Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 L utakastið til EM 2016 undankappingina gjørdist ikki tað mest spennandi vit hava fingið. Tað byrjaði longu í sterkasta styrkisbólkinum, tá vit endaðu við at fáa Grikkaland heldur enn lond sum Ongland, Týskland, Italia, Spania og Portugal. Tað einasta góða við Grikkalandi er, at teir eru væl veikari enn hini londini úr sterkasta styrkisbólkinum. Síðani komu Norðurírland og Finnland í okkara bólk. Tað var nú ikki tað ringasta. Ikki so langt at ferðast og lond vit kenna nakað til. Umframt tey, so fingu vit eisini Rumenia og Ungarn í okkara bólk. Lond sum fyrr hava verið stór á fótbóltskortinum, men sum ikki hava so nógv stjørnustøv longur. Alt í alt eitt minni gott lutakast, tá hugsað verður um at fáa stórar fótbóltsstjørnur hendan vegin. Tað hevur mangan verið tað, ið hevur hálað nógvar áskoðarar til landsdyst í Føroyum. Nú skulu vit til at venja føroyingar at koma til landsdyst, fyri at hyggja eftir føroyska landsliðnum. Tað krevur at FSF, miðlarnir og vanligi fótbóltselskarin taka eitt tak fyri landsliðið. Vit skulu fyrst og fremst til at læra føroyska áskoðaran at gera eitt “evant” burtur úr einum landsdysti. Har upphiting og undirhald er ein partur av upptaktini rundan um leikvøllin. Tað má verða ein uppliving at koma til landsdyst. Bæði fyri tey ungu og tey eldru. Tað verður mangan gjørt nógv burtur úr upphitin, men tað tykist ikki sum føroysku áskoðararnir bíta á. Tað er vanligt í eitt nú Onglandi, at tað er nóv at fara til rundan um stadion undan einum dysti. Hetta skulu vit eisini royna og læra áskoðarar at møta tíðliga og huga sær til landsdyst. Hitt takið er hjá miðlunum at fáa gjørt nógv burtur úr. Sum nú er, so verður ótrúliga lítið kjakast um landsliðið. Tað er onkur hissini upptaktssending, men ov sjáldan at vit tora at veruliga viðgerð landsliðið. Tíverri endar flestu kjakini á netinum í rusukast og tápuligum viðmerkingum. Tað drepur hugin at kajkast og av tí saman, so gevur tað eisini ein keðiligan dám á landsliðskjakið. Tú kanst siga, at tað er ein djarvur kjakari, sum tori at kjast um landsliðið, tí tað endar bara við stuttum keðiligum aftursvarum, frá fólkið, sum ikki ynskja landsliðnum ella fótbóltinum nakað gott. Nú hava vit einki annað val. Vit mugu raðfesta føroysku spælararnar hægst. Tað gevur eitt tak frá øllum – eisini tær. Nú mugu vit rað­ festa Føroyar hægst Ítróttar klumman Tróndur Arge Jóannes Hansen Nú er tað greitt, hvussu skráin sær út hjá Føroyum og hinum londunum, sum eru í bólki F: Grikkaland, Før­oyar, Norður­írland, Finnland, Rumenia og Ungarn. Føroyar skulu spæla fýra dystir í heyst – tveir á heimavølli og tveir á útivølli. Lagt verður fyri á heimavølli sunnudagin 7. september klokkan 19.45, tá ið Finland verður mótstøðuliðið. Leygardagin 11. oktober skulu Føroyar spæla á úti­ vølli ímóti Norðurírlandi, týs­kvøldið 14. oktober vitjar Ungarn í Føroyum, og fríggja­kvøldið 14. november ella ein mánað eftir, at lands­ kappingin heima á landi verður liðug, skulu Føroyar spæla á útivølli ímóti Grikka­ landi. – Eg haldi, at vit hava møguleika at vinna stig ímóti øllum liðunum, tá ið vit eiga heimavølli, segði Lars Olsen. Landsliðsvenjarin iðrar seg um, at lutakastið lagaði tað soleiðis, at Føroyar skulu spæla trupla útidystin ímóti Rumenia í mars, tá ið kapp­ ingin heima á landi ikki verð­ ur serliga gomul. joannes@sosialurin.fo skráin løgd ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Páll ivasamur til landsliðið Talan er um ein afturvendandi skaða í fótinum, sum millum annað darvaði framherjanum nógv, tá hann spældi við Víkingi. Páll hevur verið til viðgerð, men mátti skaddur av vøllinum í finaluni í Klaksvíkskappingini www.ab.fo: Sjúrður Olsen um Jóan Símun Hann meti eg vera besta føroyska áleypara í løtuni. www.b36.fo: Eftir heldur keðiliga úrslitinum í gjár, har vit máttu lúta 5-1 ímóti HB, so lá betur fyri í dag, tá vit møttu ÍF um 3. pláss. www.if.fo: ÍF fingið luttøkuloyvi Arbeiðið krevir nógva umsiting, og hevur tískil mevndin havt úr at gera fyri at halda tær ymsu freistirnar. Í dag komu so boð frá FSF um, at okkara fremsta manslið framhaldandi verdur at finna i Effo-deildini. www.portal.fo: Rebekka Fuglø setti í dag nýtt føroyskt met á 800 metrum við tíðini 2.14,83. Hetta hendi tá hon rann finalu í innandura DM í Skive. Tíðin í dag rakk til eitt flott 4. pláss. www.hb.fo: Um reyða kortið hjá Pál M. Joensen Troyttandi løtan tá Pál varð rikin av vølli, var sum so, bara ein samanrenning av, at KÍ, allan dystin leikti sera hart og ófantaligt og áhaldandi løgdu dómaran undir sera stórt trýst. Hóast Pál av røttum fekk reyða kortið, átti KÍ-leikarin somuleiðis at sloppið undir brús vegna hannsara sera ósportliga máta at fara fram móti Pál. www.nordlysid.fo: HB átti munin í fyrra hálvleiki, meðan KÍ átti munin í seinna hálvleiki. Fáir mál møguleikar vóru báðar vegir. HB hevur sostatt vunnið vunnið Klaksvíkskappingina annað árið á rað. Heimasíðurnar skriva: Bólkur A: Holland, Kasakstan, Ísland, Letland, Turkaland og Kekkia Bólkur B: Bosnia og Hersegovina, Andorra, Kýpros, Wales, Ísrael og Belgia Bólkur C: Spania, Luksembourg, Makedonia, Hvítarussland, Slovakia og Ukraina Bólkur D: Týskland, Gibraltar, Georgia, Skotland, Pólland og Írland Bólkur E: Ongland, San Marino, Litava, Estland, Slovenia og Sveis Bólkur F: Grikkaland, Føroyar, Norðurírland, Finnland, Rumenia og Ungarn Bólkur G: Russland, Liktinstain, Moldova, Montenegro, Eysturríki og Svøriki Bólkur H: Italia, Malta, Aserbadjan, Bulgaria, Norra og Kroatia Bólkur I: Portugal, Albania, Armenia, Serbia og Danmark (Frakland) EM 2016 Undankapping – bólkarnir: Skráin hjá føroyska landsliðnum í EM- undankappingini: 7. september 2014: Kl. 19.45 Føroyar - Finland 11. oktober 2014: Kl. 19.45 NorðurÍrland - Føroyar 14. oktober 2014: Kl. 19.45 Føroyar - Ungarn 14. november 2014: KL. 19.45 Grikkaland - Føroyar 29. mars 2015: Kl. 17.00 Rumenia - Føroyar 13. juni 2015: Kl. 19.45 Føroyar - Grikkaland 4. september 2015: Kl. 19.45 Føroyar - NorðurÍrland 7. september 2015: Kl. 19.45 Finland - Føroyar 8. oktober 2015: Kl. 19.45 Ungarn - Føroyar 11. oktober 2015: Kl. 17.00 Føroyar - Rumenia Dráttur kærir SÍ Hilmar Jan Hansen Dráttur hevur kært ein av spælarunum hjá SÍ, Helgu Guttesen, tí hon skal hava spælt ólógliga við í dystinum í høllini á Giljanesi í gjár, sum Dráttur forrestin vann 3-2. Helga Guttesen fekk spæliloyvið flutt frá ÍF til SÍ tann 6. februar, men í kær­uni heftir Dráttur seg við, at Flogbóltssambandið hevur givið Helgu loyvi at spælt út frá grein 8a í kapp­ ingar­reglunum, sum sigur, at »luttakandi leikari skal í minsta lagi hava verið limur ein mánað í tí felag, sum hann luttekur fyri.« Dráttur vil vera við, at Flogbóltssambandið ikki í hesum føri kann geva spæli­ loyvi út frá grein 8a. Hetta, tí ÍF ikki vildi flyta spæliloyvið hjá Helgu til SÍ, fyrr enn innanhýsis dysturin millum ÍF og SÍ var spældur tann 5. februar. Loyvið var flutt dagin eftir. ÍF kundi halda spæli­ loyv­inum aftur til eftir tann dystin, tí grein 8d í kappingarreglunum sigur, at »felag kann nokta leikara at flyta til annað felag, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felags­ lig áhugamál binda við­ komandi leikara.« Somuleiðis vísir Dráttur á eitt fordømi frá 2006, tá ein spælari skifti frá ÍF til Drátt. Men ta ferðina fekk Dráttur greið boð um, at spældi spælarin, áðrenn ein mánaður var farin, frá tí at spæliloyvið varð flutt, fór Dráttur at tapa viðkomandi dystir. Í kjaki á Facebook vísir onkur á, at Helga Guttesen ikki hevur spælt fyri ÍF í tvey ár, men har svarar so onkur annar aftur, at við­ kom­andi spælari, sum í 2006 flutti frá ÍF til SÍ, heldur ikki hevði spælt við ÍF tað kapp­ ingarárið, men allíkavæl mátti bíða ein mánað.