Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. februar 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. februar 2014 · Nr. 23 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Umboðráðsval Tryggingarfelag Føroyar 2014 Bergur R. Dam Jensen Vanlig hugsan millum manna er at trygging er sera tor­skilt og turrisligt at skilja. Men øll ynskja at okk­ara tilvera byggir á ein trygg­an gróðrarbotn, so vit kunna koma so heilskapaði ígjøg­num okkara perónligu tilveru. Trygging er so nógv og tí eru óteljandi háttir, hvussu ein best kann tryggja seg og síni. Tað er tí onki undranarvert, at mong bara taka við tí tilráðing, ið tryggingarráðgevarar mæla kundanum til. Nú havi eg sjálvur hóast ungan aldur, longu roynt at fing­ið lívshættisligu lungna­ sjúku og hevur hetta merkt mín uppvøkstur bæði so og so. Eg eri tí sera til­vit­að­ur um, at ein trygging er lívs­ neyðug. Hevur tú familju, ja so er tað sjálvsagt enn meira umráðandi at hava viður­ skift­ini í ordan. Tí meti eg, at tað er tíðandi, at tað eru fólk við góðari tryggingarvitan, ið umsitað felagið eftir góð­ um tryggingarleistið, men sannuliga eisini umboð, ið ver­uliga eru før fyri at talað fólksins søk, at seta seg í kundans stað. Eg havi seinastu tíðina hoyrt fleiri, ið eru komin sera illa fyri í góðari trúgv, hava verði tryggaði úr einum endað í annan, men tann dagin ólukkan hendir, er tað sum um tryggingarsamtakið ikki vil kennast við ein tryggingartakara. Òneyðugt er at fara í smálutir, men dømini eg tosi um, eru fólk, ið hava verið tryggjaði í fleiri ár. Hesi fólk hava latið alt sítt álit uppí hendurnar hjá tryggingarveitaranum. Hetta álit verður brotið tá ongin hjálp er at heintað. Tað verður alla tíðina roynt at draga fyrst ein og so tann næsta síðan tann triða og so víðari og so víðari, fyri at sleppa undan ábyrgd av kundanum. Kann koma við einum dømi, heintað frá mínum dagliga arbeiði sum leiðari í matvøruhandli: Um ein kundi kemur inn til mín at keypa ein mjólk­ arpakka, so hyggja flest eftir hvat slag ein skal hava og um dato er nóg gott. Pakkarnir eru fullir av mjólk. Men skuldi tað hent at hol er á einum pakka, ella skulu vit siga, at ein mjólkapakki t.d. er tómur, so letur kundin ikki gjald fyri hendan pakkan. Hann fær ein nýggjan, tí hann hevur goldið pening til mín fyri ein fullan mjólkarpakka. Somuleiðis fari eg aftur til veitaran hjá mær (MBM) og fái endurgjald fyri tann tóma mjólkapakkan. Man kann í stuttum siga: “Nakað fyri Nakað”. Hetta er ein sjálv­ fylgja. Eg kann sjálvur undr­ ast eitt sindur á, at van­ligi borgarin er so lítið kunn­aður um virksemið hjá Trygg­ ingar­felaganum. Vit hoyra ómetaliga lítið hvat rørir seg innan trygg­ing­ar­toymið hjá Trygg­ingar­felagnum Føroyar. Tað ein ikki veit, fær ein ikki ilt av verður mangan sagt. Men í hesum føri tosa vit um ein stovn, ið flestu føroyingar eru ein partur av, ein ogn, ið vit tí øll eiga at hava ávirkan á. Tí metið eg, at ein treyt er, at man í mongum førum átti á hoyrt meira til samtakið og virksemið tess. Hetta er grundgevningin hjá mær, at bjóða meg fram til at umboða tryggingartakarar í Tryggingarfelagnum Føroy­ ar. Tí stilli eg upp. Valið byrjar 10 febru­ar og skal verða Trygg­ingar­ felagnum í hendi sein­ast týsdagin 4 mars. Allir trygg­ ingartakarar fáa atkvøðuseðil við postinum í hesi vikuni. Har fylgir ein vegleiðing við hvussu farast skal fram fyri at velja. Fari við hesum at heita á teg um at velja meg, Bergur R. Dam Jensen 4. umboðið á vallistanum, sum títt um­boð til umboðráðið hjá Trygg­ ingarfelagnum Føroyar 2014. Takk fyri. Kollafjørður 10 feb. 2014 Tí stilli eg upp til Um­boðsráðið hjá OT Jóhannus Danielsen Toftir Undirritaði hevur valt at stilla uppaftur til Umboðsráðið (UR) hjá Ognarfelag Trygg­ ing­artakaranna (OT), tí eg haldi, at eg her kann verða við til at gera ein mun og halda fram við tí arbeiði, eg higartil havi útint á hesum góða og týðandi stað. Eg havi verið limur í UR í 6 ár og eisini partur av nevndini í 4 ár, herav 2 ár sum næstformaður. Hetta hevur sjálvandi givið mær týðandi royndir og lært meg nógv. Men eg vil fegin vera við til at menna felagið víðari saman við góðum fólkum. Tí bjóði eg meg fram aftur hesaferð. Síðani eg kom í UR, havi eg talað fyri og tikið undir við teimum, sum hava tos­ að um størri opinleika og ein­um meira virknum UR. Og tað er nógv broytt í so máta hesi seinastu árini. Um­framt størri opinleika og gjøgnumskygni er Trygg­ ingarsamstakið vorð­ið ein meira virkin og sjón­lig­ur spælari í føroyska sam­felag­ num. Uppgávan í UR er fyrst og fremst at umboða trygg­ ingartakaran, tí tað er hann, sum hevur skapt fyritøkuna. Men uppgávan er eisini at tryggja, at virðisøkingin kem­ur Føroyum til góðar – at hon bæði kann skapa trygd og vøkstur í Føroyum. Ta tíðina eg havi sitið í UR hava vit økt talið á lim­ um úr 17 til 35. Hetta fyri at gera fyritøkuna meira opna, gjøgnumskygna og demo­ kratiska. Við 35 rødd­um, um­boðandi trygg­ingar­tak­ ar­arnar, er betri møguleiki fyri at umboða fjølbroytni og víð­skygni. Vit hava eisini fingið eitt meira opið val til UR. Avgjørt er at senda út atkvøðuseðlar til allar tryggingartakarar, sum tryggjar eina uppaftur meira demokratiska tilgongd. Tað var ikki gamalt. Eisini er nevndartíðin lækkað úr 4 til 2 ár. Nakað, sum eisini er í tráð við tíðar­ innar anda. Vit hava eisini fingið eina tilgongd, við al­ tjóða reglum, innan góðan virkis- og nevndarsið, eisini her fylgja vit strangastu og nýggj­astu krøvunum til Gover­nance ella góðan virkis­sið. Vit hava fingið tilráðingar- nevnd, sum skal tryggja eitt rættvíst og professionelt nevndarval. Orðaskiftið í UR er eisini vorðið breiðari og meira livandi, alt nakað, sum er við til at tryggja, at alt gongur regluliga og rætt fyri seg. Hóast samtakið, fyrst og fremst, hevur havt trygging í skjaldrarmerki sínum, so hava vit kent tað sum okk­ ara ábyrgd eisini at fylgja tíðar­innar avbjóðingum. Og kanska størsta tiltakið nakrantíð, í longu søgu fe­ lag­sins, er keypið av Eik, sum vón­andi fer at gagna ikki bert tryggingartakarunum, men øllum føroyingum. Vit hava so eisini ment vinnuliga partin av sam­ tak­inum og hava gjøg­num TF Íløgur brúkt part av virðisøkingini til at skapa vøkstur í Føroyum, umframt at tryggingarognin eisini verður brúkt til at stimbra før­oyskari mentan, herundir ítróttinum og ungdóminum. Og eisini avgerðin um at stovna grunn, sum skal stuðla tiltøkum, sum hava til endamál at fyribyrgja skaðum og óhappum ol., er nakað, sum eg havi tikið fult undir við. So her liggur nógv fyri framman at tríva í. Vil sum limur í UR vera við til at bróta upp um ermar og taka lógvatak saman við øðrum. Eg vil halda fram við hes­ um góða stavnhaldinum og stevinum og fari, um eg verði valdur, at leggja upp til ein góðan og siðiligan dia­ log millum UR limirnar og millum UR og nevnd. Tað liggur ein stór ábyrgd á teimum, sum verða vald í UR, og hesa ábyrgd vil eg, um eg verið afturvaldur, halda fram við at liva upp til. Haldi eisini, at eg sum borgarstjóri, í eini miðalstórari føroyskari kommunu, havi nakað at geva tryggingar- og banka- umhvørvinum í Føroyum. Tað kann bara gagna hesum stóra samtaki, eisini at hava nakað av tí kommunala og solidariska andanum við í sínum umhvørvi. Hvat ætli eg so at arbeiða við í einum komandi skeiði, um eg verði afturvaldur í UR! Eg síggi, hetta fyrst og fremst, sum ein møguleika at fylla út teir góðu karmar, sum vit í UR hava skapt seinastu árini og vera við til at seta navn á teir og fáa innihald í, sum sjálvandi skal fylgja tíðini, tørvi og krøvum. Nú er tað sjálvandi av­ mark­að, hvussu nógv UR kann fara í smálutir. Tað er jú ein nevnd, stjórn og fyri­siting, sum teka sær av dagligu uppgávunum. Høv­ uðs­uppgávan hjá UR er at velja nevndina, sum hevur evstu ábyrgdina av dagliga rakstrinum. Eisini góðkenna UR limir ársroknskapin og samtykkja møguligar við­ tøkubroytingar. Harumframt viðgera UR limir yvirskipað strategisk átøk og eftirmeta virksemið. Eg fari at velja nevndar­lim­ ir, sum umboða eigarin (trygg­ ingartakarin) á besta hátt, t.d. í sambandi við áseting av tryggingargjaldi og viðgerð av tryggingarskaðum. TF-Holding er millum stórstu og týdningarmiklastu feløg í Føroyum, og tí hevur tað stóran týdning, at felagið verður stýrt av nevnd, sum hevur røttu førleikarnar, so felagið framhaldandi kann verða eitt sterkt og trygt felag, sum, eisini í framtíðini, kann verða við til at gera íløgur í føroyskt vinnulív. Men eg fari so at halda fram við at skapa eitt gott pro­fessionelt og menn­ iskjans­ligt umhvørvi í UR og har vera við til at koma við góðum hugskotum, til gagns fyri tryggingartakarin, sum leiðsla og nevnd kunnu arbeiða víðari við. Fari at luttaka i arbeið­in­ um í UR við opnum sinni og medvirka við mínum roynd­ um og vitan.