera hetta fyri meg sjálva, men eisini fyri børn­ini. Eg vil vera ein fyrimynd fyri tey, og tað var eg á ongan hátt, so­leiðis sum eg fór við mær sjálvari, greiðir Tina frá. Tað finnast óteljandi hættir at lætna, men fyri Tinu var tað umráðandi, at hon kundi tapa seg á ein so nattúrligan hátt sum gjørligt. – Rørsla og vanliga sunnur matur var tað rætta fyri meg. Einki við at skula á onkran sokallaðan kur í eitt ávíst tíðar­skeið ella seta nøkur forboð fyri mær sjálvari. Minni portiónir og so rørsla inn í gerandisdegin, fortelur Tina. Hon leggur áherðslu á, at hon ikki vil vera fanatisk hvat mati viðvíkur. – Lívið er ov stutt til altíð at siga nei til lekrar køkur. Tað snýr seg bara um ikki at takka ja til tað ósunna hvønn dag. Bleiv fitnessvenjari Í fjør byrjaði Tina at venja fitness, fekk sær ein persónligan venjara, og so byrj­ aði hon eisini at eta eftir eini kost­ætlan. – Hóast eg havi etið eftir kost­ætlan­ ini, so vil eg siga, at eg havi etið vanliga, sunnan mat. Eg havi ikki etið so nógv av eitt nú eplum og rísi, men munurin er, at eg eti fleiri ferðir um dagin og minni portiónir til hvørja máltíð. Og so venji eg umleið tríggjar til fýra ferðir um vikuna, greiðir Tina frá. Broytingin hendi tó ikki frá einum degi til annan. – At byrja við vandi eg tvær ferð­ir um vikuna, og so líðandi blivu broyt­ ing­ar gjørdar í kostinum. Tað var ikki so­leiðis, at eg droppaði alt tað ósunna alt fyri eitt, tí tað hevði eg ongantíð klár­að, sigur Tina, sum rættiliga skjótt merkti broytingarnar. – Alt fór bara at kennast lættari, og pínan í knøunum, sum eg í nógv ár havi drigist við, hvarv spakuliga. Klæðini byrj­aðu at hanga á mær, og brádliga slapp eg í buksur, sum eg ikki hevði kunn­að brúkt leingi. Tað gav mær árræði til at halda fram, sigur Tina. Í dag kennir hon seg so mikið væl, at hon sjálv er farin at undirvísa í fitness. – Eg havi fingið tað so ótrúliga gott, síðani eg broytti kostvanar og fór undir at røra meg, og tað vil eg fegin, at onnur fólk eisini skulu uppliva. Tað, at ein sum eg, nú kann hjálpa øðrum, sum eru í støðuni, eg var í, vóni eg kann geva íblástur, sigur Tina. Ongar stórar buksur ella víðar blusur eru at finna í klædnaskápinum longur. Heldur ikki sum eitt minni um tey nógvu kiloini. – Øll tey stóru klæðini eru koyrd út úr húsinum, tí eg skal ongantíð í tey aftur. Tað er heilt víst, sigur Tina. Góð ráð frá Tinu: ✔ Set tær fyri, at hetta er nakað, tú veruliga vilt ✔ Tað er í lagi at »detta útí« – gev ikki upp ✔ Fá hjálp frá starvsfólkum í venjingarmiðstøðum ✔ Pressa teg sjálvan – tað er ikki vandamikið at sveitta! myndir: Álvur Haraldsen