Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Ingolf S. Olsen - Vit skulu ikki bara umsita eina samfelagsfunksjón, men selja eina vøru. Tí er tað eisi­ni avgerandi, at vit tosa sama mál sum tey, vit selja hesa vøru fyri, nevniliga ferða­vinnu­na. Higartil hevur Ferða­ráð­ið til tíðir livað sítt lív og ferðavinnan sítt. Skulu vit grundleggjandi broyta hetta, er tað náttúrligt, at Visit Faroe Islands verður um­skip­að frá at vera ein al­ men­n­ur stovnur til at verða eitt vinnuligt, alment parta­ fe­lag og tískil ikki bara ein part­ur av almennu um­sit­ ing­ini. Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, ella Visit Faroe Islands, sum tað eit­ur í marknaðarføringini út­eft­ir. Formliga navna­ skift­ið til Visit Faroe Is­lands verður veruleiki, tá upp­skotið hjá Johan Dahl, vinnu­mála­ ráðharra, um at umskipa Ferða­ráð­ið til eitt alment parta­felag, væntandi verður sam­tykt í Løgtinginum í næst­um – møguliga við onkr­ um tillagingum. Stjórin vísir á, at øll onnur lond í Vesturheiminum langt síðani hava skipað teirra ferða­ráð sum annaðhvørt hálv­al­menn partafeløg, al­ menn partafeløg ella í øðr­ um konstruksjónum, sum all­ar hava tað til felags, at beinleiðis bindingin til polit­ isku skipanina er tikin burt­ u­r. - Tað gjørdu tey flestu ferða­ráð­ini longu fyri fyri 30-40 árum síðani og í Grøn­ landi er tað 22 ár síðani, at teirra ferðaráð varð um­ skip­að til partafelag. Í veru­ leika­num er tað bert í triðja heimi­num, at ferðaráð enn eru undir vanligari al­menn­ ari umsiting. Hetta merk­ ir, at øll tey ferðalond, vit kapp­ast við, hava havt ein heilt annan stabilitet og ongan­tíð hava merkt teir somu trupulleikarnar, sum før­oyska Ferðaráðið hevur merkt orsakað av politiskari órógv, staðfestir Guðrið Høj­ gaard. Arbeiðsfriður Hon leggur eisini dent á, at arbeiðsfriður, er eitt av høvuðs­málunum við at skil­ja Visit Faroe Islands frá polit­ isku umsitingini, eftir at Løg­ ting­ið longu hevur gjørt av at rað­festa ferðavinnuna hægri og hevur tvífaldað játtanina til stovnin. - Ferðaráðið hevur verið fyri nógvum ógvusligum broyt­ing­um. Nýggir lands­ stýris­menn hava við stuttum millum­bilum framt nýggjar bygn­að­ir, og ráðið varð enn­ tá tikið av eina tíð. Tað er eyð­sæð, at tað ber ikki til at fáa nakran kontinuitet ella álit á nakran kontinuitet, tá for­treyt­ir­nar eru soleiðis, og tær eru drepandi fyri tað langskygda arbeiðið. Vit mu­gu fáa meira kontinuitet, stabi­li­tet og effektivitet í okkara virksemi, leggur Guðr­ið Højgaard dent á. Viðvíkjandi effekti­vi­teti­ num snýr tað seg í stóran mun um at fáa leysgivið orku til veruligu uppgávurnar hjá Visit Faroe Islands: At mark­nað­arføra Føroyar sum ferða­vinnu­land uttanlands og at menna ferðavinnuna her heima. Gylt mál Og tað eru heldur ikki hissini mál, Visit Faroe Islands hev­ ur sett sær viðvíkjandi før­ oysku ferðavinnuni, eft­ir at Guðrið Højgaard setti seg í stjórasessin 1. mai 2012. Sam­ bært nýggju strategi­ætlan­ ini skal umsetningurin í før­ oysku ferðavinnuni meira enn tvífaldast fram til 2020 – úr 400 milliónum krónum í 2011 í eina milliard krónur í 2020. Somuleiðis skal talið av arbeiðsplássum eisini tví­ faldast – í 2020 skulu eft­ir ætlan vera 450 fleiri arbeiðs­ pláss enn tey 400-500, sum eru í ferðavinnuni í dag, tá tað bert snýr seg um tey arbeiðs­plássini, sum tey út­ lendsku vitjandi kasta av sær. - Vit eru bert fýra starvs­ fólk, og spíss­kompetan­sur­ nar hjá hvørjum einstøkum hava sera stóran týdning at gera rætta nýtslu av, um vit skulu røkka okkara málum. Tí er tað óheppið, um vit skulu brúka nógva orku upp á drúgva og byrokratiska fyri­siting, sigur stjórin. Hetta er tó ikki størsti trupul­leikin við verandi skip­ an, tí Visit Faroe Islands brúk­ ar sera lítið upp á regulera fyri­siting, sum er. Sostatt brúkti stovnurin næstan 75 pro­sent av teimum játtaðu 14 milliónum krónunum í fjør upp á marknaðarføring uttan­lands. Tað eru fimm pro­sentstig meira enn málið sam­bært strategiætlanini er, eftir at stovnurin er umskipaður til alment partafelag. - Nei, vit kunnu ikki siga, at umsitingarligi parturin er nøkur stór byrða longur. Tað er fyrst og fremst økti av­standurin til politisku skipan­ina og harvið mink­ andi vand­in fyri at verða ávirk­að av polit­isk­um rumb­ li, sum er stóri vinn­ing­urin hjá okkum við at gera stovn­ in til eitt partafelag, eins og lættari umsiting, har verk­ ætlan­ir kunnu ganga yvir fleiri ár heldur enn bara til 31. desember hvørt ár, sigur Guðr­ið Højgaard. Onki at dylja Verður uppskotið hjá vinnu­ mála­ráðharranum samtykt, so fer Visit Faroe Islands eisini at sleppa undan at lata almenninginum innlit í fyri­ sit­ingina, tí lógin um al­ment inn­lit fevnir ikki um parta­ feløg – heldur ikki al­menn parta­feløg. - Ja tað er rætt, men tað er bestemt ikki nakað, sum ligg­ur aftanfyri okkara ynski um at gera stovnin til alment parta­felag, og tað er heldur ikki nakað, eg tilvitað vil sleppa undan. Eg Tað er neyðugt at flyta Ferðaráðið longur burtur frá politisku skipanini fyri at fáa stabilitet og dynamikk í arbeiðið at branda Føroyar, menna ferðavinnuna og samstundis tryggja at bróðurparturin av pengunum verður brúktur til hesi endamál. Tí er tað rætt at umskipa ráðið til eitt alment partafelag, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, sum langt síðani alment er farið at brúka navnið Visit Faroe Islands. Mál 2020 Yvirskipaða málið hjá Visit Faroe Islands  er at økja um umsetningin í føroysku ferðavinnuni úr umleið 400 milliónir krónur í 2011 í eina milliard í 2020. Í sama tíðarskeiði skal talið av gistingum vaksa úr 90.000 til 200.000, og talið av arbeiðsplássum í ferðavinnuni skal økjast við 450 í mun til tey 400–500, sum vóru í 2011. Her er bert talan um arbeiðspláss, ið stava frá útlendskum vitjanum. Um heimliga ferðavinnan verður tald við, er talið av arbeiðsplássum hægri. Tølini eru grundað á sjálvbodnar upplýsingar frá vinnuni sjálvari, tí ongi almenn og viðgjørd hagtøl enn eru tøk fyri ferðavinnuna í Føroyum. Í strategiætlanini er málið fyri gongdini hetta: 2015: -  140.000 gistingar íalt -  200 fleiri arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) -  600 millión krónur í umsetningi 2020: -  200.00 gistingar íalt -  450 fleiri arbeiðspláss (í mun til hagtøl fyri 2011) -  Ein milliard krónur í umsetningi Ferðaráðið og vinnan