Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur ítróttur HB er favo­ rittur Klaksvíkskappingin gav nakrar ábendingar um hvussu tey fýra luttakandi liðini eru fyri. Staðfestast má bara, at HB er favorittur til FM, eftir at teir vunnu kappingina Tróndur Arge – Klaksvík Klaksvíkskappingin hevur verið um vikuskiftið. Hon hevur givið nakrar ábend­ ing­ar um hvussu liðini eru fyri. HB vann kappingina uttan fimm spælarar, sum ann­ars høvdu kunna byrjað inni. KÍ hevur fingið lukkað av í verjupartinum, men ÍF og B36 hava nøkur ting at arbeiða við. Vit hava hugt nærri teimum fýra liðnum, sum luttóku í Klaksvíks­ kapp­ingini HB Óhugnaliga sterkir HB er aftur í ár vinnari av bæði av kappingini hjá Venjara­felagnum og Klaks­ víks­kappingini. Venjarin er nýggjur og hópurin er styrktur. Spælið er ikki eins flótandi, sum upp á tað besta í fjør, men styrkin á liðnum er óhugna­lig eftir føroyskum mátistokki. HB vann hálvfinaluna móti B36 5-1, meðan finalan end­aði við 1-0 sigri á KÍ. HB liðið gevur ikki seg sjálvt, tí tað eru so nógvir spælarar, sum kunnu byrja inni. Til Klaks­víks­kappingina sótu Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen, Alex José dos Santos, Jógvan Rói Davidsen og Levi Hanssen uttan­fyri. Alíkavæl vinnur HB Klaksvíkskappingina og liðið sær als ikki viknað út. Umfram tað, so var Andrew av Fløtum ikki við í finaluni, so har manglaðu seks spæl­ arar. Miðvøllurin grundsteinurin Málverjin lat bara eitt mál inn og tað kom upp á brots­ spark. Ársins málverjin frá í fjør sær gott út aftur í ár. Verja tykist sterk og trygg. Jóhan Troest Davidsen er skumpaður út á høgra bakk, fyri at gera pláss fyri Rógva Holm í miðverjuni. Pál M. Joensen er vinstribakkur nú Alex José dos Santos er skaddur. Miðvøllurin hjá HB er grundsteinurin undir góðu úrslitunum. Fróði Benjamin­ sen, Heini Vatnsdal og Tróndur Jensen spældu allir væl í báðum dystunum. Teir vístu eisini styrki í venjara­kappingini, sum var í Gundadali. Meðan Fróði Benjaminsen tykist eins ungur og góður í fjár sum undanfarnu árini, so tykjast Tróndur Jensen og Heini Vatnsdal betri fyri enn sama tíðspunkt í fjør. Tróndur avloysur Bárð Olsen, sum skifti til AB, meðan Heini Vatnsdal meiri og meiri líkist einum framtíðar landsliðsmiðvallara. Á vengrunum hevur HB fleiri møguleikar. Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen, Símun Samuel­ sen, Levi Hanssen, René Shaki Joensen og Páll M. Joensen kunnu allir spæla har, umframt at HB í Poul Ingason hevur fingið eitt alternativ til Andrew av Fløtum í álopinum. Á papírinum hevur HB besta liðið Effo-deildini og tað hava teir eisini prógvað higar­til. KÍ Stór framstig KÍ kom í finaluna í Klaks­ víks­kappingini við sigri á ÍF í hálvfinaluni. Tað máttu brots­spørk til áðrenn KÍ vann seg víðari. Í finaluni stóð KÍ ikki nógv aftanfyri HB, men tað kom illa við, at Páll Klettskarð mátti lata seg útskifta við skaða longu aftaná 35 minuttir. KÍ hevur í Jonas Flindt Rasmussen og Ndende fingið tveir sterkar spælarar, sum tykjast geva liðnum nógv. Millum annað koma tað bara tvey mál ígjøgnum í teimum báðum dystinum. Eitt er brotsspark og hitt er eftir hornaspark. Sosatt kláraðu hvørki ÍF ella HB at skora í opnum spælið. Tilgongdin neyðug Meinhardt Joensen hevði eitt avbera vánaligt kappingarár í málinum hjá KÍ í fjør, men hann fekk heldur ikki nógv hjálp frá verjuni. KÍ hevur í vetur verið úti og styrkt sær um verjupartin. Valið fall á danska miðverjan, Jonas Flindt Rasmussen, sum hev­ ur ein fortíð í B36. Hetta tykist hava verið ein góð íløga. Hann var ov tungur, tá hann av fyrstan tíð kom til b36, men í Klaksvíkskappingini tóktist hann kropsliga væl fyri og gekk á odda í verjuni. Saman við Ndende, sum spældi væl á miðvøllinum hjá KÍ, hava teir styrkt verjukenda partin av liðnum. Hóast HB kundi havt økt til 2-0 móti dystarenda, so hevði KÍ rímuligt tamarhald á verjupartinum fram til Ndende fór út og Jonas bleiv skumpaður fram á vøllin. Annars líkist liðið sær sjálvum frá í fjør, men tað kemur illa við, at Páll Klett­skarð stríðist við skaða. Hevur fyllur nógv í álopspartinum og hevur skjóti nógv mál seinnu árini. KÍ er nú í holt við at finna eitt alternativ til Páll, um hann skuldi blivið skaddur. Hjalgrím Elttør, lið­skip­ ari hjá KÍ, tóktist eis­ini væl. Hann bindiliðið mill­um verjuna og álopið. Saman­ umtikið tykist KÍ hava gjørt stór framstig í verju­part­ inum. Tað kann bera teir langt um Páll og Hjalgrím halda fram at spæla eins væl og undan farnu ár. B36 Bagge leggur putslispælið B36 fekk ein ordans smekk móti HB í hálvfinaluni. Teir taptu heili 5-1 og fingu Lukasz Cieslewicz útvístan, hóast reyða kortið mundi verða av teimum meiri ljósa­ reyðu. B36 hevur á papírinum eitt gott lið, men seinastu tvey árini hevur tað ikki heilt gingið upp í eina hægri eind. Helst skal Sámal Erik Hentze, nýggjur venjari hjá B36, brúka nakað av tíð at seta sítt fingramerkið á liðið, sum enn tekur skap. Verjuparturin óroyndur Tróður Thomsen er aftur í