Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 22 · 21. februar 2014 9 VIKUSKIFTI Fyrsta og onnur sesong av Suits er at finna á Netflix og hvør sesong er 12 partar. Suits handlar um unga Mike Ross, sum uttan nakra útbúgving fær starv á einum av fremstu advokatfeløgunum í New York. Harvey Specter, ein av bestu advokatunum í New York, tekur Mike undir sínar veingir, og saman gerast teir eitt sera gott par. Men lívið og starvið hjá Mike Ross er ein lygn. Hann hevur ikki ta útbúgving, ein skal hava fyri at starvast sum advokatur, og spurningurin er, nær hansara lygn verður gjøgnumskoðað. Tað, sum ger sendirøðina »Suits« so góða, eru søgurnar, og teir framúr góðu sjónleikararnir. Tað eru ikki bara Mike og Harvey, ið strála, men eisini stjórin Jessica og skrivstovukvinnan Donna eru sera áhugaverdar. Heilt víst ein sendirøð, ið kann viðmælast! Inna Tørnroos Oscar-filmur lagdur undir stuldur Eitt mást á Netflix Sendirøðin Suits er til teirra, ið elska advokatrøðir, New York og áhugaverdar løgfrøðiliga spurningar Filmurin »Her«, sum Spike Jonze hevur verið høvuðsmaður at gera, er komin í andglettin, eftir at tveir rithøvundar hava lagt Spike Jonze undir at hava stolið við hond og fót til filmin. Sachin Gadh og Jonathan Sender siga, at leikstjórin hevur tikið teirra hugskot til filmin, og teir hava saksøkt Jonze fyri at hava plagierað teir. Teir báðir rithøvundar siga, at hugskotið til »Her« kemur frá skemtifilminum »Belv«, sum teir skrivaðu í 2011 og lótu Creative Artists Agency, sum Spike Jonze hevur tilknýti til. Sambært rithøvndunum fingu teir at vita, at filmsfelagið ikki tók ímóti filmshandritum, sum tey ikki høvdu biðið um. Men hóast hetta halda teir báðir rit­ høvundarnir, at Spike Jonze hevur fingið fatur á teirra handriti. Filmurin »Her« verður frum­ sýndur her á okkara leiðum síðst í februar mánaði. Fleiri enn 97.000 myndir vórðu í ár sendar til fotokappingina World Press Photo, men tá ið ein tilnevningarnevnd hevði valt 120 tær bestu myndirnar, máttu 10 av teimum kolldømast, tí tær vóru manipuleraðar – Tað er eitt ræðandi høgt tal, sigur Gary Knight, sum er formaður fyri tilnevningarnevndina, við British Journal of Photography. World Press Photo hevur fyri fyrstu ferð í ár kannað allar myndir fyri at vita, um tær eru tilgjørdar ella manipuleraðar, tí tað er eitt krav, at myndir, sum luttaka í kappingini, ikki eru fotomanipuleraðar. Hetta gera fyrireikararnir, eftir at nógv kjak var um vinn­ andi myndina í fjør. Svenski mynda­maðurin Paul Hansen var lagdur undir at hava pyntað upp á sína mynd, men kanningar vístu, at tað passaði ikki. Vinnarin av World Press Photo 2014 varð funnin í farnu viku. Vinnarin var John Stanmeyer úr USA, sum hevði avmyndað afrikansk flóttarfólk við strondina í Djibouti. Handritið til Oscar-tilnevnda filmin »Her« verður sagt at verða stolið 12. hvør mynd, sum varð sent til kappingina World Press Photo, var fotomanipulerað Fleiri enn 2000 skjøl hjá Ernest Hemingway eru nú latin amerikanskum savni UPPLIV! Uruguay ein eftirbátur, og hevur eisini fingið átalu frá útheiminum fyri hetta. Samanborið við okkara røsku og skjótu ruskinnsavnarar, sum við einari góðari akkord- skipan fáa ruskið hjá føroyskum húsarhaldum, skjótt og effektivt til brennistøðirnar á Hagaleiti, og á Sandvíkahjalla, so kendist hendan løgna ruskinnsavnanin í Montevideo at verða ein arvur frá 19. øld. Tað tyktist eisini ganga ógvuliga seint, og satt at siga tragikomiskt at eygleiða. Samstundis, sum ein hevði hug at smáflenna, so mátti ein eisini harmast um, at hetta lítla sympatiska landið í Suðuramerika ikki hevur funnið ein leist til ruskinnsavnanina, sum hoyrir heima í 21. øld. Gott við vøkrum bygningum Tá var tað gott og hugvekjandi, aftaná at hava eygleitt ruskinn­ savnanina at síggja tann snotu­ liga parlamentsbygningin í Monte­video, sum verður nevndur »Palacio Legislativo«. Tveir italskir byggifrøðingar, Vittorio Meano og Gaetano Moretti teknaðu bygningin á sinni. Byrjað var uppá bygningin í 1904, og var tann snotuligi parlamentsbygningurin tikin í nýtslu tann 25. august í 1925. Í 1975 var bygningurin útnevndur at verða ein søguligur tjóðar­skattur hjá uruguaynska fólkinum. José Belloni hevur skrýtt bygningin við mongum vøkrum skulpturum, sum gera Palacio Legislativo til ein veruliga vakran og klassiskan bygning, sum ein má standa og njóta í eina langa løtu. Ein sjáldsamur forseti Parlamentið í Montevideo hevur 130 fólkavald umboð, sum eru í tveimum deildum. 31 av hesum verða vald, sum senatorar, meðan 99 verða vald til vanliga tingið. Til valið í 2009 fekk tann sosialistiski flokkurin »Frente Amplio« – tann breiði fronturin 50 av 99 tinglimum, og 16 av 30 senatorum valdar í Palacio Legislativo. Sosialistarnir hava sostatt ein reinan, men smalan meiriluta. Forsetin, José Mujica vísur í verki, at hann meinar tað, at hann er sosialist. Hann verður kring heimin nevndur »Heimsins fátækasti forseti«. José Mujica letur 90 prosent av síni forsetaløn, sum svarar til 12.000 amerikanskar dollarar um mánaðin til góðgerandi endamál av ymiskum slagi. Forsetin er vegetarur og býr á einum lítlum garði, har hann og konan dyrka grønmeti. Forsetin er originalur, eins og landið hjá sær. Ein annar vakur bygningur, sum eisini fangar eygað, tá ein vitjar í Montevideo, er tornið hjá samskiftisfelagnum, ANTEL. Í hesum førinum er talan um eitt nýmótans bygningsverk, sum hevur eitt annað slag av vakurleika, sum eisini fangar eygað hjá ferðamanninum. Tornið hjá ANTEL er størsti kontrasturin til hestavognarnir í Montevideo, sum savna rusk. Heri Simonsen Kuba letur USA Hemingway-skjøl Manipulera myndir til fotokapping Heimskendi amerikanski rithøvundin Ernest Hemingway búði ein part av sínum lívi á Kuba. Har skrivaði hann fleiri av sínum bókum – millum annað Nobel heiðursløntu bókina »Gamli maðurin og havið« – og eftir hann leggja nógv skjøl. Nú hava myndugleikar á Kuba avgjørt at lata amerikanskum granskarum meira enn 2.000 skjøl, sum Ernest Hemingway lat liggja eftir seg, tá ið hann gjørdi sjálvmorð í 1961. Skjølini hava verið goymd á savninum Finca Vigia í Havana og er nú talgilt og send til John F. Kennedy savnið í USA. Millum skjølini er eitt fjarrit frá Nobel nevndini, sum í 1954 gav Hemingway bók­ menta­heiðurslønina. World Press Photo 2013: Paul Hansen