Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 ítróttur flogbóltur / fimleikur Hóast fýra umfør enn eru eftir hjá kvinnum og monnum í flogbólti, tykist vera púra greitt, hvørji tey fýra liðini eru, sum fara at spæla FM-finalur eftir lokna landskapping Mestsum finaluklárt Aftur HF-dominansur Hilmar Jan Hansen Mjølnir er longu við vissu FM-finalistur hjá kvinn­ unum, tí av hinum lið­unum er tað bara Fleyr, sum á pappír­inum kann yvir­hála á stigatalvuni. Samstundis hevur Fleyr í mun til kapp­ ingar­neyt­arnar niðanfyri ein fyrimun, tí liðið hevur spælt ein dyst minni. Og hóast hesin dysturin er ímóti TB, sum teoretiskt kann fáa Fleyr aftur, er lítið hugs­andi, at tað verður annað enn teori. Einki bendir heldur á, at nakað av hinum lið­unum skal oyðileggja finalu­møgu­ leikan hjá Fleyr. Tá tað er sagt, so fekk Fleyr leygardagin óvæntaða mótstøðu, tá Ternan tók ímóti á Toftum, tí her bleiv neyð­ugt við fimm settum, áðrenn havnarkvinnurnar kundu pakka stig og sigur niður. Ternan vann fyrsta sett greitt, men hóast Fleyr so kom afturíaftur og vann tey bæði næstu, eydnaðist ikki at lukka dystin, so Ternan fekk vunnið eitt sett aftrat og trýst Fleyr út í eitt fimta sett. Tá var tó eingin ivi, og Fleyr fekk forðað fyri eini sensatión á Toftum hesa­ferð. Mjølnir, sum fyri eini viku síðani gjørdi slætt borð í steypafinaluni, sløðraði so mikið á Kambsdali í gjár, at tað eydnaðist botnliðnum ÍF at vinna eitt sett frá klaks­ víks­kvinnum, ið annars ikki hava verið til at komið í nánd av í vetur. Tað var enntá eftir avsmurning í teimum báðum fyrstu settunum, at ÍF gjørdi vørrin, áðrenn Mjølnir svaraði aftur við so ruddiliga at vinna fjórða sett og tí eisini dystin. KÍF, sum er fimm stig aftan fyri Fleyr, vann trygg­ asta sigurin um viku­skiftið, tá tað á heimavølli eydnaðist at taka øll trý stigini ímóti TB. Hinvegin mátti Dráttur, sum bara er eitt stig aftan fyri KÍF, út í ein fimmsettara í grannauppgerðini ímóti SÍ, sum eitt skifti var á odda 2-1 í settum, men at enda mátti lúta. Serliga drúgt var annað sett, tá SÍ vann 29-27, men tað munaði tó ikki meira enn til eitt so javnt úrslit í einum grannadysti, sum tað sømir seg. Alt longu greitt Eins og Mjølnir hjá kvinn­ unum, hevur ÍF hjá monn­ unum verið fullkomuliga eina­ráðandi í vetur, og fugl­ firð­ingar hava eisini longu tryggjað sær annan FM- finalu­sessin, tí bara Fleyr kann á pappírnum taka ÍF aftur. Fýra stig eru millum tey bæði liðini, og so hevur Fleyr annars heili átta stig niður til SÍ, so tað tokið sær eisini út til at vera farið avstað. Skuldu sørvingar hava nakran møguleika at varð­ veita sín finaludreym, máttu teir vinna á útivølli ímóti Fleyr leygardagin, men tað gekk ikki. Fleyr byrjaði betur og vann fyrsta sett, áðrenn SÍ svaraði aftur og javnaði til 1-1, men so koyrdi Fleyr avstað og vann tey bæði síðstu sett­ini sannførandi. Longu nú kann í veruleikanum stað­festast, at Fleyr verður í finaluni ímóti ÍF, hóast fýra umfør eru eftir enn, tí munurin á stigatalvuni er ov stórur til, at SÍ kann gera nakran vørr. ÍF helt stílin í høllini á Kambsdali í gjár, tá Mjølnir vitjaði, tí fuglfirðingar vunnu ein greiðan 3-0 sigur, uttan at nakar slingur var í vals­inum. ÍF útspældi kanska ikki Mjølnir, men tað var heldur ikki neyðugt, tí mest umráðandi mundi vera at fáa stigini. Hjá ÍF er talan meira ella minni ikki um annað enn bíðitíð, men so ræður helst um at fáa meira ferð á, tá landskappingin fer at halla og finalurnar nærk­ ast. hilmarjan@sosialurin.fo Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 17 16 1 50 14 36 28 2 Fleyr 16 14 2 45 17 28 24 3 KÍF 17 10 7 38 26 12 19 4 Dráttur 17 11 6 39 27 12 18 5 TB 16 9 7 36 27 9 17 6 SÍ 17 3 14 14 42 -28 8 7 Ternan 17 2 15 15 49 -34 4 8 ÍF 17 2 15 11 46 -35 4 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 ÍF 14 12 2 38 12 26 21 2 Fleyr 14 10 4 33 22 11 17 3 SÍ 14 5 9 26 29 -3 9 4 Mjølnir 14 1 13 5 39 -34 2 Ternan - Fleyr 2-3 (25-16, 23-25, 17-25, 25-22, 8-15) KÍF - TB 3-0 (25-22, 25-21, 25-17) Dráttur - SÍ 3-2 (25-10, 27-29, 16-25, 25-16, 15-11) ÍF - Mjølnir 1-3 (13-25, 4-25, 25-21, 13-25) Fleyr-SÍ 3-1 (25-15, 22-25, 25-16, 25-14) ÍF-Mjølnir 3-0 (25-15, 25-21, 25-16) Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Leygardagin var fimleika­ høllin Fimi í Havn karmur um seinnu steypa­kapp­ing­ ina í amboðs­fimleiki, har smá­gentur, gentur, kvinnu­ ung­lingar og kvinnur kapp­aðust í lopi og á bita, og smá­dreingir, dreingir, mans­unglingar og menn á gólvi, í bein­sveiggi og í ringum. Við í kappingini vóru til­ samans 67 fimleikarar úr fýra feløgum: Havnar Fim­ leika­felag, Ljósinum, Støkk og Klaksvíkar Fimleika­ felag. Genturnar vóru 20 í tali, smágenturnar 15, smá­dreingir­nir 12, dreingir fimm, kvinnur­nar fimm, kvinnu­unglingarnir fýra, mans­unglingarnir tríggir og somu­leiðis menninir tríggir. Enn einaferð gjørdist talan um reinan uppvísning frá Havnar Fimleikafelag, sum vann allar kappingar­ nar uttan eina, sum var í lopi hjá kvinnum, har Jiya Lindudóttir Zhang úr Ljós­ inum vann. Serliga greiður var dominansurin hjá HF á mannfólkasíðuni, har HF fór við øllum uttan bronsuni hjá smádreingjum á gólvi, tí hana vann Jákup Oluf Langgaard úr Støkk. Eisini var nokk so stutt­ ligt, at ein fimleikari úr Klaks­víkar Fimleikafelag, Sólvá Askham, skuldi vinna bronsu í einari av kapp­ ing­unum, sum var lop hjá smá­gentum. Annars plaga tað sum oftast at vera tey trý størstu feløgini, ið fara avstað við øllum, men fim­ leik­urin í Klaksvík fekk her víst, at hann eisini kann bjóða av. Samanlagt vann Havnar Fimleikafelag 18 gull-, 15 silvur- og 13 bronsumerki, Ljósið eitt gull-, tvey silvur- og trý bronsumerkið, Støkk tvey silvur- og tvey bronsu­merki, og Klaksvíkar Fimleika­felag eitt bronsu­ merki. hilmarjan@sosialurin.fo Smágentur biti 1 Rakul Wardum . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Rebekka Ingadóttir . . . . . . . . . . . . HF 3 Bára Hansen . . . . . . . . . . . . . . . Ljósið Smágentur lop 1 Rebekka Ingadóttir . . . . . . . . . . . . HF 2 Rakul Wardum . . . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Sólvá Askham . . . . . . . . . . . . . . . . KF Smádreingir beinsveiggj 1 Hjálmar A. Dalsgarð . . . . . . . . . . . HF 2 Kristian Knudsen . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Sverri Lyager Jacobsen . . . . . . . . . HF Smádreingir gólv 1 Hjálmar A. Dalsgarð . . . . . . . . . . . HF 2 Kristian Knudsen . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Jákup O Langgaard . . . . . . . . . Støkk Smádreingir ringar 1 Kristian Knudsen . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Hjálmar A. Dalsgarð . . . . . . . . . . . HF 3 Sverri Lyager Jacobsen . . . . . . . . . HF Gentur biti 1 Kaspara Danielsen . . . . . . . . . . . . . HF 2 Marta Nielsen . . . . . . . . . . . . . . Støkk 3 Vár Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF Gentur lop 1 Fía H. Smith . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Marita Mortensen . . . . . . . . . . Ljósið 3 Elsbet Dalbø . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF Dreingir beinsveiggj 1 Rani A. Dalsgarð . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Hannes Agnarsson . . . . . . . . . . . . . HF 3 Óli Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF Dreingir gólv 1 Rani A. Dalsgarð . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Christopher K. Eikhólm . . . . . . . . . HF 3 Djóni Sakarisson . . . . . . . . . . . . . . HF Dreingir ringar 1 Rani A. Dalsgarð . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Hannes Agnarsson . . . . . . . . . . . . . HF 3 Djóni Sakarisson . . . . . . . . . . . . . . HF Kvinnuunglingar biti 1 Lív B. Árting . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Vár B. Árting . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Eyð Vang . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ljósið Kvinnuunglingar lop 1 Lív B. Árting . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Vár B. Árting . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Eyð Vang . . . . . . . . . . . . . . . . . . Ljósið Mansunglingar beinsveiggj 1 Heini Samson . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Rani Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Aron Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . HF Mansunglingar gólv 1 Aron Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Rani Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Heini Samson . . . . . . . . . . . . . . . . . HF Mansunglingar ringar 1 Aron Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Heini Samson . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Rani Petersen . . . . . . . . . . . . . . . . . HF Kvinnur biti 1 Annika Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Jiya Lindudóttir Zhang . . . . . . Ljósið 3 Anita Davidsen . . . . . . . . . . . . . Støkk Kvinnur lop 1 Jiya Lindudóttir Zhang . . . . . . Ljósið 2 Anita Davidsen . . . . . . . . . . . . . Støkk 3 Annika Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . HF Menn gólv 1 Bogi Berg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Ari Sakarisson . . . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Pætur Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . HF Menn ringar 1 Ari Sakarisson . . . . . . . . . . . . . . . . HF 2 Pætur Jacobsen . . . . . . . . . . . . . . . HF 3 Bogi Berg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HF Tey bestu: