mánadagur 24. februar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Marjun Dalsgaard
Sosialurin
hevur
skrivað
eina røð av greinum, sum
vísa á, at váðametingin av
Eysturoyartunnlinum liggur
á markinum fyri, hvat er
góðtikið sambært norsku
trygdarásetingunum,
sum
føroyingar
ganga
eftir.
Hendan váðameting er av
tí sama blivin lastað fyri
at ikki taka røttu atlit til
ymisk parametur í summ
um
førum,
og
sambært
eldserfrøðinginum
Hans
Haraldsen, sum hevur skriv
að høvuðsupgávu á DTU
um
trygd
í
Eysturoyar
tunnlinum, er váðin í veru
leikanum størri enn tann
formliga váðametingin sigur
og lýkur tí ikki krøvini fyri
einum einkultum tunli mót
vegis einum dupultum tunli.
Trygd fyri sama pening
Sambært kanningini "Brand
sikkerhed
i
undersøiske
enkeltrørtuneller på Færøer
ne", hevði tað bøtt munandi
um trygdina í tunlinum, um
man brúkti millum 65 og 125
milliónir krónur meira uppá
antin ein neyðtunnil ella
eina ventilatión, sum kann
súgva tann eitrandi roykin
út úr tunlinum.
Ein
tílík
ventilatións
skipan er mett at kosta
125 milliónir krónir pluss
viðlíkahald, sum er mett til
at vera 5%. Ein annar møgu
leiki er at bora tunnilin tveir
metrar breiðari og stoypa
ein betongvegg, so ein neyð
tunnil verður partur av
tunlinum. Hetta hevði kostað
65 milliónir krónir eyka um
framt viðlíkahald, sum er 5%
árliga, men hevði tryggjað
tunnilin munandi betur.
Nógv tung ferðsla
Eysturoyartunnilin verður
munandi longri enn teir
undirsjóvartunlar vit hava í
dag - nevniliga 11,2 km í alt.
Vanliga eigur ein tunnil at
vera dupultur, ella hava tvey
rør, um hann er longri enn
10 km, men av tí at PF Skála
fjarðatunnilin gjørdi eina
váðameting, sum metti, at
váðin ikki lá yvir markinum
fyri, hvat man vil góðtaka
sambært Håndbok 021, er
verkætlanin gjørd við ein
um einkultum tunli við mót
gangandi ferðslu.
Eisini verður nógv meira
ferðsla í Eysturoyartunli
num, enn vit kenna tað frá
Vágatunlinum og Norðoyar
tunlinum. Ein rættiliga stór
ur partur av hesu ferðslu
verður sokallað tung ferðsla
- altso stórir lastbilar ella
trailarir.
Ár
Longd KM
Djúpasta punkt
Ferðsla 2008 (bilar í døgnið árlig)
Kostnaður mió
Vágatunnilin
2002
4,9
105
1530
302
Norðoyartunnilin
2006
6,2
150
1860
405
Eysturoyartunnilin
2018
11,2
220
4000
1050
Sandoyartunnilin
2021
10
150
700
862
Kelda: Hans Haraldsen, Brandsikkerhed i undersøiske enkeltrørtunneler på Færøerne og SINTEF Rapport, Risikoanalyse af
Skalafjordtunnelen
Alt eftir hvørja loysn, politikarnir velja til fasta
sambandið millum Suðurstreymoy og Eysturoy
nýtist tað ikki vera dýrari at tryggja tunnilin betur
Ein transversventilatiónsskipan hevði økt munandi um trygdina, av tí at hon sýgur roykin
út úr tunlinum. Tann ætlaða ventilatiónin í uppskotinum um Eysturoyartunnlinum,
Jetfan blæsir roykin út gjøgnum tunnilin. Sambært kanningini "Brandsikkerhed i
undersøiske enkeltrørtuneller på Færøerne" er fyrimunurin við transversventilatiónini,
at um bilførararnir fáa neyva upplýsing sum skjótast, er gjørligt at tøma tunnilin
fyri bilar, hóast eldurin er í ljósum loga, tí ventilatiónin megnar at fáa burtur roykin.
Hendan loysnin krevur, at ventilatiónskanalir verða stoyptar, og tað kostar umleið
125 milliónir krónur. Haraftrat krevur tað neyvan kunnleika at stýra ventilatiónini
rætt. Vansin kann vera, at ventilatiónin ikki verður handfarin rætt og tað kann gera
skaðan enn verri. Kostnaðurin fyri drift og viðlíkahald er tað sama sum við Jetfan
Kelda: Brandsikkerhed i undersøiske enkeltrørtunneller på Færøerne, av Hans Haraldsen
Tað kostar 65 milliónir krónur eyka at gera ein neyðtunnil, sum kann minðka munandi um
váðan í tunlinum. Tað verður gjørt við at bora tunnilin 2 metrar breiðari og síðan stoypa ein
betongvegg, so ein flugttunnil er í síðuni. Ein útgongd eigur at vera fyri hvørjar 125 metrar.
Kelda: Brandsikkerhed i undersøiske enkeltrørtunneller på Færøerne, av Hans Haraldsen
Kostnaður av trygdarátøkum
Eyka kostnaður (mió)
Viðlíkahald (árliga)
Transvers ventilatión
125
0*
Sprinkling
27,6
1,4 mió
Neyðtunnil
64,4
3,5 mió
*Transvers ventilatiónin verður mett at kosta tað sama í viðlíkahaldi sum ætlaða Jetfan
ventilatiónin.
Loysn 1:
Sund-Strendir
+brúgv
+ tunnil
Gøtudal/Kambsdal
Loysn 2:
Sund- Strendir
+ tunnil
+ tunnil
Gøtudal/Kambsdal
Loysn 3:
Sund - Toftavatn
+ brúgv
+ umfartsvegur
Loysn 4:
Sund - Toftavatn
+ tunnil
+ umfartsvegur
Loysn 5 :
Tunnil T-loysn við
rundkoyring (aktuella loysnin)
Íløgukostnaður (mió kr.)
Prísir frá 2007
848
953
915
1029
1030
Kostnaðarmeting frá 2007
Kelda: Landsverk Heildarætlan 2008 - 2020 og framløga frá PF Skálafjarðartunnilin. Prísirnir eru frá 2007 og kunnu tí ikki samanberast við kostnaðarstøði fyri Eysturoyartunnilin í dag.
Eysturoyartunnil
Trygdartiltøk nýtast
ikki vera dýrari