Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Rigmor Dam kjak síða 21 Væl­ bjargað og fól­k­a­pen­ sjón Heini Olsen Kjak síða26 Meira um sam­ ferðslu­ kervið Landsstýrið hev­ur gjørt av, at vit ikki longur skulu hava al­menna stovn­in Kring­varp Før­oya, sum vit kenna hann. Nú skal virksemið hjá Kringvarpi Før­oya privatiserast. Fólk­ini í føst­ um starvi skulu ikki longur kenna seg trygg, tí ar­beiðs­pláss teirra skal tæg­ast sund­ur. Tað skal partvíst priv­at­i­ser­ast. Privatpersónar, á­ hug­a­fel­øg og kapp­ing­a­r­neytar hjá Kring­varp­i­num sleppa nú at bjóða upp á virk­semi hjá stovninum. Tað hevur landsstýrið avgjørt. Bjørn Kalsø hevur fingið til upp­ gávu at kanna, hvussu partar av virk­sem­i­num hjá Kringvarpi Før­oya kunnu privatiserast. Og hví verður hetta gjørt? Er tað fyri at vísa vælvild? Er tað fyri at styrkja public service stovn­in Kring­varp Føroya? Svarið kann bara vera eitt sam­ felt nei. Vit kunnu tó siga, at um Kring­ varp­ið hevði havt liv­að upp til sína skyldu, og um kring­varps­stýrið hevði liv­að upp til sína skyldu, so var stovn­ur­in helst ikki kom­in í hesa støðu, har hann hev­ur fingið bæði fólk­ið og pol­it­ik­ar­ar ímóti sær. Tí hava pol­it­ik­ar­ar­nir frítt spæl. Vit vita, at serliga Mið­flokk­ur­in og Fólk­a­flokk­u­rin ynskja Kring­ varp­ið har piparið grør. Hugs­anin er, at vit hava als ikki brúk fyri einum al­ment fíggjaðum kring­varpi. So lagaliga løtan er nú. Fólka­ flokk­urin hevur frítt spæl í Ting­ a­nesi, og vil Fólkaflokkurin priv­ at­i­se­ra Kringvarpið, so verður tað priv­at­is­er­að. Kringvarpið er seinastu ár­ini far­in ov langt við at lata hand­ils­lig áhugamál sleppa fram at stovn­i­num. Tað hevur helst giv­ið landsstýrinum blóð upp á priv­at­i­ser­ings­tonna. Tí halda tey, at tað ikki er neyðugt, at Kringvarpið skal fíggj­ast við kring­ varps­gjaldi. Kringvarpið hevur ging­ ið ov lætt um krøv­ini og treyt­ir­nar og lagt seg sker­fløt fyri at lata hand­ ils­lig­ á­hug­a­mál­ fram at í Kring­varp­ i­num – og farin langt, langt út um mark fyri, hvat ein public service støð kann tilláta sær. So­leið­is hev­ur leiðslan gingið á odda fyri at nið­ur­ bróta kring­varp­ið sum tann ment­ an­ar­beri, sum tað var. Vit vita væl, at Kringvarpið ikki hev­ur bestu umstøðurnar. Men vit vita eisini, at tað ber væl til at gera út­varp og sjónvarp fyri so nógvar peng­ar, sum Kringvarpið hevur. Fyri fólkaræði og fyri fjøl­miðl­ ar­nar sum heild og fyri føroysku ment­an­ina sum heild, so skulu vit hava eitt trygt og gott alment pub­ lic service kringvarp, sum er al­ment fíggjað og púra leyst av øllum hand­ ils­ligum áhugamálum. Tá er stovn­ urin tryggi bulurin undir fólk­a­ræð­ i­num. So heldur átti menta­mála­ráð­ har­rin at ver­ið sína uppgávu vaks­in og syrgt fyri, at Kringvarpið røkti sínar public service skyldur leyst av øllum handilsligum á­hug­a­mál­um – og tryggja stovninum fíggjarliga grundarlagið so ella so. Nú selja teir Kringvarpið Nógv hevur verið gjørt burt­ ur úr uppskotinum, sum Javn­að­ar­flokkurin hevur lagt fyri tingið um, at ein treyt fyri at skip skulu fáa fiski­ loyvi í Føroyum skal vera, at mann­ingin verður lønt eftir før­oyskum sáttmálum. Tað fellir ikki í góða jørð hjá lands­stýr­is­manninum í fisk­i­vinn­u­málum, og har­við heldur ikki hjá Sam­bands­ flokk­i­num sum so. Tað vil so aft­ur siga, at løgtingið fyri triðu ferð fer at fella upp­ skot­ið. Jacob Vestergaard vísir á, at hetta er ikki rætti mátin at tryggja viðurskiftini hjá út­ lendsk­um sjófólki, les undir­ løntum asiatiskum sjó­fólki. Hann vil heldur hava út­lend­ ing­a­lógina broytta. Men tað er lættari sagt enn gjørt, tí tað málsøkið er danskt. Men gott tað sama, hugsar Vestergaard – og harvið allur Sam­bandsflokkurin. So siga vit bara, at vit skulu broyta útlending­a­lógia, og so hendir einki. Og kann tað vera eitt mál í sjálvum sær, at einki skal henda? Jú sjálvandi er tað eitt mál í sær sjálv­um. Akkurát sum við fiskivinnunýskipanini. Har skal heldur einki henda. Tað er suksekriteriið hjá Vestergaard. Meðan uppskotið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num, og stuð­ ul­in frá fak­fel­øg­unum, hevur at­lit til mann­ingina, so er Fólk­a­flokkurin – og harvið eis­ini Sambandsflokkurin og har­við esiini meirilutin á tingi – í eini heilt aðrari støðu. Samgongan hevur atlit til reið­aran. Tað hevur størst­an týdn­ing, at reiðarin hev­ur tað gott. Hevur reiðarin tað gott, so hava sjó­menn­in­ir tað eisini gott. Tað sigur seg sjálvt. Tað hevur tí minni týdn­ ing, at reið­arin hevur und­ir­ lønt­a asi­at­iska arbeiðsmegi. Málið er ikki meira inn­ vikl­að enn so. Atlitini hjá andstøðu/fak­ fel­øg­um er til arbeiðsfólkið, með­an at­lit­ini hjá Fólka­ flokk­i­num/Sam­bands­flokk­ i­num eru ril reið­aran. Tað er at kalla ein spaka fyri ein spaka. Tað heila koyrir so bara víðari, sum um einki var hent. So er spurningurin, um sjó­fólk okkara stuðlar slíkum politikki... Vit hugsa serliga um reiðaran – sjávandi! Løgmaður heldur, at EM lut­a­kastið fyrr í dag var gott fyri føroyskan fótbólt. – Vit eiga at seta okkum sum mál at vinna okkara EM bólk. Tað heldur Kaj Leo Holm Jo­hannesen, núverandi løg­ mað­ur við drúgvum roynd­ um sum málmaður í HB og fyrrverandi lands­liðs­mál­ mað­ur. Í gjár var lutakast um, hvussu liðini skulu spæla í und­an­kappingini upp und­ ir EM í Fraklandi í 2016. Føroyar komu í bólk við Grikk­a­land, Norðurírland, Finn­land, Rumenia og Ung­arn. Og meðan ítrótt­ar­skriv­ arin hjá in.fo sigur, at tal­an var um alt annað enn eitt heppið lutakast fyri Før­ oyar, hevur løgmaður eina heilt aðrar meining. – Hatta var eitt gott lut­a­ kast fyri føroyskan fótbólt also ítróttarliga, skrivar hann á Facebook. Hann sigur, at vit skulu seta okkum sum mál at vinna bólki. – Tað er møguligt, eingin ivi um tað sigur løgmaður. Nú vita vit ikki, um løg­ mað­ur ætlar sær í mál­mans­ klæð­ini sjálvur. Men kanska hann hugsar sum so, at um hann eisini fær Jørgen Nicl­ a­sen á landsliðið, so hava vit ein møguleika at nápa okkum hatta steypið... ;-) Løgmaður: Føroyar kunnu vinna bólkin Sjálvandi eiga vit at hava eitt alment fíggjað kringvarp