Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 22 · 21. februar 2014 12 VIKUSKIFTI Tónleikur Niels Uni Dam post@sosialurin.fo Tað hevur verið kallað størsta bil­ lansering í Miðeystri nakrantíð. Í øllum førum er tað soleiðis Volvo Trucks stjórin í Miðeystri Lars-Erik Forsbergh lýsti tiltakið, tá Volvo avdúkaði tríggjar nýggjar lastbilar á Yas Island beint við Abu Dhabi. Mitt í øllum rokanum var Eivør Pálsdóttir, ið 12 kvøld á rað setti showið í gongd. – Vit lansera ikki so ofta nýggjar lastbilar, men tá vit gera tað, so skal tað vera stórsligið greiddi Lars-Erik Forsbergh frá á tíðindafundinum í sam­bandi við lanseringina av Volvo FM, Volvo FMX og Volvo FH við Yas Arena Circuit formil 1 breytina. Fólk úr øll­um heiminum komu til Abu Dhabi at hyggja at og royna nýggju bilarnar. Har var einki spart, sjálv formil 1 breytin var karmur um lanseringina. Har var møguleiki at royndarkoyra last­ bilarnar á breytini, ið er gjørd til formil 1 kappingar. Hetta er breytin har ársins síðsta formil 1 kapping verður koyrd í ár, og sannlíkt har heimsmeistaraheitið verður avgjørt 23. november. Norðurlendskt show Hvørt kvøld varð eitt show hildið við breyt­ina, har svenski bilskaparin hevði sett saman eitt stórsligið kvøld við norður­lendskum tema. Tað var í hes­um sambandi, at tey høvdu biðið Eivør um at koma til Abu Dhabi. Eivør greiður soleiðis frá. – Hettar showið var eitt sovorið stórt opening, har teir høvdu valt at hava eitt serstakt norðurlendskt tema. so har so Norðlýsið, falskur kavi, dans­arar og alt møguligt yvirdrivið. Eg skuldi byrja showið við at syngja Trølla­bundin. Sama show varð framført 12 kvøld á rað, til hetta endamálið fleyg Volvo Eivør og ljóðmann hennara Jónas Bloch Danielsen til Abu Dhabi. – Hettar showið var beint við formil 1 banan, har man kundi royndarkoyra bilanar. Hvørt kvøld komu fólk frá øllum møguligum støðum í heiminum at hyggja og lurta, greiður Eivør frá. Funnin á YouTube Upprunaliga fann Volvo lagið við Eivør á YouTube, og hildu hetta var júst tað tey skuldu brúka. Men Eivør ivaðist tó Eivør sang fyri Volvo Tá Volvo skuldi avdúkað tríggjar nýggjar lastbilar, bleiv tað gjørt við lít í Abu Dhabi. Fólk úr øllum heiminum savnaðust at uppliva eitt stórt show, og í samfullar 12 dagar framførdu Eivør og onnur fyri gestunum í Abu Dhabi myndir: privat