Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 fótbóltur málinum. Hann fekk lands­ liðsboð til venjingar­leguna, so í honum hevur B36 eina góðan málverjan. Trygvi Askham er eyka málverji, so B36 hevur ikki trupuleikar í málinum. Hinvegin er miðverjan óroynd, um ongin legst afturat. Hørður Askham og Robert Heðin Brockie er báðir evnaríkir og góðir spæl­ara, men teir mangla nakað av royndum. Tað sást eisini í spælinum til tíðir, tá HB legði stórt trýst verjuna. Við Alex Mellemgaard á vinstra bakki, so verður Høgni Eysturoy á høgra bakki royndastimaður í verju­part­inum. Tað kann blíva ein veikleiki hjá árstals­ felagnum um tað byrjar at ganga teimum ímóti Klæmint Matras er aftur á miðvøllinum og hann byrjaði inni móti HB og spældi ein hálvleik. Ein annar nýggjur gamal spælari í B36 er Hanus Thorleifsson, sum tóktist lívligur í dystinum móti HB. Styrkin hjá B36 liggur heilt víst í framrættaða spæl­inum, har menn sum Róaldur Jakobsen, Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal eru høvðusnøvnini. Hóast Lukas Cieslewicz reytt beinleiðis reytt kort í dyst­inum móti HB, so spældi hann í dystinum um 3. og 4. pláss. Í báðum dystunum var hann sjónligur og nógv á bólt­inum. Tað eru góð tíðindi fyri B36, sum enn leitar eftir royndum til verjupartin. ÍF Nógv at liva upp til Tvey ár upp í slag hevur ÍF vunnið silvur heiðursmerki í landskappingini. Liðið tykist ikki eins sterkt í ár, men tað søgdu fólk eisini undan kappingarárinum í fjør. Karl Løkin er komin á miðvøllin saman við Boga Reinert- Petersen. Í framrættaða spælinum er Øssur Dalbúð vekk og tykist merkja spælið eitt sindur, tí tað leggur meiri trýst á vongspælið, har Dánjal á Lakjuni og Ari Ó. Ellings­gaard eru skapandi spæl­arar­nir. Tað bleiv bara til tvey mál í kappingini og annað kom upp á beinleiðis fríspark, og hin var ein takling, sum end­ aði í bóltinum. Hallgrím fær kjansin Jákup MIkkelsen er skaddur í løtuni. Í hansara stað er kom­in Hallgrím Gregersen, sum eisini í fjør var vikarur hjá Jákupi Mikkelsen. Sum skilst, so verður ikki leitað eftir øðrum alternativi um skaðin hjá Jákupi skuldi verið eitt sindur álvarsligur. Í verjuni tekur Bartal Eliasen enn eitt tørn og tað ger um. Hann mannaði miðverjuna saman við Poul N. Mikkelsen og tað komu teir væl frá. Trupulleiki hjá ÍF er vinstri bakkurin, har Jan Ó. Ellingsgaard ikki er í felag­num longur. Fyri­ bils vikarur er Fritleif í Lambanum. Á miðvøllinum hevði Karl Løkin eina minni hepna kapp­ing, men hann skal fylla holið eftir Høgna Madsen, sum hevur skift til EB/Streym. Saman við Boga Reinert-Petersen skulu teir verða mið­punktið á liðnum. Dánjal á Lakjuni og Ári Ó. Ellingsgaard eru á vengru­ num og skulu verða skapandi spælararnir á liðnum. Báðir spæla við nógvari orku, men tað glapp ikki hjá teimum í kappingini. Fremsti maður er Clayton Soares, sum altíð erg óður fyri nógv mál. Nú ongin Øssur Dalbúð er, so verður týdn­ingar­mikið at brasilski áleyparin ikki verður skaddur. trondur@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen