Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eirikur Lindenskov Á landsstýrisfundi sein­asta mánadag varð semja um, at Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­mað­ ur í ment­a­málu­m, skal kanna, hvør­jir møg­u­leikar eru at ein­skilja upp til 50 prosent av Kring­varpi Føroya. Tað upplýsti Karsten Han­s­en, landsstýrismaður Mið­floks­ins, á landsfundi hjá Mið­flokk­i­num í Klaksvík leyg­a­r­dagin. Eitt av teimum 33 mál­um, sum var fyri á lands­stýr­ is­fundi hendan dagin, var »Upp­rit og uppskot til løg­ tings­lóg um broyting í løg­ tings­lóg um kringvarp«. Landsstýrismaðurin hev­ ur leingi arbeitt við ein­um upp­skoti um at veita Kring­ varpi Føroya fleiri pengar, og eitt upp­skot hevur verið at frí­taka kringvarpsgjaldið fyri meir­virð­is­gjald. Javn­ að­ar­flokk­urin og Tjóðveldi hava eis­ini lagt uppskot um hetta fyri tingið, men tað hev­ur ikki fingið serliga pos­ i­tiva móttøku. Kortini skilst, at lands­ stýr­is­mað­urin hevur a­r­ beitt við einum líknandi upp­skoti. Men trupult er at fáa undirtøku fyri tí í sam­ gonguni. Ávís sam­gong­u­fólk halda, at Kringvarpið fær nóg nógvar pengar, og at eing­ in orsøk er at geva teim­um alla ta upphædd, sum verð­ur spard, um kring­varps­gjald­ið verður frítikið fyri meir­virð­ is­gjald. Hetta málið hevur so nú fing­ið ta vend, at lands­stýr­ is­maðurin b­einleiðis skal kanna møguleikan at priv­at­ ise­ra Kringvarpið. Serliga Miðflokkurin hev­ ur ver­ið tals­mað­ur fyri, at Kring­varp­ið skal priv­at­i­ser­ ast. Fleiri í Fólkaflokkinum hava nevnt sama møguleika. Kári P. Højgaard, formaður Sjálv­stýr­is­floks­ins hevur sagt, at tað er nógv betur at vinn­an spon­s­or­er­ar send­ ing­ar í Kringvarpinum, held­ ur enn at stovnurin fær al­ mennar pengar. Vit royndu í morgun at fáa orðið á Bjørn Kals­ø, lands­ stý­r­i­s­mann, at fáa hann at greiða nærri frá ætlanunum hjá lands­stýr­i­num við priv­at­ i­ser­ing­ini. Men tað eydnaðist ikki fyri landsstýrisfundin, sum er mánamorgun. Men sambært Karsteni Hansen, so hevur spurn­ing­ ur­in um at einskilja Kring­ varp­ið fleiri ferðir verið fyri á lands­stýrisfundi. – Eg havi alla tíðina ført fram, at Miðflokkurin hevur ta støðu, at Kringvarpið skal ein­skilj­ast, og at send­ing­ar­ nar skulu bjóðast út, segði Karsten Hansen á lands­ fundi­num hjá Mið­flokk­i­num í Klak­svík leygardagin. Sambært honum, so er semja í landsstýrinum um, at landsstýrismaðurin skuldi kanna, hvørjir møguleikar eru at einskilja upp til 50 prosent av Kringvarpinum sum eina byrjan. Í landsstýrinum eru tey samd um at kanna hvørj­ir møguleikar eru at privatisera helvtina av Kring­varp­i­num sum ein byrjan Vilja privatisera Kringvarpið Eirikur Lindenskov Guvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur floksins í mentanarnevndini hjá løgtinginum var ikki sørt ørkymlað, tá vit bóðu hana viðmerkja ætlanina hjá landsstýrinum um at kanna at privatisera í fyrsta lagi upp til helvtina av Kringvarpi Føroya. – Eg dugi als ikki at ímynda mær hatta, hatta ljóðar bara so skeivt og so langt úti – fyri ikki at siga forkastiligt, sigur hon víðari. Gunvør Balle vísir á, at tey í Kringvaprinum hava verið ígjøgnum so nógvar trupulleikar í seinastu, har hava verið so nógv sjokk. Tí harmar tað hana, at landsstýrið nú leggur upp til meira av slíkum, nú friður aftur tykist vera um stovnin, og nú vit hava sæð fleiri smá framstig, sum benda á, at nú gongur rætta vegin aftur í Kringvaprinum. Gunvør Balle hevur ilt við at trúgva tí, ið Sos­ i­alurin end­ur­gevur frá lands­stýr­is­fund­i­num síðsta mánadag. – Eg blívi bangin, at alt sum eitur public service verðu hótt av hasum. Hasum mugu vit fáa nærri greiði á, sigur Gunvør Balle, ið hevur ilt við at trúgva, at landsstýrið í álvara arbeiðir við at privatisera okkara almenna public service kringvarp. Hatta er púra óskiljandi – Hatta ljóðar púra óskiljandi, hatta kann ikki passa, hatta er ein kollvelting Eitt undur um Kringvarpið yvir­ livir sam­gonguna­ – Eg havi sagt tað so leingi, at tað er eitt undur, um Kring­varp Føroya yvirlivir hesa samgonguna Eirikur Lindenskov So bersøgin er Rigmor Dam, sum umboðar Jav­ na­ð­ar­flokk­in í mentanar­ nevndini hjá løg­ting­inum. Hóast ov­farin, so undr­ar tað ikki hana, at eitt slíkt uppskot kemur frá lands­ stýrinum. – Hendan samgongan er farin illa við demokratinum. Hon hevur sjoflað so nógv­ ar manna­gongdin og hoyr­ ings­freistir. Hetta er jú tann mest re­ak­ti­on­era sam­ gongan norðan fyri Cairo, sigur Rigmor Dam. Hon vísir á, at júst fjøl­ miðl­ar­nir – og ikki minst ó­heft­ir fjølmiðlar, eru ein av grund­súl­u­num und­ir demo­krat­iska sam­fel­ag­ num. – Pressan er oljan, sum smyr gonguverkið og fær dem­o­kratiið at virka. Við at køva fjølmiðlarnar, so hótta vit fólk­a­ræðið, og tað er tað, sum við at henda nú. Hon vísir eisini á, at samgongan bein­l­eiðis hevur hótt starvs­fólk í Kringvarpinum upp á teirra livibreyð. Hóast ovfarin og for­ fard, so undrar tað hana ikki, at landsstýrið soleiðis ætlar at forkoma almenna public service stovninum Kringvarp Føroya. Gunvør Balle hevur ilt við at taka tað í álvara, at landsstýrið vil privatisera Kringvarp Føroya