Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Hann hevðu verið á brúnni til beint áðrenn, men var júst farin niður í kahyttina hjá sær at gera seg til reiðar at skaffa nátturða. Hann hoyrdi tá eitt lítið brak og merkti, at maskinan sló bakk. Hann hugsaði tó ikki so nógv um tað, tí tað var ein vanlig hending. Men tá so annar stýrimanðurin kom stórleypandi niður und­ir og greiddi honum frá, at ein maður var farin fyri borð, leyp hann út á dekkið. Hann fekk hinar á dekki­ num at byrja at hála gørnini inn aftur, og síðani fór hann upp á brúnna at leita við ljós­kastara­num. Tað tók á leið 40-45 minutt­ir at draga tey um 40 gørnini inn, sum teir tóku, og síðani var kvett. Teir mettu, at eini seks gørn vóru far­in út, eftir at maðurin fór fyri borð. Fyrsti stýrimaðurin greid­d­i síðani frá, at teir sóu styvlan hjá horvna manni­ num á sjónum við síðuna av skipinum. Tað var føroyski skiparin, ið boðaði MRCC frá. Stýrimaðurin greiddi frá, at teir altíð brúka hjálm og bjarg­ingarvest umborð, men tað kundi henda, at onkur kanska slapp sær undan. Hann segði, at skiparin altíð við­mæl­u­r, at manningin nýtir trygd­ar­ útgerðina. Akta menn ikki, fáa teir boð um at nýta útgerðina. Ósamsvar Hann greiddi víðari frá, at tað eru skiparin og annar stýri­maður, sum standa fyri tryg­dini umborð. Hann segði, at eitt upp­ slag er umborð sum sigur, hvussu manningin skal fyri­halda sær, um maður fer fyri borð, men at tað hendi so skjótt, at har var einki at gera. Hann segði eisini, at trygd­ar­venjing er eina ferð um mánaðin, ella í hvussu er tá nýggjur skipari kemur um­borð, seks vikur ímillum. Um uppslagið segði fyrs­ ti stýrimaður, at tað var á før­oyskum og enskum, men at tað vóru ikki allir umborð, ið skiltu enskt. Hann segði eisini, at uppslagið hekk bæði í stýrhúsinum og í messu­ni. Hann greiddi frá, at at van­liga eru tveir mans á dekki­num, tá gørnini verða sett, og orsøkin til, at teir vóru tríggir hendan dagin var, at tað var lítið at gera á fabrikk­ini. Hann segði víðari, at teir á brúnni arbeiða í 10- 12 tímars vaktum, meðan vaktir­nar á dekkinum eru tvær ferðir fýra tímar við pausu ímillum. Maðuri, sum fór fyri borð, skuldi hava frívakt 15 minuttir áðrenn van­lukk­an hendi. Tað var rímiliga stórt ósam­svar ímillum tær báð­ ar frágreiðingarnar, má stað­fest­ast. Sóu styvlan hjá horvna manninum Spanski fyrsti stýrimaðurin greiddi frá, at klokkan var 18.40 føroyska tíð, tá vanlukkan hendi. Sjálvur var hann í kahyttini um ta tíðina, men annar stýrimaðurin á brúnni sá hendingina og kom leypandi at siga honum frá Leo Poulsen Indonesarin, ið er 28 ára gamal, greiddi frá, at hann hev­ur siglt við Anitu í 10 mán­að­ir. Hann var sjálvur triði á dekki­num undir setan um kvøld­ið 11. februar, og teir ans­aðu eftir, at ongar fløkjur fóru út. Eina ferð einar fýra fløkj­ ur kom í einum, royna teir tríggir at greiða sum frægast. Mað­urin, sum fór fyri borð, stóð aftan fyri hinar báðar, og áðr­enn teir vita av, fær 34 ára gamli indonesarin eina lykk­ju um annað beini, og hann fer við ferð fyri borð. Vitnið greiddi frá, at maður­in fyrst datt og síða­ni smekk­aði høvdið í ein jarn­ kant, áðrenn hann fór fyri borð. Allir menninir á dekki­ num róptu beinanvegin upp á brúnna, fyri at fáa annan stýri­mann, sum hevði vakt tá, at steðga skipinum. Vanliga greiða menn fløkj­ ur við hondunum, meðan gørn­ini renna út, meðan skip­ið siglir víðari. Sakførarin vísti síðani nakr­ar myndir, ið sýndu pawn­in, har gørnini lógi í. Hetta fekk vitnið at vísa rætti­num eina mynd, hann hevði á telefonini, sum meira ná­greiniligt sýndi, hvar mað­ ur­in fór fyri borð. Hetta fekk sakføraran hjá reiðara­num at spyrja, um ein mað­ur veruliga kundi passa út gjøgnum opið. Til tað svaraði vitnið, at tal­an var um ein lítlan mann. Dekksformaður Hann helt, at 34 ára gamli indo­nesi var komin til at spar­ka til hesa lykkjuna, sum hann fekk um beinið. Hann greiddi frá, at sjó­ læt­ni maðurin var dekks­ for­mað­ur, og hevði ábyrgd­ ina av arbeiðinum. Hann greid­di frá, at tað var horv­ni maðurin ið gjørdi av, hvus­su nógvir mans vóru á dekki­ num, tá teir settu. Orsøkin til, at teir vóru trígg­ir á dekkinum, var, at nógv var at gera á fabrikkini. Hann greiddi frá, at teir van­ liga vóru fýra mans á dekki­ num, tá teir settu. Hann segði, at teir høvdu ar­beitt út í eitt í 15 tímar, og tað var ein hálvur tími, til teir fingu frívakt. Vitnið greiddi frá, at teir ongan­tíð gingu í hjálmi ella bjarg­ingar­vesti, men at teir van­liga høvdu ein knív við hond­ina at taka til, um nakað hen­di, men hendan dagin var eig­in knívur. Hann greiddi frá, at vakt­ ir­nar umborð vanliga vóru 12 tímar, men at tær saktans kun­du koma upp í 16 tímar. So fingu teir frívakt í átta tím­ar. Málið, teir tosa umborð, er spanskt, men tað dugdi hetta vitn­ið lítið av. Dómarin vildi vita, um nøk­ur MOB-skipan fanst um­borð, men tað visti vitnið einki at siga um. Bara ein trygdarvenjing Vitnið greiddi frá, at teir van­liga vóru fýra mans á dekki­num, tá teir seta, og hann greiddi eisini frá, at horvni mað­urin smekkaði høvdið í ein jarnkant, og at talan var um ein harðan smell. Hann dug­di kortini ikki at siga, um horv­ni maðurin var við vit, tá hann fór í havið. Hann greiddi frá, at hann rann niður á fabrikkina, tá ið van­lukkan var hend, fyri at heinta hjálp, men hann var skjótur uppi á dekkinum aft­ur. Hann segði seg ongantíð fáa eygað á horvna mannin, eft­ir at hann var farin fyri borð. Hann leitaði sær síðani long­ur upp á skipið fyri at vita, um hann fekk eygað á horvna mannin, tó uttan úrs­lit. Hann greiddi frá, at teir eina ferð høvdu havt trygd­ ar­venj­ing teir 10 mánaðirnar, hann hevði verið við Anitu. Hann segði, at teir høvdu trygd­ar­útgerð hangandi, men at teir bara ikki brúktu hana. Hann segði, at ljósið aft­an á skipinum var ikki so gott, og tí var ringt at finna horv­ na mannin aftur. Høvdu arbeitt í 15 tímar út í eitt Tað segði annar av indonesarunum, sum eru avhoyrdir í sambandi við sjófrágreiðingina um vanlukkuna umborð á Anitu 11. februar