Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skúlabygnaðurin umaftur og umaftur Gunvá við Keldu Býráðslimur Á býráðsfundi hóskvøldið sam­tykti ein meiriluti at seta arbeiðsbólk, sum enn einaferð skal greina skúla­ økið í Klaksvík og koma við tilmæli um, hvørt vit skulu hava ein ella tveir skúlar. Við hesi samtykt sigur man eisini, at alt tað arbeiðið, sum varð gjørt í síðstu setu, verður skrottað. Hetta við formanninum í byggi­bólk­ inum, sum í dag er borg­ar­ stjóri, á odda. Málið um at leggja skúl­ arnar í Klaksvík saman varð viðgjørt í 2011. Hetta varð gjørt, tí Mentamálaráðið mælti til, at Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð vórðu lagdir saman. Eisini hoyrdist tá, at arbeiðssetningurin hjá skúlastjóranum, sum varð áramálssettur í eitt 5 ára skeið, var at leggja tveir av størstu skúlum í landinum saman í ein. Um hetta var so, veit eg av góðum grundum ikki. Hóast hesi bastantu boð úr Mentamálaráðnum, so samtykti býráðið á býráðs­ fundi 24. mai 2011, at Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð, sum eru 5. og 7. størstir í landinum, skuldu vera tveir sjálvstøðugir skúl­ ar. Skúlin við Ósánna, sum er 2-sporaður skúli, varð júst bygdur og við áliti á vakstrarætlan býráðsins og betri fíggjarligar tíðir var hugsanin, at hóast minkandi barnatal, so væntaðu vit fólkavøkstur og tilflyting, sum vit eisini hava sæð. Tí áttu vit í Klaksvík at hava tveir fultútbygdar 2-sporaðar skúlar. Vit kenna øll søguna. Ein bygginevnd varð sett og kom við einum áliti í juni 2012. Arbeiðssetningurin var greiður. Hann ljóðaði so­ leiðis: Við støði í samtykt bý­ ráð­sins frá 24. mai 2011, um at varðveita verandi skúla­ bygnað – har Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð eru tveir sjálvstøðugir skúlar, ið sjálvbodnir samstarva síná­millum – verður byggi­ bólkurin biðin um at lýsa tørvin hjá Skúlanum á Ziska­trøð á framtíðar hølum og um­støðum og við støði í hesi tørvslýsing at koma við tilmæli um bygging og inn­ rætting av skúlanum. Nú verður sagt, at nið­ur­ støðan hjá byggi­nevndini er so ógreið, at hetta ikki kann brúkast. Ikki kann arbeiðast víðari við hesum, tí er arbeiði í bygginevndini steðga upp. Eftir at hetta er hent, kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at umboð í bygginevndini ikki hava virt samtykt býráðsins, og tí hava gruggað málið so mikið nógv, at vit nú, vit skriva februar 2014, enn einaferð av nýggjum skulu kjakast um skúlabygnað í Klaksvík. Hetta er eitt álvarsmál, og í eini viðmerking á nordlysid. fo, sigur borgarstjórin so­ leiðis: “Einki so stórt mál sum hetta verður borið ígjøgnum av einum einsamallum bý­ ráðslimi. Tí fegnist eg um, at undanfarna býráð einmælt tók undir við fyriliggjandi byggiskrá, hóast tað nú vísir seg at verða neyðugt við nøkrum dagføringum”. Hetta er at fara ógvuliga lætt um, bert at siga at neyðugt verður við nøkrum dagføringum. Tað er so dyggiliga meir enn tað, tí nú verður enn einaferð farið undir at viðgera allan skúlabygnaðin! Eitt samt býráð tók undir við málinum tá, men nú ger man eina kúvending. Eg vil tí við hesi grein heita á fyrrverandi formannin í bygginevndini, sum í dag er borgarstjóri, at koma við eini gjølligari frágreiðing um hvat er farið fram. Eri rædd fyri, at henda íkomna støða ger, at stígur enn einaferð kann koma í byggingina av Skúlanum á Ziskatrøð. Hví skulu vælbjargað hava fólkapensjón? Rigmor Dam Javnaðarflokkurin Vantandi fatan av norð­ur­ lendska modellinum er um at gera av við væl­ferð­ar­sam­fel­ ag­ið, sum fólkið hevur stríðst fyri seinastu øldina. Man hevur hoyrt hatta frá sam­gong­u­umboðum fyrr: At o­r­søkin til at Landsfelag Pen­sjón­ista tvíheldur um fólka­pensjónina er, at nevnd­ ar­limirnir sjálvir vilja hava fólk­a­pensjón, hóast teir hava góðar privatar pensjónir (sic!). Men nei, hetta er ikki or­ søk­in. Hinvegin er orsøkin, at hes­ir nevndarlimir, sum sjálv­ ir hava verið við til at byggja upp væl­ferðarsamfelagið, skilja meg­in­reglurnar undir hesi skip­an: Nevniliga, at hug­u­rin at vera partur av fel­ags­skap­i­num avhongur av, um fólk kenna seg sum part av felagsskapinum. Við øðr­ um orðum, um eg skal rinda skatt, so skal tað helst eisini loysa seg í síðsta enda. Tá rindi eg mín skatt við gleði. Men nú samgongan ætlar, at fól­kapensjón ikki skal vera fyri fólkið alt longur, ger hon seg inn á sjálvt hjartað í væl­ ferð­ar­sam­fel­ag­num, og hetta hev­ur nógv víðfevndari av­ leið­ing­ar við sær, enn fólk í­mynda sær í fyrstu atløgu. Tí vælferðarsamfelagið verður hildið uppi av einum slagi av kontrakt. Øll lata til felagsskapin, og fáa afturfyri nøkur rættindi. Eg fái til dømis fólkapensjón, tá eg verið gomul, heilsurøkt, um eg verið sjúk, og ókeypis skúla til børnini, so tey eru før fyri at lyfta demokratiska vælferðarsamfelagið víðari. Hetta samhaldsfesti, at vit taka okkum av hvørj­ um øðrum, eyðkennir norð­ ur­lond­ini, og hevur tað skapt heimsins tryggastu og javnastu samfeløg: Har øll hava líka møguleikar at menna evni síni, óansæð hvørj­um upphavi tey koma frá, og har øll hava rætt til hjálp, um illa veit við. Men fortreytin fyri hesi vælferð er inntøkur. Stórur part­ur av inntøkunum kem­ ur frá skatti - og serliga frá teimum vælbjargaðu, ið rinda lutfalsliga stóran part til felagsskapin. Men hví skulu tey tíma at rinda til felagsskapin, um tey onki fáa burturúr, til dømis fólk­a­pensjón? Tey hava jú ráð til sjálvi at rinda fyri heilsutænastur, skúla, pensjón osv. og kunnu í prin­ sipp­i­num bara melda seg úr felags­skap­inum og stovna síni egnu privatu tilboð. Gera tey tað, so hava vit ikki long­u­r ráð til dygdargóðar vælferðartænastur til stóru fjøld­ina, sum hevur avgerandi tørv á felagsskapinum, tí tey hava ikki ráð til privatu til­ boð­ini. Tað ljóðar kanska rætt og lætt í fyrsta umfari, at væl­ bjarg­að skulu ikki hava fólk­a­ pen­sjón, men í longdini er tað at taka burtur insitamentið fyri at rinda skatt til fel­ags­ skap­in - ella at bróta sos­i­alu kontraktina, sum snýr seg um, at øll rinda inn og aft­ur­ fyri hava øll eisini rætt til eitt minst­a­mark av tænastum. Hetta er sam­an­hangs­meg­ in, sum heldur øllum væl­ ferð­ar­sam­fel­ag­num uppi, og sum samgongan ger seg inn á, tá hon avtekur universellu fólka­pen­sjónina, sum øll hava rætt til, tí øll rinda inn til hana. Úrslitið kenna vit úr til døm­is USA, har tey ríku hava ráð til at trygga seg og síni, meðan tann stóra verk­ a­fjøldin má noyðast við dis­ c­ount-tilboð av øllum slag, skúla, heilsuverk osv. Og so kunnu tey eisini fáa eyð­mýkj­ andi stakkalahjálp ella ol­ mussu á ellisárum, sum júst var orsøkin til, at vit fingu fólk­a­pen­sjón­ina á sinni. Also: Skulu fólk tíma at vera partur av sam­halds­ fest­i­num, skulu tey ikki bara hava skyldu at rinda, men eis­ini rætt at fáa burturav felags køkuni. Melda fólk seg úr, fara inntøkur alvorliga at mangla í, og vælferðin hjá øllum, høgum og lágum, kemur í vanda. Og at summi fólk so bæði koma at fáa privata og almenna pensjón gjørt ikki við. Tey hava í báðum førum sjálvi goldið inn til pensjónina, við tí fyri eyga at hava nóg mikið til ellisárini - og tað skulu tey ikki revsast fyri. (Summi vælbjargað siga seg ikki hava tørv á fólkapensjónini, tí skulu onnur heldur ikki hava hana. Heiti inniliga á tey um siga fólkapensjónia frá sær, ella at flyta hana til "Í menniskjum góður tokki" ella onnur vælgerandi endamál - tað er ein nógv betri loysn enn at gera seg inn á sjálvt vælferðarsamfelagið.)