týsdagur 25. februar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Thormund Johannesen
Kjak síða 36
Uppá
hald um
kvota
skipanir
Bergur R Dam Jensen
Kjak síða 36
Fáa
eigarar
nir lut í
felagnum?
Tað eru stór mál, sum føroyska
ferðavinnan við nýggja ferðaráð
num, Visit Faroe Islands, hevur
sett sær.
Yvirskipaða málið er at økja um
setningin í føroysku ferðavinnuni
úr umleið 400 milliónum í 2011 í
eina milliard í 2020.
Í blaðnum í gjár var temaið um
ferðavinnuna, og har kom eisini
fram, at í nevnda tíðarskeiði skal
talið av gistingum vaksa úr 90.000
til 200.000, og talið av arbeiðspláss
um í ferðavinnuni skal økjast við
450 í mun til tey 400–500, sum vóru
í 2011.
Leingi hevur verið tosað um, at
okkum tørvar fleiri bein at standa
á búskaparliga, tí sveiggini í fiski
vinnuni hava so stóran týding á
samfelagsgongdina.
Ferðavinnan kann gerast tað í
skoytið, sum skal til. Her er talan
um eina vinnu, sum longu hevur
fleiri arbeiðspláss, men sum sam
bært nevdnu ætlan kann tvífalda
talið av arbeiðsplássum næstu seks
árini.
Nevnt varð, at her var bert tal
an um arbeiðspláss, ið stava frá út
lendskum vitjanum. Um heimliga
ferðavinnan verður tald við, siga
tey at talið er nógv hægri.
Ferðaráð Føroya hevur havt
eina undarliga lagnu seinastu ár
ini. Upprunaliga var talan um ein
almennan stovn. Síðan var hann
lagdur saman við øðrum stovni fyri
síðani at verða tikin av og rovini
løgd beint undir landsstýrismannin
í uttanríkismálum, sum nú er løg
maður.
Tí var tað gott, at stig vórðu tikin
til at endurstovna Ferðaráðið, tí
sjálvandi skulu vit hava ein slíkan
stovn, sum rættiliga skal leggja seg
í selarnar fyri at fáa útlendingar at
ferðast higar. Tí er tað uttan iva ein
gongd leið at skipa hendan stovnin
øðrvísi, so hann ikki liggur beint
undir
einum
landsstýrismanni,
sum tá hann hevur hug kann leggja
stovnin niður ella flyta hann undir
onkran annan stovn bara soleiðis
hissini, sum søgan sigur okkum.
Tað er einki at ivast í, at ferða
finnuni tørvar støðufesti og megi
til at branda okkum uttanlands. Tí
er tað uttan iva eisini rætt at nýta
peningin til hetta endamál.
Sambært landsstýrismanninum
á økinum hava umskipaninar av
Ferðaráðnum seinastu árini máað
av álitinum millum ferðavinnuna
og politisku skipanina. Tað er tí
helst í tøkum tíma, at hetta álit
verður endurskapt, so Ferðaráðið
kann leggja dent á endamálið, sum
er at nøra um ferðavinnuna í Før
oyum.
Ferðavinna sum hitt beinið
Nú er samgongan farin at
gera klárt til at einskilja
Strandferðsluna.
Johan Dahl, landsstýr
ismaður í vinnumálum, fer
nú at leggja uppskot fyri
Løgtingið, sum tekur allar
forðingar burtur um at lata
privat røkja siglingina hjá
Strandferðsluni.
Eftir lógini hevur landið
skyldu at røkja ferðasam
bandið ímillum tey ymsu
plássini í landinum.
Men ávísar leiðir, sum
hava serligan týdning, kunnu
ikki bjóðast út.
Men nú fer hann at leggja
uppskot fyri Løgtingið um at
taka allar forðingar fyri ein
skiljing burtur, so at tað ber
til at einskilja siglingina hjá
Strandferðsluni.
Johan Dahl sigur, at so
statt skulu farleiðir kunna
bjóðast út, soleiðis at per
sónar, virki og feløg, kunnu
meta um, um ein ferðaleið
kann bera seg.
– Tað eru fleiri fyrimunir
við at hava møguleika fyri at
útveita farleiðir, sigur Johan
Dahl í sambandi við upp
skotið.
– Partvíst fær vinnulívið
í størri mun møguleika at
virka á hesum øki. Haraft
urat verður tað umsiting
arliga lættari at reka Strand
ferðsluna.
Hann hugsar fyri sær,
at í framtíðini skal Strand
ferðslan verða ein sam
ferðslueind, sum skal hava
ábyrgdina av at gera og røkja
allar sáttmálar, sum landið
ger við privat um flutnings
tænastur.
Í hesum sambandi verður
ein av eftirlitsuppgávunum
at hava eftirlit við, at tæn
astustøðið er nøktandi og
soleiðis sum tað er avtalað.
Ein onnur eftirlitsuppgáva
verður at tryggjað, at skipini,
og útgerð annars, verður
hildin sum avtalað, sigur Jo
han Dahl.
Gera klárt til at einskilja
Strandferðsluna
Tá Karsten Hansen á lands
fundi hjá Miðflokkinum
segði, at »spurningurin um
at einskilja Kringvarpið,
hevur fleiri ferðir verið
fyri á landsstýrisfundi«, so
er tað ikki rætt. Sambært
løgmanni er tað ikki upp á
tal og kemur ikki upp á tal.
Og tá Karsten Hansen
sigur: »Eg havi alla tíðina
ført fram, at Miðflokkurin
hevur ta støðu, at Kring
varpið skal einskiljast, og at
sendingarnar skulu bjóðast
út«, so passar tað heldur
ikki sambært løgmanni.
Og tá Karsten Hansen
sigur, at ȇ seinasta lands
stýrisfundi
varð
semja
um at landsstýrismaðurin
skuldi kanna, hvørjir møg
uleikar eru at einskilja upp
til 50 prosent av Kringvarp
inum sum eina byrjan«,
so passar tað heldur ikki
ordliga – men eitt sindur,
tí at landsstýrismaðurin
kanna møguleikan fyri at
útveita hesar tænastur...
Kaj Leo Holm Johannesen
Tað er ikki uppá tal og kem
ur ikki uppá tal, at einskilja
Kringvarp Føroya sum Sos
ialurin skrivar.
Oskar Jakobsen Hví ikki?
Oskar Jakobsen Tær senda
endursendingar aftur og
aftur
Martha von Restorff Bara
vit kundu goldið hálvt
kringvarpsgjald´, tá nú alt
verður sent tvær ferðir
Dan M Olsen Nei, gerđi ikki
naka sum kemur at lætta
um hjá okkum borgarum.
Pætur Egholm Jacobsen
Gerid heldur sendingar so
sum 1448, Spískamarid, ls
osv... Iatadin fyri látuligar
sendingar sum Moldvarp
og nýggjárssendingar!! men
tad er eingin ivi í, at kring
varpsgjaldi skal lækka! (um
ikki strikast)
Rúni Persson Hatta var
bara fyri at vita, um tú er
farin at lesa blaðið
Kringvarpið
útveitast
Málið skal sjálvandi verða
at fáa sum flest ferðafólk higar
Lisið á