mánadagur 24. februar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Ingolf S. Olsen
Aksel V. Johannesen, for
maður og vinnupolitisk
ur
framsøgumaður
hjá
Javnaðarflokkinum, hevur
ikki enn sæð uppskotið hjá
Johan Dahl, vinnumála
ráðharra, um at umskipa
almenna Ferðaráðið, Visit
Faroe Islands, til eitt al
ment partafelag, og tí hev
ur hann ikki hug at fara í
smálutir.
- Men í útgangsstøðinum
eri eg ikki negativur, tí
hyggja vit at søguni, so
er onki at ivast í, at Visit
Faroe Islands hevði fingið
tað betri, um tað var eina
armslongd frá politisku
skipanini, sigur Aksel V.
Johannesen.
Men heldur ikki hann
ætlar bara at leggja seg
skerflatan, tá lógarupp
skotið kemur í Løgtingið,
men vil hava allar iva
spurningar væl og virðiliga
viðgjørdar.
Annað endamál
- Í prinsippinum skal eitt
partafelag hava sum enda
mál at vinna pening, men
her er helst talan um eitt
non-profit felag. Tí má
tað fáa eina viðgerð, um
tað er rætt at skipa hetta
sum eitt partafelag, eisini í
mun til partafelagslógina.
Eg veit tó væl, at líknandi
konstruksjónir eru gjørdar
í nógvum øðrum londum,
sigur javnaðarformaðurin.
Eisini hann er varin, tá
tað snýr seg um avmark
aðu atgongdina til innlit,
sum ein partafelagskon
struksjón hevur við sær,
og broytt starvsfólkaviður
skifti.
- Vit sóðu tað millum
annað við Posta, har starvs
fólkið knappliga ikki hevði
somu rættindi, sum áðrenn
stovnurin varð umskipaður
til alment partafelag. Slík
viðurskifti skulu sjálvsagt
takast við í orðaskiftið, sig
ur Aksel V. Johannesen.
Gott við
armslongdar-
frástøðu
Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum heldur
í útgangsstøðinum, at tað er eitt gott hugskot at
skilja umsitingina av føroysku ferðavinnuni frá
restini av almennu umsitingini. Men vit skulu eisini
læra av teimum keðiligu royndunum, vit hava av
líknandi umskipanum, til dømis Posta, heldur hann
- Onki er at ivast í, at Visit Faroe Islands hevði fingið tað betri, um tað
var eina armslongd frá politisku skipanini, men har fyri mugu vit viðgera
allar ivaspurningar væl og virðiliga, sigur Aksel V. Johannesen, formaður
og vinnupolitiskur framsøgumaður í Javnaðarflokkinum.
Ingolf S. Olsen
Kári P. Højgaard, einsamallur
tinglimur
og
formaður
í
Sjálvstýrisflokkinum,
heldur, at søgan prógvar, at
Ferðaráðið hevur havt meira
enn trupult við at virka sum
almennur stovnur, ið er
beinleiðis partur av almennu
umsitingini.
Tí
skilir
hann
eisini
væl ynskið hjá Visit Faroe
Islands um at verða skipað
sum alment partafelag í
staðin. Men samstundis er
hann sera ivasamur, tí hann
óttast,
at
allur
stuðulin
til ferðavinnuna tá fer at
verða latin upp í hendurnar
á hesum munandi meira
sjálvstøðuga partafelagnum.
- Guðrið Højgaard hevur
prógvað, at hon er sera
dugnalig, og tí hevur hon
eisini fingið tvífaldað sína
játtan. Og av somu orsøk eiga
vit at vísa henni stórt álit og
geva henni fríari hendur
enn nú, tí endamálið má
vera, at marknaðarføringin
av Føroyum verður framd so
væl og skynsamt sum gjørligt
. Men mítt ivasemi snýr seg
um, hvussu tað verður við
stuðlinum til lokaløkini fram
eftir. Vit vórðu kunnað um
hesa ætlanina á Hotel Hafnia
fyri nú nakað langt síðani, og
tá fekk eg ta fatan, at lokali
stuðulin ikki longur fór at
verða eins væl knæsettur,
og hann er í dag. Hesum
fari eg at geva serligan ans
undir tingviðgerðini, tí tað
verður ein vanlukka, um
kunningarstovurnar
og
lokalu átøkini annars fara at
fáa minni stuðul enn í dag,
sigur Kári P. Højgaard.
Kann ella skal
Sum almenni stuðulin til
ferðavinnuna er skrúvaður
saman í dag, fer øll játtanin
til Visit Faroe Islands. Men
ein partur av hesi játtan – 2,5
milliónir av 15,9 milliónum
krónum í ár – eru oyramerktar
sum
stuðulsjáttanir
til
kunningarstovurnar
kring
landið, til NATA-samstarvið
millum Føroyar, Ísland og
Grønland og krónu-til- krónu
stuðulsskipanina.
Og Kári P. Højgaard hevur
helst eisini okkurt at hava
sín ótta í, tí meðan lokali
stuðulin í verandi skipan er
oyramerktur, so verður tað
sambært lógaruppskotinum
hjá Johan Dahl júst upp til
Visit Faroe Islands sjálvt at
avgera, í hvussu stóran mun
ferðavinnustuðul skal latast
út til økini fram eftir.
Í
lógaruppskotinum
stendur nevniliga ikki, at
p/f Visit Faroe Islands skal,
men at felagið kann stuðla
økisferðavinnufeløgunum
fíggjarliga.
Eitt annað evnið, sum Kári
P. Højgaard ætlar at draga inn
í orðaskiftið, er lønarlagið í
almennum
partafeløgum
generelt.
- Posta er eitt skrekk-
eksempul upp á eitt alment
partafelag, har lítið hevur
riggað, men stjóralønin er
farin til himmals. Og tað
hevur eisini verið gongdin
í øðrum førum, tá almenn
partafeløg eru stovnað –
stjóralønirnar eru farnar upp.
Mín meining er, at vit eiga at
lóggeva um, at lønarlagið í
almennum
partafeløgum
skal
fylgja
lønarlagnum
á sama stigi í almennu
umsitingini annars, sigur
formaður Sjálvstýrifloksins.
Lokali stuð
Ingolf S. Olsen
Politiski tubulensurin rund
an um Ferðaráðið ella Visit
Faroe Islands seinastu nógvu
árini hevur sett so djúp sár í
álitið á politisku skipanina,
tá tað snýr seg um handfar
ingina av ferðavinnuni, at
nærum alt, sum kann bøta
um hetta, má fáa góða mót
tøku.
Tað heldur Bjørt Samuel
sen, vinnupolitisk framsøgu
kvinna hjá Tjóðveldi, og hon
heldur tískil eisini, at tað er
í lagi at skipa Visit Faroe Is
lands sum eitt alment parta
Álitið má
endurreisast
Bjørt Samuelsen undrast á, at vinnumálaráðharrin
við lóg vil verja ferðavinnuna móti sær sjálvum,
men heldur hinvegin, at um ein umskipan av
Ferðaráðnum til eitt alment partafelag kann vera
við til at endurreisa álitið á almennu umsitingina
av ferðavinnuni, so er tað rætt at gera tað
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum skilir væl ynskið
um at fáa skilt Visit Faroe Islands frá politisku
skipanini, men hann ræðist vandan fyri, at eitt alment
partafelag eisini fer avstað við øllum stuðlinum,
sum í dag er ætlaður ferðavinnuni í lokaløkjunum