hósdagur 20. februar 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 22 · 21. februar 2014
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
»Maté« og
hestavognar
til ruskið
Uruguay-búgvar eru
originalar á summum økjum,
sum ikki ger tað minni
hugvekjandi at vitja landi
Á ferð í Uruguay 6. partur
Teir savna rusk inn við hesta
vognum, og Luis Suarez og hansara
landsmenn ganga og sutla urta
drykkin »Maté« dagin langan.
Teir mongu føroysku fjepparar
nir, sum stuðla Liverpool FC hava
ikki undgingið at sæð sjónvarpsbrot
og myndir av kenda, uruguayanska
framherjanum, Luis Suarez,
sum gongur og sutlar úr einum
metal-súgvirøri, sum er í einum
løgnum koppi, sum hann heldur í
aðrari hondini, samstundis, sum
hann hevur eina termofløsku í
hinari hondini. Hetta kann tykjast
ógvuliga sjáldsamt í evropeiskum
eygum, men Luis Suarez ger júst
tað sama, sum allir aðrir uruguay-
búgvar. Hann gongur dagin langan
og sutlar urtadrykkin »Maté«, sum
fyri fólk í Uruguay hevur ein eins
stóran – helst størri – týdning, enn
skerpikjøt hevur fyri fólk í Føroyum.
Finna landsmenn
gjøgnum maté
Í Uruguay er tað tiltikið, at tey
hava lætt at finna ein landsmann
ella landskvinnu, tá tey ferðast
uttanfyri Uruguay. Fara uruguay-
búgvar ein túr til argentinska
høvuðsstaðin, Buenos Aires, og
møta tey einum persóni, sum
gongur og sutlar maté úr einum
koppi í aðrari hondini, og við einari
termofløsku í hinari hondini, so
er tað 99 prosent víst, at hesin
persónurin er úr Uruguay. Maté-
urtadrykkurin verður gjørdur av
turkaðum bløðum frá sonevndu
Yerba-plantuni. Teir ektaðu maté-
kennarnir vilja í flestum førum
hava ein maté-kopp rokaðan við
turkaðum yerba-bløðum, men tað
er eisini møguligt at keypa maté-
tebrøv. Maté er eisini rættiliga
væl umtókt í grannalondunum
hjá Uruguay, men uruguay-búgvar
svørja uppá, at teir eru teir fremstu
maté-drekkararnir, sjálvt um
Argentina hevur staðfest við lóg, at
maté er teirra tjóðardrykkur. Sum
í fótbólti, so argar Uruguay eisini
Argentina, tá tað kemur til maté.
Savna rusk
við hestavognum
Eitt annað ógvuliga originalt
hugtak, sum eg upplivdi í
Montevideo var, at har savna
tey rusk inn við hestavognum.
Fyrstu ferð eg eygleiddi hetta, so
mátti eg líka blinka tríggjar ferðir.
Føroya-vinurin, Joaquin Memoli
Suarez staðfesti eisini, at júst
á ruskinnsavningar-økinum er
Øll, sum eru áhugað í røddini og sangi, kunnu
verða við í sangskeiði hjá Guðrun Sólju
Heiti: Mannen som slutade ljuga
Høvundur: Dan Josefsson
Forlag: Lind & Co
Meðan eg
las bókina
»Mannen
som slutade
ljuga« var
eg rættuliga
strævin at
umgangast.
Eg hugsaði
og tosaði
ikki um annað. Tí hetta er ein
slík søga, sum ikki átti at verið
sonn – men sum tíanverri er tað.
Søgan er um Sture Bergvall og
hansara ár sum størsti og farligasti
drápsmaðurin Norðurlond
nakrantíð hava upplivað.
Sture Bergvall, ella Thomas
Quick, ið hann valdi at kalla
seg, játtaði seg sekan í 39
morðum. Hann varð dømdur
fyri átta av teimum.
Morðini, sum hann skuldi
havt framt, vóru frá 1964,
tá hann var 14 ára gamal,
til hann varð fongslaður
fyri eitt bankarán 1993.
Dan Josefsson, ið hevur
skrivað bókina, hevur lisið
journalir, politiavhoyringar,
tosað við sálarfrøðingar og
við sjálvan Sture Bergvall.
Tá Sture Bergvall byrjaði at
tosa um morðini, var hann um
at sleppa leysur úr fongslinum
– ella heiminum fyri sálarsjúkar
brotsmenn – Sæter í Svøríki.
Uttan fyri hevði hann onki lív.
Famijan hevði vent honum
bakið, eftir at hann framt
bankarán og onnur brotsverk.
Hann byrjaði at játta seg
sekan til morð, ið ikki vóru
uppkláraði, og tað var hansara
háttur at verða verðandi innanfyri
tryggu múrarnar í Sæter.
Saman við einari umfatandi
misnýtslu av heilivági játtaði hann
seg sekan til fleiri og fleiri morð.
Sálarfrøðingarnir, ið tóku sær
av honum, trúðu upp á hansara
søgur, hóast at politiið ikki fann
nakað prógv fyri morðunum.
Ein av teimum týdningarmestu
persónunum í hesari søgu var
psykoterapeutirn Margit Norell,
ið var lærari og sálarhirði hjá
fleiri av teimum, sum arbeiddu
við Sture Bergvall. Hon trúði fult
og fast upp á, at tað ber til at
fortrongja ring minni, og síðani
minnast tey aftur í psykoanalysu.
Tí var tað ikki løgið, helt
hon, at Sture Bergvall mintist
fleiri og fleiri morð – og
øll trúðu upp á hennara
teori – bæði sálarfrøðingar,
advokatar og politiið.
Í 2002 gavst Sture Bergvall
at játta seg sekan til morð. Hann
gavst við heiliváginum og at hitta
sálarfrøðingarnar á Sæter.
Øll árini, hann hevur verið
dømdur fyri morð, hava spurnar
tekin verið sett við dómarnar, og
fyri nøkrum árum síðani byrjaði
journalisturin Hannes Råstam at
grava í søguni. Hann kom fram
til tað, ið nú er vorðið ein bók.
Niðurstøðan er, at Sture Bergvall
hevur logið alla tíðina um alt.
Sture hevur sjálvur greitt frá,
at hann var ikki edrúur ein einasta
dag millum 1993 og 2002, og tað
var heilivágurin saman við teori
unum um at fortrongja minni, ið
gjørdu hann til hópdrápsmann.
Nú er Sture Bergvall reins
aður frá øllum illgrunum,
men enn er hann á Sæter.
Bókin »Mannen som slutade
ljuga« er eitt satt meistaraverk
um eina skandalu, ið er so stór,
at hon er ófatandi at skilja.
Inna Tørnroos
Guðrun Sólja Jacobsen, sum
gjørdist kend við at vinna
sjónvarpskapping í Danmark,
er útbúgvin sanglærari og
vitjar leygardagin á Tvøroyri.
Hon fer at halda skeið í at
syngja. Skeiđiđ byrjar viđ felags
undirvísing um teknikkin, har
ein og hvør, iđ er áhugađur
í røddini, kann luttaka.
Tað kann verða ein, sum fyri
fyrstu ferð skal læra at syngja,
ella ein sum vil blíva betur at
brúka røddina, ella ein sum vil
brúka tað til egna undirvísing.
Tað verður millum
annað felagssangur, felags
venjingar og smáar upptøkur
av raddarbondunum.
- Og so kann ein og ein - um ein
sjálvur vil - koma upp at syngja og
arbeiđa við onkrum eftir egnum
ynski - sang, talu, frásøgu. Eg
havi ein frálíkan pianist viđ mær,
sum spælur júst tađ ein ynskir
at syngja, sigur Guðrun Sólja.
Hon er útbúgvin Complete
Vocal Technique lærari frá
Complete Vocal Institute, sum í
dag er størsti sangskúli í Europa.
LES!
Óhugsandi søgan um falska
hópdrápsmannin Tomas Quick
Guðrun Sólja undirvísur
heima á Tvøroyri