mánadagur 24. februar 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Guðrið Højgaard hevur prógvað sítt dugnasemi og eigur at fáa fríari hendur, men samstundis eiga vit at tryggja, at stjóralønirnar í almennum
partafeløgum fylgja lønarlagnum á sama stigi í almennu umsitingini annars, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum
felag, um tað er tað, sum skal
til.
- Alt, sum kann vera við
til at endurreisa álitið, er
eitt stig á rættari leið, men
sjálvsagt eru fleiri ivaspurn
ingar, sum eg eisini fari at
gera mítt til at fáa reist, tá
hetta uppskotið kemur fyri
í tinginum. Millum annað
hevur tað fyrr elvt til kjak í
politisku skipanini, um tað
er rætt at brúka eina parta
felagskonstruksjón, tá tað
snýr seg um at skipa virksemi,
sum ikki í sær sjálvum skal
hava vinning. Hetta mugu vit
kanna og viðgera og sjálvsagt
seta í mun til teir fyrimunir
og vansar, ið kunnu verða,
sigur hon.
Farvæl innlit
Hon sigur, at tað smakkar
henni illa at skula siga farvæl
til møguleikan hjá miðlunum
og øðrum áhugaðum at biðja
um alment innlit í umsiting
ina av ferðavinnuni, tá Visit
Faroe Islands er vorðið al
ment partafelag.
- Men her vigar tað meira,
at stovnurin verður skildur
frá politisku skipanini, tí
søgan er so ræðandi. Síða
ni mugu vit hava álit á, at
stovnurin sjálvboðin fer at
virka eins opið og gjøgnum
skygt, sum hann nú skal gera
sambært lógini um alment
innlit. Tað ber jú eisini til at
seta reglur um alment innlit
í lógina um almenna parta
felagið.
- Annars haldi eg, at Visit
Faroe Islands hevur nøku
lunda sama leiklut í mun til
ferðavinnuna, sum almenna
partafelagið Fiskaaling hev
ur í mun til alivinnuna, og
har má eg siga, at tað hevur
riggað
væl,
sigur
Bjørt
Samuelsen.
Sjálvverja
Hon kann tó ikki lata vera við
at undrast á, at hetta stigið
verður tikið av júst hesari
stjórnini.
- Høvuðsgrundgevingin
er jú at sleppa Visit Faroe Is
lands undan óstabiliteti veg
na politiskum turbulensi. Við
øðrum orðum vil Johan Dahl
nú við lóg verja ferðavinnuna
móti sær sjálvum. Men tað
er eisini upp á sítt pláss, tí
tað vóru nøkulunda teir
somu sum nú, ið ráddu, tá
Ferðaráðið fyrst varð av
høvdað fyri at geva rúm fyri
Samvit, sum síðani eisini
varð avhøvdað, so vit í trý ár
als onki ferðaráð høvdu, sig
ur Bjørt Samuelsen.
TÍÐINDI
ulin má varðveitast
- Alt, sum kann bøta um
álitið á politiska viljan við
ferðavinnuni, er eitt stig
á rættari leið, sigur Bjørt
Samuelsen, vinnupolitiskt
framsøgufólk hjá Tjóðveldi
Fakta §3
Játtanin til Visit Faroe
Islands umfatar í dag
lógarsettar stuðul-
sjáttanir til lokalu
kunningarstovurnar,
NATA-samstarvið mil-
lum Føroyar, Ísland og
Grønland og krónu-
til- krónu stuðulsski-
panina. Í ár eru hesar
stuðulsjáttanirnar á
til samans 2,5 mil-
liónir krónur, harav
1,5 milliónir krónur
eru til kunningarsto-
vurnar.
Men hetta verður
broytt sambært upp-
skotinum hjá Johan
Dahl um at skipa Visit
Faroe Islands sum
alment partafelag.
Undir yvirskriftini
Økisferðavinnus-
tuðul ljóðar grein 3
í lógaruppskotinum
soleiðis:
§ 3.
P/F Visit Faroe Is-
lands kann í sam-
starvi við kommunur
og lokalu vinnuna
stuðla økisferðavin-
nufeløgum fíggjarliga.
Stk. 2.
P/F Visit Faroe
Islands kann móti
umsókn lata fer-
ðavinnuni stuðul
at marknaðarføra
Føroyar.
Stk. 3.
Vinnumálaráðið tekur
avgerð um stuðul
sbrt. stk. 1 og 2 eftir
tilmæli frá P/F Visit
Faroe Islands.
Stk. 4.
Landsstýrismaðurin
ásetir nærri reglur um
treytir fyri, hvussu
stuðul sbrt. stk. 1 og
2 kann vera latin.