Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Undanstøðið undir Ferða­ ráð­num var Ferða­manna­ mið­støðin, ið var sett á stovn við lóg í 1984 og var skip­að við einum stýri og ein­um stjóra, sum varaði av dagliga rakstrinum. Í stýri­num sótu umboð frá Før­oya Kom­munu­ felag, Tórs­havn­ar Komm­ u­nu, Gist­ing­ar­húseig­ar­ar, Ferða­manna­feløg­ini, MBF, samferðslunevndin og landsstýrið. Aftur­at stýri­ n­um var eitt ráð­gev­andi um­boðs­mannaráð fyri ferðavinnuna við í mesta lagi 20 limum sett á stovn. Lands­stýrið av­gjør­di, hvørji feløg, fyri­tøk­ur og stovn­ar høvdu rætt til at út­nevna limir til um­boðs­ m­anna­ráðið. Í 1990 samtykti Løg­ ting­ið lógina um Ferðaráð Før­oya, sum kom í staðin fyri Ferðamiðstøðina. Høvuðs­broyt­ingin var, at bara trý fólk skuldu sita í stýrinum nú, og at teir allir skuldu útnevnast av lands­stýri­num. Limirnir í stýrinum skuldu hava rætta fakliga førleikan, men ikki vera beinleiðis part­ar í ferðavinnuni ella virkn­ir politikarar. Grund­ gev­ingin var, at ein tílíkur bygn­aður varð mettur at skapa eina meiri skjóta og smid­l­iga arbeiðsgongd. Í 2001 varð lógin um Ferðaráð Føroya broytt, tí mett varð, at gamli bygn­ að­urin var ótíð­ar­hósk­ andi. Uppskotið sum varð sam­tykt í 2001 er meinlíkt ver­andi lóg, sum varð sett í gildi í 2011. Bæði stýrið og ráð­gev­ andi umboðsráðið vórðu tik­in av, og í staðin var eitt Ráð fyri Ferðaráð Før­ oya valt. Ráðið hevur seks limir, allir tilnevndir av landsstýrismanninum at sita í fýr ár í senn. Ráðs­ limir­nir um­boða ferða­ smið­ir, ferða­flutn­ings­ vinnu­na, gist­ing­ar­hús- og mat­stovu­vinnu­na, økis­ ferða­vinnu­feløg, menta­ mál og vinnu­mál. Í 2006 varð lógin sett úr gildi, og Ferðaráðið varð við nýggjari løg­ ting­s­lóg lagt saman við Menn­ing­ar­stovuni, og saman­leggingin gjørd­ist grund­a­r­lag­ið undir nýgg­ ja vinnu­fra­ma­stovni­num Sam­vit. Í 2009 avgjørdi lands­ stýr­ið at avtaka Samvit og flyta starvsfólkini, sum fingust við ferðavinnuna, und­ir Uttanríkisráðið. Í mars 2011, varð Ferða­ ráðið Føroya so endur­ stovn­að í sama líki sum í 2001 og varð lagt undir Vinnu­mála­ráð­ið aftur. Kelda: Viðmerkingarnar til nýggja lógaruppskotið hjá Johan Dahl um p/f Visit Faroe Islands Ein buldras­ lig søga Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ásannar, at álitið millum ferðavinnuna og politisku skipanina er slitið niður í legg orsakað av áralangum politiskum rumbli. Nú vil hann endurreisa álitið við at skilja Visit Faroe Islands frá almennu umsitingini og umskipa stovnin til eitt alment partafelag Allan Skaalum, formaður í Ferðavinnufelagnum, fegnast um, at vinnumálaráðharrin hevur tikið stig til at umskipa Visit Faroe Islands til eitt alment partafelag. - Tað hevur stóran týdning, at ein stovnur sum Visit Faroe Islands kann arbeiða skjótt og smidligt og ikki skal brúka óneyðuga tíð upp á tær nógvu mannagongdir og prosedyrur, ið hanga upp í, tá talan er um ein almennan stovn, sigur hann