mánadagur 24. februar 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23
ítróttur
Theodor Kapnas er hálvur finni og hevur fylgt finska íshokkilandsliðnum undir vetrar
leikunum. Hann heldur m.a., at íshokki hevur alt, sum ein ítróttur skal hava. Tá ið saman
um kom var hann bæði nøgdur og ónøgdur við OL-bronsuna, sum Finnland fekk
Theodor finskur fjeppari um ein háls
Pætur Albinus
Theodor Kapnas, sum vit
kanska kenna best sum tón
leikatøkning og guitarist í
tónleikabólkinum Hamferð,
er ein av teimum helst fáu
í Føroyum, sum skúgvar at
kalla alt til viks fyri at síggja
OL í Sochi – nærri nágrein
iliga finska íshokkilandsliðið,
sum hann hevur stuðlað í
mong ár.
– Eg eri hálvur finni, og
íshokki fyllir nógv í Finlandi,
so tað hevur altíð havt mín
áhuga. Eg haldi at eg ordiliga
fall fyri tí til OL í Salt Lake
City í 2002, har Finland tapti
OL-finaluna ímóti Svøríki
1-0. Síðani tá havi eg roynt at
fylgt við. Um tað liggur fyri,
so plagi eg at fylgja við í HM,
men tað er serliga OL sum
er áhugavert, tí tá eru allar
NHL-stjørnurnar við í kapp
ingini. Íshokki-HM er eitt
sindur keðiligt eftirsum NHL
ikki verður steðgað meðan
HM er, og tískil ávirkast tað
øgiliga nógv av hvørji lið
eru eftir í NHL playoffs og
hvørjir spælarir eru tøkir,
sigur Theodor.
Hann vísir á, at tað er
uppá tal, at NHL ikki fer at
steðga undir OL í 2018, men
at hann vónar, at tær ætlan
irnar ikki fara at halda.
Búði í Svøríki
Theodor hevur sjálvur búð
í Svøríki, har íshokki er ein
risa stór ítróttargrein, og
tað var eisini har, at áhugin
fyri íshokki av álvara varð
kveiktur.
– Eg las í Karlstad í Svøríki
frá 2008 til 2011. Tað eina
árið búði eg fimm minuttir
frá høllini hjá Färjestads
BK í Karlstad, sum vann
SM í 2009 og 2011. At síggja
íshockey live er fantastiskt.
Eitt standipláss á Löfbergs
Lila Arena kostar tað sama
sum at hyggja eftir einum
dysti í Effodeildini, so sjálvt
ein fátækur lesandi hevði
ráð til nakrar dystir. Eg var
til allar heimadystirnar í
SM-finaluni í 2009 (í íshokki-
finalum verður spælt best
av sjey dystum) uttan í gull
dystinum, tá ið eg lá 500
metrar burturifrá í íbúðini
hjá mær við 40 í fepuri og gav
atgongumerkið burt, sigur
Theodor, sum síðani varð
spurdur um hvat tað er við
júst hesum ítróttinum, sum
hevur fanga hansara áhuga.
– Íshokki er ein fantast
iskur ítróttur. Tað hevur
høga
leikferð,
kropsliga
styrki, drama og taktikk. Við
øðrum orðum inniheldur tað
alt, sum ein ítróttur skal inni
halda. Íshokki-kappingarár
eru keðiligt sett upp, tí fyrra
helvt av kappingarárinum
er bara innleiðandi dystir til
endaspælið í deildini (play
offs), sum vanliga byrjar í
mars. So ein landskappingar
dystur
eitt
týskvøld
í
november hevur ikki so nógv
uppá seg. Men tá ið avgerðir
nar byrja at nærkast er tað
ótrúliga spennandi, og alt
verður avgjørt head-to-head,
vísir Theodor á.
Familjan hyggur
Íshokki hevur ongantíð verið
ein ítrótt í Føroyum, og tað
munnu vera fá, sum fylgja
væl við í hesum ítróttinum
her um leiðir.
– Her eru sjálvandi nakr
ir, men tað er ikki nakað sum
eg havi til felags við nakr
an í Føroyum um sum so.
Mamma plagar at fylgja við
tá ið tað eru landsliðskapp
ingar, og tann finska familjan
og nógv svensk vinfólk hjá
mær fylgja sjálvandi eisini
væl við, sigur Theodor.
Í Danmark er íshokki í
vøkstri og nakrir leikarar
eru fyri stuttum slopnir at
spæla í heimsins bestu deild,
amerikonsku NHL. Tað eru
serliga Svøríki og Finnland,
sum hava eina mentan fyri
hesum ítrótti, og hava hópin
av leikarum í NHL sam
stundis sum landslið teirra
teljast millum sterkastu í
heiminum.
Vunnu á vertunum
Mikudagin í síðstu viku
framdi Finnland eitt bragd
við at vinna 3-1 ímóti vert
unum og favorittunum úr
Russlandi.
– Finland hevði spælt væl
og hevði júst sligið Russland
út, sum er eitt bragd. OL
er jú í Sochi í Russlandi,
og líka sum í Vancouver í
2010 var íshokkigullið tað
týdningarmesta
heiðurs
merkið hjá vertunum. So
Russland
vóru
kanska
størstu gullfavorittarnir til
hetta OL-endaspælið, sjálvt
um Russland ikki hevur
imponerað í OL síðani Sovjet
samveldið fall. Finland og
Russland eru gamlir rivalar
og deila eina grensu, so tað
var ein fantastiskur sigur í
kvartfinaluni, sigur Theodor.
Fingu bronsu
Fríggjadagin var hálvfinalan
ímillum arvafíggindarnar úr
Finnlandi og Svøríki, og her
var tað Svøríki, sum dróg
longra
stráðið.
Finnland
kom á odda 1-0, men Svøríki
svaraði aftur og vann 2-1.
– Eg var til arbeiðis með
an dysturin var og sá ikki
allan dystin út í eitt. Tað
virkaði sum um Svøríki var
betra liðið, og tað var bara
harmiligt, at Rask ikki kundi
spæla, sigur Theodor vísandi
til finska heimsklassamál
verjan Tuukka Rask, sum
gjørdist sjúkur undir OL og
ikki fekk verið við í hálv
finaluni.
– Dysturin varð sæddur
sum ein dystur ímilum mál
verjarnar, men eg haldi tá ið
alt kom til alt, at tað gjørdi
ongan mun, heldur Theodor.
Finnland gjørdi bart í
dystinum um bronsuna og
vann heili 5-0 ímóti USA.
Theodor er misjavnt nøgdur
við bronsuna.
– Bæði ja og nei. Tað er
ongantíð stuttligt at tapa
ímóti Svøríki, sigur Theodor
Kapnas at enda.
Kanada endurvann OL-
gullið í gjár, tá ið teir vunnu
3-0 ímóti Svøríki í finaluni.
Jonathan
Toews,
Sidney
Crosby og Chris Kunitz skor
aðu málini.
albinus@sosialurin.fo
íshokki
Theodor Kapnas