hósdagur 20. februar 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 22 · 21. februar 2014
10
VIKUSKIFTI
mynd: heinesen myndir
Ummæli
Dorit Hansen
post@sosialurin.fo
Ein hvít yrking stendur á myrkum,
gjøgnumskygdum forhangið beint
framman fyri áskoðararnar. Spakuliga
hómast ein lítil, gomul bamsa á gólv
inum hinumegin forhangið, meðan
Eivør syngur »Óttin er bundin í
longsulin sum er bundin í sálina sum
er bundin í kjøtið sum er bundið í
moldina...«. Vit hoyra lykil í lási, og
tvey tigandi, tyngd fólk koma inn í
rúmið. Hann í vaktarbúnað, hon í
svørtum klæðum við myndatóli um
hálsin.
Soleiðis byrjar leikurin Tóm rúm.
Tey hava mist eitt barn. Hann og hon.
Tað verður ikki nevnt beinanvegin, men
spakuliga skilja vit á samskiftinum, at
tey hava mist hvønn annan burtur í
einari sorg, sum onga meining gevur.
Ella kanska skilja vit tað ikki heilt.
Kanska ber tað ikki til at skilja sorg.
Tóm rúm er fyrsta leikrit eftir
Marjuna Syderbø Kjelnæs. Framman
undan hevur hon umframt barnabøkur
givið út eitt stuttsøgusavn, eina ung
dómsskaldsøgu og eitt yrkingasavn.
Annika Johannessen spælir Hon,
og Annfinnur Heinesen spælir Hann.
Og tey eru fantastisk! Leikurin er
ikki lættur, áskoðarin má lurta eftir
kenslunum handan orðini, tí tey siga
ikki altíð tað, sum tey hugsa. Og tey
gera ikki altíð setningarnar lidnar.
Men kenslurnar eru týðuligar í andlits
bráum, handabrøgdum og krops
rørslum hjá høvuðsleikarunum. Ikki tí
tey yvirspæla, men júst tí tey duga at
skifta millum tey heilt smáu brigdini.
Ov nógvir fjarar
Sprotin hevur givið nýggja leikritið út,
og miðnámsflokkar og onnur, sum lesa
leikritið hava nógv at tríva í um tað at
flyta leik frá riti til pall. Leikritið hjá
Marjuni hevur nógvar leikleiðbeiningar
og nógvar pallleiðbeiningar. Men sum
tann royndi og dugnaligi leikstjórin
hann er, hevur Eyðun Johannessen ikki
latið seg bundið av leiðbeiningunum.
Skulu vit byrja við tí, sum stendur
nógv sterkari á pallinum enn í leik
ritinum, so er tað serliga senurnar
við mammuni og pápanum. Annika
Hoydal sum mamman verður heilt
gandakend í bardaga við dóttrina í bláa
silkiturriklæðnum, og Hjálmar Dam er
bæði trúligur og trampandi tungur í
sínum koreograferaða dansi sum pápi.
Í leikritinum hjá Marjuni eru tvey
ymisk rúm, eitt hjúnarúm við einari
dupultsong, sum hevur eitt glopp í
miðjuni, og eitt tómt barnakamar við
einum stórum skrivaraborði. Men í
Tjóðpallinum eru ikki umstøður at
skifta millum tvey rúm, og pallsniðgevin
Manfred Blaimauer hevur valt at hava
bæði rúmini saman. Skrivaraborðið
kemur tí ikki inn í leikin, fyrr enn tað
sum ein fremmandur, ókendur lutur
knappliga skal seljast.
Dansandi, klovnandi flytimenninir
eru heldur ikki í leikritinum. Kanska
hevur leikstjórin hildið leikin trongt til
nøkur løtt innsløg, men tað verður eftir
mínum tykki ov nógv. Koreografiin
hjá Vígdis Hentze Olsen er framúr
flott, men tað hevði verið nóg mikið
við foreldrunum, sirkusprinsessuni og
Henni flúgvandi á trappustiganum.
Samansetta framsetingin við teksti,
sangi, dansi og ljósshowi er djørv,
og sum staklutir er alt líka flott. Men
fjararnir blíva ov nógvir, og vit villast
í rokinum.
Sterku leikararnir
Hon sigur einaferð við Hann, at søgur
nar hjá honum mangla húð og kjøt, og
at tað ber ikki til at taka í tær. Tað er
eisini ein vandi við leikritinum hjá
Marjuni. Søgan er so full í mynda
máli og stórum eksistentiellum spurn
ingum, at persónarnir lættliga kunnu
blíva meiningsberarar heldur enn trí
dimensionellir persónar, men dialog
urin er allíkavæl so gerandisligur, og
Annfinnur og Annika spæla so væl, at
persónarnir verða livandi menniskju,
sum vit kenna aftur.
Annfinnur balanserar millum lætt
leika og vónloysi. Vit merkja menn
iskja, og grátin og smílið, sum alla
tíðina berjast undir skegginum. Hann
vil hava nærleika og finnur gleði í smá
lutum. Hon er meira kompleks og tí
eisini truplari at taka um. Men Annika
spælir hana væl sum kjekkað listakona,
skuldarbundin mamma og langtandi
dóttir. Kroppurin er stillur í sorg, men
hendurnar í hárinum og smáu skiftini
í andlitsbránum tala sítt týðuliga mál.
Dialogurin teirra millum ber leikin,
men tað er eitt glopp ímillum tey. Eitt
glopp, sum hóttir við at blíva ein gjógv.
Tey hyggja sjáldan uppá hvønn annan
og tosa forskotið, raka ikki hvønn
annan. Hetta tómrúmið merkist bæði
á pallinum og í samrøðuni. Hann roynir
við sínum gerandissøgum at nærkast
henni, men hon flýggjar og fjalir
seg handan myndatólið og í gomlum
skuldarkenslum.
Hann kemur ikki aftur
»Sig mær okkurt um forhangið, um
hvat er hinumegin forhangið,« sigur
Hon við Hann í fyrstuni. Men Hann
orkar ikki. Kanska er tað hann, sum
hevur lyklarnar til søguna um ævin
leikan, men hann vil ikki fara har. Hann
vil vera hesumegin forhangið. Eisini í
søgunum.
Leikurin hevur nógvar tilsipingar til
bíbliuna. »Hann« leggur tablettir sum
oblatir í munnin á Henni, og seinni sita
tey í songini og bróta breyð. Tað oysir
niður ígjøgnum allan leikin, og tey tosa
um flóð og Nóa ørk, og hon spyr um
Maria moy mundi hava mjólkafebur.
Og so er tað sonurin, sum er deyður.
Er tað umframt at vera ein søga um
eina konkreta, menniskjaliga sorg eisini
ein søga um at missa sonin hjá Mariu?
Hann kemur ikki aftur, sigur hon.
Leikurin er eitt eksistentielt drama
um at finna virði í ótryggleikanum
og góðtaka vónina í tí ókenda. Hon
er myndakona og tekur myndir av
gamlari, naknari konu. Samansetingin
av myndum og røddini hjá Anniku
Hoydal rigga væl, og Annika
Johannesen lýsir upp, tá hon greiðir
frá myndatøkuni. Men Hann vamlast.
»Hvørjar sannleikar væntar man at
finna í húð og kjøti. Í forfalli?« spyr
hann.
Uttan at avdúka ov nógv, kunnu vit
siga, at tá klokkurnar ringja til síðst, og
Hann flýggjar frá ásjón skúlastjórans,
er gloppið millum tey minkað. Sirkus
senan er ein lykil í hennara leitan, og
hóast tað ikki er heilt týðuligt, at hetta
er hon sum barn, og hóast Hjálmar
Dam fyllir ov nógv sum klovnur, so
riggar hesin parturin sum ein larmandi,
lýsandi áminning um at feira lívið.
Nógv tilfar
Leikurin »Tóm rúm« er so poetiskur,
at hann liggur á markinum til eina
dramatiska yrking. Tríggjar yrkingar
úr savninum Rót tripp verða nýttar í
leikinum, og harumframt verða temu
og orð endutikin og útbygd, sum leik
urin fer. Til dømis verður nakni kropp
urin hjá gomlu konuni speglaður í
naknu kroppunum hjá monnunum
í hitarúminum, og fantastiska flotta
senan við Henni sveimandi í rúmdini
verður endurtikin í søguni um rúmdar
menninar, sum bíða eftir deyðanum.
Yrkingin um óttan »sum er bundin í
myrkrið sum er bundið í rúmdina ...«
verður eisini endurtikin til síðst.
Hetta er sum sagt fyrsti leikur hjá
Marjuni, og hóast hon hevur verið
nevnd bæði »millum fremstu« og
»millum virknastu« skøld okkara hesa
seinastu vikuna, so er ritverkið ikki
so stórt enn. Í einum evarska lítlum
samfelagi sum okkara, kann ábyrgdin,
sum verður løgd á einstaklingin,
onkuntíð tykjast øgilig. Tað er sjálvandi
eisini ein stórur framíhjárættur at
fáa fyrsta leikrit sítt framført av so
dugnaligum stjørnum sum teimum,
sum í løtuni lýsa á Tjóðpallinum, so
tað er at vóna, at Marjun hevur fingið
mót at goysa enn meira tilfar úr hasi
undirgrundini, sum tykist full av
søgum og spurningum.
skriva!
Tað regnar við orðum, og fløðir við dansi. Nýggi poetiski leikurin
»Tóm rúm«, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað og
Eyðun Johannessen leikstjórnað, er næstan ov væl ílatin á Tjóð
pallinum, men sterkir høvuðsleikarar halda leikinum uppi í einum
eksistentiellum stríði at finna virðir í meiningsloysinum
Skriva, kona