Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 22 · 21. februar 2014 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Hjartabankan, sveittabrot, pína í knø­ unum og rygginum og lágt sjálvsvirði. Hetta var í nógv ár partur av gerandis­ degnum hjá Tinu Tórarenni úr Skúvoy, sum alt tað hon minnist hevur drigist við yvirvekt. – Tað er ikki fyrr enn nú, at eg dugi at síggja, hvussu stóra ávirkan tey alt ov nógvu kiloini høvdu á meg bæði krops­liga og sálarliga. Tað var ein ónd ring­rás, sum eg veruliga mátti stríðast fyri at koma úr, sigur 33 ára gamla Tina, sum saman við manni og tveimum børn­um býr í Tórshavn. Fyri minni enn einum ári síðani tók hon avgerð um at leggja lívið um, eta heilsubetri kost og røra seg meir í gerandisdegnum. Ein avgerð sum hevur víst seg at hava broytt lívið hjá Tinu fullkomiliga. – Tað hevur verið ómetaliga strævið at koma hartil, sum eg eri í dag, men tað hevur verið tað vert. Alt er broytt til tað betra, sigur Tina. Altíð ov stór Tá Tina vigaði upp á sítt mesta, stóð vísar­in á vektini og peikaði á talið 90. Hyggur hon aftur eftir sínum gomlu van­um, undrast hon als á, at hon hevur vigað ov nógv. – Eg havi ongantíð hugsað um, hvat eg skal eta, og hvussu eg eigi at røra meg. Tað hevur líkasum ikki verið partur av gerandisdegnum, fyrr enn eg fyri fáum árum síðani bleiv meira til­ vitað um tað, fortelur Tina og heldur fram: – Nú tá eg hugsi um tað, so havi eg meir ella minni altíð vigað ov nógv. Eisini sum barn var eg tjúkk, men tá bleiv bara sagt, at hatta var hvølpafiti, sum nokk skuldi fara av aftur. Men tað gjørdi tað ikki. Tvørturímóti, sigur Tina. Hon heldur, at tað í ein ávísan mun eisini hevur havt eina ávirkan, at hon ikki hevði møguleika at ganga til nakran ítrótt, tá hon var barn. – Eg eri uppvaksin í Skúvoy, og har var eingin ítróttur, sum mann kundi ganga til. Eg hevði sjálvandi ítrótt í fólkaskúlanum, men tað var bert eini tveir tímar um vikuna, sigur Tina, sum tó leggur dent á, at ósunnu mat­van­ ar­nir eru høvuðsorsøkin til hennara vekt­trupulleikar. Vektin tyngdi sálarliga Eitt er, at Tina upp á fleiri mátar merkti á kroppinum, hvussu tey ov nógvu kiloini ávirkaðu bæði vøddar og liðir, men eitt annarð er, at yvivektin í stóran mun eisini tyngdi hana sálarliga. – Teir tankarnir, sum eg hevði um meg sjálva, vóru ómetaliga negativir. Eg fór ikki serliga væl við mær sjálvari, og tað gjørdi eg út frá tankagongdini, sum var, at eg hevði ikki uppiborið betri, sigur Tina, sum helt seg rættiliga nógv fyri seg sjálva, tá hon vigaði mest. – Eg passaði ikki tey vanligu klæðini, og bara eg gjørdi tað minsta, fekk eg sveittabrot og mátti skifta klæðir. Tá er einki stuttligt at fara út millum fólk. Fór eg út, var tað altíð í stórum, víðum klæðum, greiðir Tina frá. Hóast stórt fokus hevur verið á heilsu, mati og rørslu seinastu árini, og óteljandi sjónvarpssendingar hava verið um evnið, so hevði tað lítla og onga ávirkan á Tinu. – Eg havi mangan hugt eftir hesum sendingunum og sagt við meg sjálva, at hatta fari eg eisini at gera. Men veru­leikin er tann, at ímeðan eg sat í sofuni og sá, hvussu tjúkk fólk gjørdust klænri fyri hvørja viku, fylti eg meg við sjokolátu, sigur Tina og vísir á týdn­ing­in av, at tú sjálv veruliga ynskir at tapa teg. til fitness – Eg tímdi ikki longur at vera tann, sum einki orkaði og altíð hevði pínu í kroppinum, men eg valdi fyrst og fremst at tapa meg fyri børnini. Sum foreldur vil eg vera ein fyrimynd. Soleiðis sigur Tina Tórarenni, sum við røttum kosti og nógvari venjing er lætnað 30 kilo innan minni enn eitt ár. Í dag er hon fitnessvenjari frá fiti – Eg vildi helst ikki, at nakar tók myndir av mær, sigur Tina sum bert hevur heilt fáar myndir av sær sjálvari. Á myndini vigar hon umleið 85 kilo