mánadagur 24. februar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Ingolf S. Olsen
”Føroyar hava eitt stórt
potentiali sum ferðafólka
land. Fortreytin fyri at økja
um talið av ferðandi er, at
fólk kenna til landið og tær
upplivingar, sum eru at
fáa her. Tí er neyðugt við
eini effektivari og hollari
marknaðarføring av Føroy
um.”
Soleiðis skrivaði Johan
Dahl, vinnumálaráðharri, í
kronikk í fyrstu útgávuni av
Vinnublaðnum hjá Miðla
húsinum, sum kom út 30.
januar í ár.
Og at hann meinar nakað
við tað, ber hansara nýggjasta
átak á ferðavinnuøkinum boð
um. Eitt lógaruppskot um at
geva landsstýrismanninum
heimild at umskipa Ferða
ráðið, Visit Faroe Islands,
til eitt alment partafelag
er nevniliga sent til hoyr
ingar hjá ferðavinnuni, og
endamálið við lógini er júst
effektivisering av marknað
arføringini.
Um hetta sigur grein 2 í
lógaruppskotinum:
§ 2. P/F Visit Faroe Islands
hevur til endamáls at sam
skipa og marknaðarføra Før
oyar sum ferðafólkaland til
tess at skapa vøkstur innan
føroyska ferðavinnu.
Niðurslitið álit
Men tað hevði sjálvsagt eisini
borið til at hert marknaðar
føringina, tó at Visit Faroe
Islands var verðandi ein van
ligur almennur stovnur.
So veruliga grundgevingin
kemur í viðmerkingunum hjá
landsstýrismanninum til lóg
aruppskotið. Her endurgevur
hann sera rumblutu søguna
hjá
Ferðaráðnum,
og
niðurstøðan er ein ásannan
av, at álitið hjá ferðavinnuni
á politisku skipanina er slitið
niður í legg, og almenna
partafelagið
skal
verða
amboðið at endurreisa hetta
álitið.
Johan Dahl skrivar mill
um annað soleiðis í sínum
viðmerkingum:
“Meldurkenda
gongdin
í Ferðavinnuni í Føroyum
seinastu 30 árini (...), kann
sigast at vera eyðkend av
vantandi langskygdum æt
lanum fyri ferðavinnuna í
Føroyum. Nógvu politisku
umskipanirnar av ferðavinn-
uni hava máað av álitinum
millum
ferðavinnuna
og
politisku skipanina.
Tað er ein fortreyt fyri
menning og vøkstri inn
an
ferðavinnuna
í
Før
oyum, at hetta álitið millum
partarnar
verður
endur
reist, og at Ferðaráðið verð
ur lagt í tryggari og meiri
støðugar karmar. Til tess
at røkka hesum endamáli,
eru partarnir samdir um, at
tað er neyðugt at umskipa
Ferðaráðið,
m.a.
soleiðis
at frástøðan til politisku
skipanina verður størri, og
soleiðis at Ferðaráðið í størri
mun kann leggja eina lang
tíðar marknaðarføringaræt
lan í samstarvi við vinnuna.”
Freistin
hjá
hoyrings
pørtunum at koma við við
merkingum
til
lógarupp
skotið hjá Johan Dahl er úti í
dag, og síðani gongur neyvan
long tíð, áðrenn hann ber
uppskotið í tingið. Tí tað skal
avgreiðast í hesi tingsetuni,
tað er í vár, um umskipanin
av Visit Faroe Islands til
alment partafelag skal verað
framd, áðrenn ferðafólka
vertíðin í ár av álvara byrjar.
Lógruppskotið hjá vinnu
málaráðharranum
hevur
kjølfesti
í
samgonguni,
og sum tað sæst í øðrum
greinum her í blaðnum, fær
uppskotið
neyvan
nakra
harða mótstøðu frá and
støðuni heldur.
Vinnumálaráðharrin
vil endurreisa álit
Nógvu politisku umskipanirnar av ferðavinnuni gjøgnum tíðirnar hava máað
av álitinum millum ferðavinnuna og politisku skipanina. Og tað er hetta
álitið sum má endurreisast. Tað skrivar Johan Dahl í sínum viðmerkingum
til uppskotið um at gera Ferðaráðið til eitt alment partafelag
Ingolf S. Olsen
Allan Skaalum, sølu- og
marknaðarleiðari hjá Atlantic
Airways og formaður í Ferða
vinnufelagnum, sum er felag
ið hjá teimum føroysku ferða
vinnufyritøkunum, er ikki í
iva um, at Visit Faroe Islands
fer at verða meira effektivt í
oddinum fyri føroyska ferða
vinnu, um stovnurin verður
loystur úr stramma politiska
haftinum og umskipaður til
eitt partafelag.
- Í Ferðavinnufelagnum
taka vit undir við hesum.
Upprunaliga varð arbeitt við,
at Visit Faroe Islands skuldi
verða helvt um helvt alment
og privat, og á eykaaðalfundi
í fjør fekk nevndin í Ferða
vinnufelagnum heimild til at
skjóta pening í eitt slíkt felag.
At tað nú verður 100 prosent
alment í staðin broytir onki
upp ætlanina sum so, men
bert upp á eigarastrukturin,
so vit taka eisini fult undir
við hesum leistinum, sigur
hann.
Smidleiki
Allan Skaalum vísir á, at
ferðaráð alla aðra staðir fyri
langari tíð síðani eru ums
kipað í heil- ella hálvalmenn
feløg við tí fyri eyga at tilføra
virkseminum meira dyna
mikk og fleksibilitet.
- Tað hevur stóran týdning,
at ein stovnur sum Visit
Faroe Islands kann arbeiða
skjótt og smidligt og ikki skal
brúka óneyðuga tíð upp á
tær nógvu mannagongdir og
prosedyrur, ið hanga upp í,
tá talan er um ein almennan
stovn. Øll orkan, bæði í peng
um og arbeiðsorku eigur at
fara til marknaðarføring í
staðin, sigur hann.
Formaðurin í Ferðavinnu
felagnum heldur eisini, at
tað er gott samsvar millum
ætlanina hjá vinnumálaráð
harranum og viljan hjá Løg
tinginum.
- Tey seinastu tvey árini
er politiska skipanin farin
at lata nógv meira pening til
Visit Faroe Islands, so stovn
urin verður betri førur fyri
at marknaðarføra landið og
seta ferð á eina vinnu við
einum stórum potensjali, og
sum eisini fer at kasta nógvar
pengar av sær, um rætt verð
ur atborið. Tá hongur tað væl
saman, um politiski myndug
leikin samstundis tekur burt
ur allar tær forðingar, ið eru
fyri at virka smidligt og
effektivit, sigur Allan Skaal
um.
Vinnan fegnast
um umskipan
Formaðurin í Ferðavinnufelagnum væntar sær væl størri smidleika í virkseminum
hjá Visit Faroe Islands, um stovnurin verður skipaður sum alment partafelag