Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 havi heldur onga­n­tíð hoyrt, at júst hetta skal vera nakar trupulleiki í øllum hinum londunum, har líkn­andi stovnar eru almenn parta­ feløg, grunnar ella aðr­ar konstruksjónir uttan fyri al­mennu umsitingina. - Vit hava heldur onki at dylja, og skuldu vit havt tað, hevði tað komið fram kort­ini via okkara eigarar, so eg vænti ikki, at pressan fer at merkja nakra broyting til tað verra. Annars er tað held­ur ikki so, at stovnurin slepp­ur undan almennum eftir­liti, bara tí hann verð­ur umskipaður til eitt partafelag. Sum einsamallur partaeigari fer landsstýrið at hava fult innlit, og vit verða eisini undirløgd lands­grann­skoð­anina, sum hvørt ár kemur við sínum frá­ greið­ing­um, staðfestir Guðrið Høj­gaard. Fíggjarligt rásarúm Tá orka ikki longur í sama mun sum nú skal brúk­ast upp á umsiting eftir al­ menn­um leisti, skal hon í stað­in brúkast til mark­ nað­ar­føring uttanlands. Í ”Strategi fyri ferðavinnuna í Før­oyum”, sum Visit Faroe Is­lands greiddi úr hondum í fjør summar, er málið, at so lítið sum møguligt skal fara til almenna umsiting og í minsta lagi 70 prosent av játtan­ini skulu brúkast til mark­nað­ar­føring. Fyri Visit Faroe Islands verð­ur tað eisini ein av­ger­ andi fíggjarligur fyrimunur, at núverandi rakstrarjáttan verð­ur til eina stuðulsjáttan, tá stovnurin er umskipaður til eitt alment partafelag. Ein rakstrarjáttan er nevni­liga bert galdandi fyri fíggjarárið, hon er játtað til, og um øll játtanin ikki er brúkt, tá árið er at enda, fellur restin aftur í landskassan. Ein stuðulsjáttan hevur hin­vegin ikki hesa binding, so óbrúktur peningur verður ver­andi hjá stovninum. - Hetta gevur okkum eitt nógv størri fíggjarligt rása­ rúm og fer at geva okkum heilt aðrar møguleikar fyri at hugsa og planleggja lang­ skygt, sigur Guðrið Høj­ gaard. 100 prosent alment Tá Visit Faroe Islands (Ferða­ ráð­ið) fór undir arbeiðið at legg­ja nýggja strategi stutt eft­ir, at Guðrið Højgaard hevði tikið við sum stjóri í mai 2012, var ynskið, at stovn­urin skuldi umskipast í eitt partafelag, sum helvt um helvt var alment og privat. Í ”Strategi fyri ferða­vinnu­ na í Føroyum” stendur so­leið­ is um hetta: “Hesin almenni-privati ognar­formur ger eisini, at aktørar í vinnuni, sum parta­ eigar­ar, fáa ein størri áhuga í samlaðu marknaðarføringini, og at játtanin í nógv størri mun eisini verður privat fígg­ ing. Hetta ger, at tann saml­ aða marknaðarføringin verð­ ur nógv størri og effektivari. Vinn­an krevur, at VFI (Visit Faroe Islands, red.) verður eitt parta­felag, har vinnan og tað al­menna saman satsa meira upp á marknaðarføringina av Før­oyum.” Men eftir uppskotinum hjá Johan Dahl skal tað al­ men­na eiga Visit Faroe Is­ lands 100 prosent. Hetta skeikl­ar tó ikki endamálið við um­skipan­ini, vissar Guðrið Høj­gaard um. - Tað primera fyri okkum er, at Visit Faroe Islands ikki long­ur verður ein almennur stovn­ur beinleiðis undir polit­isku skipanini. Í gongdini frá hugskoti til liðugt arbeiði vilja altíð henda broytingar, og broytingin frá hálvalment til alment partafelag hevur ong­an serliga týdning fyri okkum. Eg havi sjálv góð­ kent ætlanina hjá Johan Dahl, og eg vænti ikki, at hen­da konstruksjónin, har tað almenna eigur 100 pro­ sent, fer at minka um áhug­an hjá teimum privatu aktør­un­ um at vera við í markn­að­ar­ før­ingini, sigur Guðrið Høj­ gaard. TÍÐINDI Játtan Játtanin til Visit Faroe Islands er nærum tvífaldað – úr 8,5 milliónum krónum í 2012 í 15,9 milliónir krónur í 2014. Av hesum fara 13,4 milliónir krónur til virksemið hjá Visit Faroe Islands í 2014, tí tær 2,5 milliónir krónurnar av samlaðu játtanini fara til stuðulsjáttanir, sum Visit Faroe Islands bert umsitur. Hesar eru 1,5 milliónir krónur til stuðul til kunningarstovur, 0,5 milliónir krónur til NATA, sum er samstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar, og 0,5 milliónir krónur til krónu- fyri-krónu stuðulsskipanina. Málið er, at í minsta lagi 70 prosent av játtanini skal brúkast til marknaðarføring uttanlands. Í fjør eydnaðist hetta í ríkiligt mát, tí meira enn 75 prosent av teimum 14 milliónum krónunum tá fóru til marknaðarføring uttanlands. - Endamálið er at fáa størri kontinui­tet, stabilitet og effekti­vi­ tet í virksemið hjá Visit Faroe Islands og ikki tað at sleppa undan al­menn­um eftirliti og innliti, leggur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, dent á skulu tosa sama mál