Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tað sigur Sjúrður Olsen, sum vísir á sáttmálatillaging sum avgerandi fyri at fáa landsliðsframherjan AB rúmar Jóan Símun fíggjarliga Seinast eg vandi Jóan Símun endaði hann í Newcastle Tróndur Arge Tey mundu verða mong, sum gjørdust bilsin, tá in.fo fríggja­kvøldið kundi avdúka, at Jóan Símun Edmundsson skiftir til AB. Hann er eitt tað heitasta navnið í før­ oyskum fótbólti og hevur í seinastuni verið settur í sam­band við eitt nú Vejle í Dan­mark. Í Føroyum hava feløg sum Víkingur og HB verið nevnd, meðan B68 er barndómsfelagið, sum varð mett at hava ein ess í ermuni, tí Jóan Símun er toftamaður. Tað endaði tó við, at hann landsliðsframherjin valdi AB fram um hini liðini. Hetta kom óvart á tey flestu. Boð­ ini komu fyrstu ferð á in.fo fríggjakvøldið, og leygar­ morgunin skrivaði hann undir við AB. Felagið á Argjum er ikki millum tey størstu í land­ inum, men alíkavæl rúmar felagið Jóan Símun fíggjar­ liga. Tað sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í FC Argjum, ið rekur besta liðið hjá AB. Tað er helst honum at takka, at AB í hvørtfall fram til í summar hevur ein lands­ liðs­framherja í hópinum, – Vit hava bjóðað honum nakrar møguleikar, sum gera at hann millum annað kann fara til royndarvenjingar uttan­lands, og kann skifta í summar um møguleikin er til staðar. Tí er talan um eina tilgjørdan sáttmála til støð­ una hjá Jóan Símun, sigur Sjúður Olsen. – Vit hava tillaga sátt­ málan, soleiðis at Jóan Símun hevur allar møgu­ leik­ar opnar. Tað telur nógv fyri ein spælara, sum ætlar sær víðari. Hansara hægsta rað­festing er at spæla uttan­ lands at spæla aftur. Tí hava vit valt at gera ein tilgjørdan sáttmála til hansara støðu, sum vit eisini fíggjarliga kunnu liva við, sigur Sjúður víðari. AB hevur í eina tíð leitað eftir einum framherja, eftir at samstarvið við Ahmed keita steðgaði. Teir hava mill­ um annað havt tvier spæl­ arar til royndarvenjing, men tað er ikki blivið til nakað meir. – Vit hava eisini leita eftir álopsstyrki uttanlands, men við hesum skiftinum vita vit hvat vit fáa, so hetta er ein trygg íløga fyri okkum, sum vit fíggjarliga kunnu rúma, staðfestur Sjúður Olsen enn eina ferð. Hava verið eftir Jóan Símun allan vegin – Vit hava havt leypandi sam­band við Jóan Símun heilt frá tíðini í Viking í Norra, tá sáttmálin byrjaði at ganga út. Hetta er størsta spæl­ara­skifti, sum hevur verið á Argjum. Talan er um lands­liðs­pælara og tað hava vit ikki havt her fyrr. Hetta er ein staðfesting av at AB stendur í vøkstri og í fram­ burði, og at vit vilja vinna okkum fast pláss í bestu deildini. – Jóan Símun gevur okk­ um nogvar møguleikar á vøll­inum. Hetta gevur venj­ ara­num møguleikar at flyta runt við fleiri spælarum og tilpassaði liðið, so vit fáa sum mest burtur úr spælara­ tilfarinum, sigur Sjúður og leggur afturat. – Hann hevur góðan hug­ burð, sum passar til felagið og hópin, sigur Sjúrður at enda. trondur@sosialurin.fo AB vildi veruliga hava meg Tað var óvæntað, at Jóan Símun valdi AB fram­ um onnur feløg, sum millum annað kunnu bjóða Champions League, Europa League og barn­ dóms­felagið B68. So er spurningurin hví Jóan Símun valdi AB? – AB vildi veruliga hava meg. Tað hava teir víst á øllum økjum. Tað mest avgerandi fyri meg er spælitíð, tí eg havi ikki spælt so nógv seinastu árini, sigur Jóan Símun Edmunds­son. Tað spælir eisini nógv inn, at Bill M. Jacobsen er venjari hjá besta liðnum. – Eg havi havt Bill sum venjara í bæði B68 og á U21 landsliðnum. Hann hevur dugað væl at fingið tað besta butur úr mær sum spælara, so tað hevur eisini nógv at siga, sigur Jóan Símun Edmundsson. Toftamaðurin hevur verið í samráðingum við danska 1.deildarfelagið Vejle, sum hevur Viljorm Davidsen í hópinum. Hesar sam­ráð­ingarnar komu ikki á mál. – Tað er fleiri orsøkir til at skiftið ikki bleiv til nakað, sjálvt um tað eina tíð sá sannlíkt út, sigur Jóan Símun. Landsliðsframherjin ferð í kom­andi viku at venja í Onglandi við Crew Alexandra, men tað kemur ikki at ávirka sáttmálan við AB. – Tað var allatíð ætlan­ in, at eg skuldi til Crew Alexandra at spæla eina dyst í samband við at eg var har og vandi í oktober í fjør. Men eitt møguligt skiftið kemur er ikki aktuelt fyrr enn í summar, sigur Jóan Símun. Jóan Símun hevur fyri­bils gjørt sáttmála við fram til summar, tí lands­liðs­framherjin hevur fram­vegis eina ætlan um at spæla uttanfyri land­ oddar­nar aftur. trondur@sosialurin Soleiðis tekur nýggi venjari hjá AB til, tá tað gjørdist greitt, at Jóan Símun skiftir til AB. Hann leggur skemtilig afturat, at nú verður spenn­ andi at vita hvat hann endar hesaferð. Lagið var sjálvandi gott á Bill leygarmorgunin, tá AB hevði ein sokallaðan »Team Building« dag. Áðrenn farið var í gongd við fjølbroytta og spennandi dagin, skrivaði AB undir við Jóan Símun. – Seinast eg hevði Jóan Símun bleiv hann seldur til Newcastle, so nú er spenn­ andi hvar hann endar hesa ferð, sigur Bill. – Tá kom hann aftur úr Esbjerg við einum skaða. Hann fullan stuðul og álit frá okkum. Hann spældi saman við eitt nú Ndende og Nenad Stankovic á miðvøllinum og mentist nógv. Tá var hann 16- 17 ára gamal, sigur Bill. – Tað riggaði væl tá, so hví skal tað ikki ragga hjá okkum aftur nú, spyr Bill M. Jacobsen. Venjarin er heldur ikki í iva um, at at Jóan Símun kann lyfta AB liðið. – Hetta liðið kann lyfta Jóan Símun upp, og eg trúgvi somuleiðis, at Jóan Símun kann lyfta liðið nógv, sigur Bill M. Jacobsen at enda. trondur@sosialurin.fo Bill M. Jacobsen: Jóan Símun Edmundsson: Jóan Símun Edmundsson og Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum Mynd: www.ab.fo