mánadagur 24. februar 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23
ítróttur
fótbóltur klaksvíkskappingin
KÍ - HB 0-1 (0-1)
0-1 Poul Ingason, 15
KÍ: (4-3-3)
Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur
Kalsø, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende (Ísak Simonsen, 69.min),
Hjalgrím Elttør – Álvur F. Christiansen (Ivan Joensen, 62.min), Heðin Klakstein,
Páll A. Klettskarð (Jóhan Jacobsen, 35.min)
HB: (4-3-3)
Teitur M. Gestsson – Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Gunnar Haraldsen,
Pál M. Joensen – Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen (liðsk), Heini Vatnsdal,
René Shaki Joensen (Bárður J. Heinesen, 62.min), Kristin R. Mouritsen (Páll M.
Joensen, 62.min) – Poul Ingason (Teit Jacobsen, 46.min)
B36 - ÍF 3-1
Besti spælari í kappingini:
Fróði Benjaminsen (HB)
Miðvøllurin hjá er lykilin til góðu úrsitini hjá HB. Har er
grundsteinurin undir góðu avrikinum í fjør og higartil í
ár. Fróði Benjaminsen og Heini Vatnsdal eru motorarnir á
miðvøllinum. Tað ber næstan ikki til at taka dagar í millum
teir, men Fróði Benjaminsen hevur kansa havt eitt vet
størri týdning fyri gullið í Klaksvíkskappingini, tí verður
hann valdur til besta spælaran.
Umframt Fróða og Heina Vatnsdal kunnu nevnast
Hjalgrím Elttør og Jonas Flindt Rasmussen hjá KÍ. René
Shaki Joensen og Poul Ingason gjørdu um seg við málum,
men ikki nokk til at bjóða av um heitið hesaferð.
Besta málið:
Leivur Joensen (ÍF)
Skoraði eina frísparksperlu í evstu løtu í dystinum móti
KÍ. Í besta David Beckham stíli sendi hann bóltin upp í
nærmasta málhorn. Bólturin brast í stongina og í mál.
HB endurvinnur Klaksvíkskappingina við 1-0 sigri á KÍ.
Poul Ingason skoraði einsamalla málið, tá dysturin var
eitt korter gamal. Tað var eftir hornaspark, at nýggju
framherjin hjá HB fekk prikað bóltin í kassan.
HB var omaná leikliga fram til Pál Mohr Joensen í seinna
hálvleiki fekk beinleiðis reytt kort fyri at sparka út eftir
KÍ spælara. Síðani trýsti KÍ, men tað endaði við, at Tórur
Justesen fekk sítt seinna gula kort. So vóru 10 móti 10.
Hesa løtuna var HB nokk nærri at koma upp á 2-0, enn
KÍ var at javna, sjálvt um KÍ hevði onkra vandastøðu.
trondur@sosialurin.fo
B36 vann dystin um 3. plássið móti ÍF við málum frá
Adeshina Lawal, Rasmus Dan Sørensen og Tóka á Lofti.
KÍ 0 - 1 HB
B36 3 - 1 ÍF
Finalan:
3. plássið:
Myndir: Álvur Haraldsen