hósdagur 20. februar 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 22 · 21. februar 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Ein føroysk
bóndakona
Í 1935 hevði Dimmalætting eina frásøgn frá 90 ára gomlu Onnu Mariu Olsen, bónda
konu úr Saksun. Hon var omma millum onnur Vilhelm Magnussen, kenda tuberkla
læknan. Grundað á hesa grein skal verða greitt frá henni og hennara ætt
D
immalætting skrivar 3.
november 1934 í sambandi
við, at Anna Maria fylti 90 ár
m.a., at:
»Anna Maria Olsen har
været en meget dygtig og afholdt Bondekone,
og hendes store Gæstfrihed og Hjælpsomhed
er kendt rundt om paa vore Øer. Hun er endnu
trods sine høje Alder aandsfrisk, rask og rørig
og deltager i forskelligt Husarbejde indenfor
Hjemmets Døre.«
Í apríl 1935 var Dimmalætting í Saksun og
vitjað hana. Anna Maria giftist til Saksunar
við bóndanum Jóan Dávid Olsen. Hóast síni
90 ár tyktist ein sjáldsama lættur og frískligur
andi at vera yvir henni.
Anna Maria greiðir frá:
– Foreldur míni vóru Thomas og Katrina
Egholm í Hvalvík. Mamma var bóndadóttir úr
Dúvugørðum her í Saksun og pápi var bóndi
»niðri í Stovu« í Hvalvík.
Pápi doyði 71 ára gamal og mamma bleiv
53. Pápi mín var sonur gamla Niels Petur
Egholm í Egholmsstovu í Havn.
Vit vóru 9 systkin, 6 dreingir og 3 gentur.
Báðar systrar mínar liva enn, nevniliga Marin,
ið býr hjá A. Weihe á Selatrað, og sum fylt
hevur 91 ár, og Sigga Malena, 88 ára gomul,
sum býr í Dúvugørðum. Harimóti eru allir
seks dreingirnir deyðir. Tann elsti av teimum
var faðir Thomas Egholm, bónda í Hvalvík.
Jens var skómakari suðuri í Havn, hann doyði
60 ára gamal. Tann yngsti av brøðrunum
doyði á síni fyrstu ferð til Íslands, hagar hann
fór við skipinum Norðlýsið hjá Hans Mohr.
Teir fiskaðu í smábátum frá skipinum. Saman
við tveimum øðrum var hann farin at fiska í
einum av hesum smáu bátunum. Tað gjørdist
illveður, og teir spurdist ikki aftur. 3 brøður
doyðu av tuberklasjúku, tann eini av hesum
doyði í Keypmannahavn, har ætlanin var, at
hann skuldi læra til blikksmið.
Syrgiligt hjúnalag
Langabbi mín, Johan Hendrik Egholm, var
tvær ferðir giftur. Tað fyrra hjúnalagið vardi
í stutta tíð, tað seinna fekk eina tunga lagnu.
J.H. Egholm var bóndi í Hvalvík, og hann
giftist seinnu ferð við einari prestadóttir
av Nesi, ið æt Annika. Hon var ein sera
dugilig húsmóður. Men av sonnum var
teirra hjúnalag alt annað enn eydnuríkt. J.H.
Egholm var hámentaður maður, hann var
doktaralærdur, men hann hevði at siga lítlan
og ongan ans fyri bóndagarðinum. Hansara
interessur gingu í aðra leið, og garðurin var
ikki røktaður, sum hann skuldi við tað, at
hann í heilum ferðaðist til Havnar fyri at
koma saman við teir lærdu menninar har.
Hetta ótoliliga skilið, at garðurin ikki til
fulnar varð røktur, soleiðis sum Annika helt
vera rætt, nívdi hana svárliga. Hon segði
lítið, bar sína neyð í tolni, men hugsaði so
mikið meira. Og endin var tann syndarligi,
at hon druknaði seg i einum hyli í Hvalvík,
sum enn verður nevndur Anniku hylur. Tá
ið henda dapra hending var øllum kunnug,
og líkið var funnið, segði ein húskallur frá,
at hann eina aðra ferð hevði hitt Anniku um
leið har, hon forgjørdi sær. Ivaleyst hevði hon
fleiri ferðir ætlað at tikið lívið av sær, áðrenn
hon – kanska heilt frá sær sjálvari av trongd
og trega – tók ta endaligu avgerðina. Aftaná
henda syrgiliga deyða Anniku flutti Johan
Hendrik til Havnar at búgva. Eina vissa tíð
á árinum vitjaði hann aftur til Hvalvíkar. Og
omma plagdi at siga frá, at meðan hann var
har, hevði hann til vana hvørt kvøld at festa
sær í eina pípu og ganga oman til staðið, har
hús hansara høvdu staðið. Har dvaldi hann
einsamallur eina stund, og tá ið hann kom
aftur at húsum, sá hann altíð líka forgrátin út.
Tað var kunnugt, at prestadóttirin sjálv
ongantíð dámdi at skula giftast við John
Hendrik, men tá í tíðini var so nógv annarleiðis
enn nú. Tá ið faðir hennara, presturin, hevði
gjørt av, at hon skuldi giftast við doktaranum,
batti eingin mótstøða av nøkrum slag. Tað
sigst fyri satt, at tá ið presturin fekk at frætta
frá deyða dóttirs síni, var hann so illa við og
gjørdist so bangin, at hann eftir tann dag á
ferðum bygdanna millum aldri tordi at sova
einsamallur.
Verfaðirin doyði av áarlopi
Her hevur ofta verið áarlop og verpápi mín,
Ólavur bóndi, var júst tikin av døgum av
einum herviligum áarlopi. Tað hendi, tá ið
hann eina ferð saman við húskalli sínum var
farin at hyggja eftir seyði. Tá teir nærkaðust
at ánni, legði bóndin húskallinum eina við at
seta í eitt róp, um hann skuldi fingið feril av,
at áin vildi leypa. Hetta lovaði húskallurin.
Men tað vildi so til, at hann fekk ein slíkan
hvøkk á seg, tá ið áin knappliga fór at leypa,
at hann ikki fekk rópt fyri ræðslu. Ólavur
doyði í áarlopinum og slongdist við ánni
oman á sandin, har líkið seinni varð funnið
á Neystaroyru, sum plássið nevndist.
Kirkja kom til Saksunar í 1858. Tá varð
tann gamla kirkjan í Tjørnuvík flutt higar.
Tað er fyrst nústani, at kirkja er komin aftur
har. Kirkjugarðurin her varð gjørdur fitta
tíð, áðrenn kirkjan kom. At tað fyri hesa tíð
ofta hevur verið bæði trupult og tvørligt í
ymsar mátar, kann ein og hvør ætla sjálvur,
tá ið hann veit, at t.d. tá lík mátti berast tann
óhøgliga og illgongda veg hiðani frá upp um
fjøll til Tjørnuvíkar. Av og á hendi seg tó, at
høvi var til at bera líkini til Hvalvíkar.
Tað sigst, at Saksun eina ferð í tíðini skal
hava verið ein heilt stór bygd, og í teirri
Fýra ættarlið. Aftast 90 ára gamla Anna Maria Olsen, f. 28.10 1844, dóttir hennara Katrina
Magnussen, f. 1.12 1880, gift við M.P. Magnussen, bónda í Saksun, so dóttir hennara
Anna Maria Jacobsen, f. 6.7 1908, gift við D.P. Jacobsen, handilsmanni á Skála, við dóttir
síni Onnu f. 17.12 1930, sum giftist við Poul Mohr. Myndin stóð í Dimmalætting í 1935