Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 22 · 21. februar 2014 13 VIKUSKIFTI Sunnudagin fer Eivør á pall við Aldubáruni í Norðurlandahúsinum, men hetta er bara ein av nógvum framførslum hjá Eivør í einum februar mánað, ið byrjaði í Abu Dhabi. Eivør byrjaði februar í Abu Dhabi, men hevur síðan tá havt ein hendingaríkan mánað, afturkomin til íslands frá ferðini í Abu Dhabi, hevði sjónleikurin SAD – Infected with Darkness, frumframførslu í Safnahúsið á Seltjarnarnesi fríggjadagin 6. februar. Hetta er leikur, ið Eivør hevur skrivað tónleikin til og sum snýr seg um tunglyndi. Stórsligið kykmyndalag Fríggjadagin, júst eina viku eftir, at leikurin hevði frumframførslu, so fekk kykmyndalagið hjá Eivør »Rain« frumframførslu. Sam­ starv­ið millum Eivør og Heiðrik á Heygum, ið vakti nógvan ans við kyk­myndalagnum og seini eisini stutt­filmininum »True Love« heldur fram á »Rain«. Júst sum í »True Love« er talan um eina dramatiska søgu, ið verður lýst til tónleikin, hesaferð er tað tó Eivør sjálv, ið spælir høvuðsleiklutin, har EIvør í »True Love« spældi ein lítlan hjáleiklut. Kykmyndalagið er stór­sligið og gongur fyri seg í einari farnari tíð, har Eivør sigur farvæl við sín elskaða, ið fer avstað við eini slupp. Konsertir í Íslandi Í somu viku, spældi og sang Eivør í útvarpssendingini Poppland á íslendsku Rás 2, harumframt spældi hon konsertir á Gauknum í Reykjavík og tvær útseldar kon­ sertir í Bæjarbíói í Hafnarfirði. Størsta framførlsan var tó í nýggja mentanarhúsinum Hofi á Akureyri har Sinfóníuhljómsveit Norður­lands, saman við Eivørsa bólki framførdi løg hjá Eivør útsett til orkestur av Tróndi Bogasyni. talan var um løg av fløguni »Room« umframt onnur útvald løg. Konsertin var serstakliga væl­eydna og verður nú endurtikin í Norður­ landahúsinum sunnudagin, har Aldubáran framførir verkið saman við Eivør og bólki. Umframt alt hetta virksemið hevur Eivør latið egnan nethandil upp á heimasíðu sínari eivor.com Fyri framman liggur eitt hendinga­ríkt ár, har Eivør m.a. ætlar at arbeiða við einari nýggjári útgávu, eins og útgávan við Ginmann og Eivør After Dark verður givin út. Hendingaríkur februar fyri Eivør eina løtu, áðrenn hon játtaði at koma heilt til Abu Dhabi í so nógvar dagar. – Ja, eg ivaðist í eina løtu, men eg helt, at eg kundi ikki siga nei til eitt so eksotiskt gigg, flennur Eivør, ið við­ gongur, at hetta hevur verið eitt heldur øðrvísi upplivilsi. 66 tons á Formil 1 breyt Hvørt kvøld hevur Eivør framført, men hon og ljóðmaðurin Jónas hava havt góðar stundir um dagarnar. Hetta hev­ur Jónas m.a. gjørt sær dælt av, tá hann royndar­koyrdi ein av lastbilunum hjá Volvo á Yas Arena Circuit formil 1 breytini. – Shumacher hevur heilt sikkurt ikki koyrt við 66 tonsum og 42 metrum an­ hang­ara, í fullari ferð á hesari formil 1 breyt­ini, flennur Jónas, ið sigur, at hann hevði tað akkurát, sum um hann sat í sand­kassanum aftur. myndir: privat