týsdagur 25. februar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Regin Jacobsen heystar nú
av sonnum ágóðan av tí
fyritøku, har hann hevur
verið stjóri síðani 1989. Regin
Jacobsen er at kalla føddur
inn
í
familjufyritøkuna.
Hann var tvey ára gamla, tá
pápin Hans og pápabeiggin
Róland stovnaðu Bakkafrost
í 1968. Sum ein av fyrstu fyri
tøkunum
fór
Bakkafrost
undir alivinnu í 1989. Í 2010
varð felagið lagt saman við
Vestlax, og seinni sama ár
var samanlagda felagið skrá
sett á keypsskálanum í Oslo.
Síðani gekk skjótt. Árið eftir
legði Bakkafrost eina góða
milliard á borðið og keypti
Havsbrún, og felagið fekk
harvið alla virðisketuna, frá
framleiðslu av alifóðri til
sølu av lidnum portiónum,
inn undir sínar veingir.
Týsmorgunin legði Bakka
frost fram besta úrslit, ið
nøkur
føroysk
fyritøka
nakrantíð hevur havt. Árið
í fjør gav 727 milliónir krón
ur í yvirskoti fyri skatt, og
589 milliónir eftir skatt.
Felagið úrslitið er somikið
gott, at nevndin mælir til at
rinda 220 milliónir krónur í
vinningsbýti fyri árið í fjør.
Tað eru 4,50 krónur fyri
hvørt partabrævið í Bakka
frost.
- Ein sunn fyritøka skal
geva vinningsbýti til sínar
partaeigarar. Og við dagsins
kursi svarar tað til eina rentu
á umleið fimm prosent, stað
festir Regin Jacobsen.
Tá aðalfundurin fyrst í
apríl gongur tilmælinum hjá
nevndini á møti, so merkir
tað samstundis, at Bakka
frost síðstu fýra árini hevur
goldið tilsamans 558 milliónir
krónur í vinningsbýti til sín
ar partaeigarar.
Eftir at norski alirisin
Salmar í desember í fjør
seldi øll síni partabrøv í
Bakkafrost er Regin Jacob
sen nú næststørsti parta
eigari. Bara Oddvør Jacob
sen,
mamma
forstjóran
og einkjan eftir stovnaran
Hans á Bakka, eigur fleiri
partabrøv í gomlu familju
fyritøkuni.
Gulleggið
Tilsamans
eiga
Oddvør
og Regin Jacobsen ávíka
vist 9,5 og 9,3 prosent av
partabrøvunum
í
Bakka
frost. Tey fáa tí góðar 20
milliónir krónur í part í vinn
ingsbýti fyri árið í fjør. Peng
ar, ið verða útgoldnir eftir at
aðalfundurin hevur samtykt
tilmælið frá nevndini.
Í
dagsins
virði
hava
hesi
somu
partabrøvini
eitt samlað virði á heili 808
milliónir krónur. Tað er
tann upphæddin, ið móðir
og sonur kundu fingið, um
tey valdu at fara út á keyps
skálan í Oslo og har selja
øll síni partabrøv í familju
fyritøkuni.
- Nei, tað eru absolut ong
ar ætlanir um tað, svarar
Regin Jacobsen avgjørdur.
Spurningurin, hvørt tað
ikki kundi verið freistandi
at selt og harvið realiserað
partabrøv fyri hundraðtals
milliónir krónur til reiðan
pening, freistar als ikki for
stjóran.
- Hvat skuldi eg brúkt
tað til, spyr Regin Jacobsen
retoriskt.
Sambært
forstjóranum
var tað eitt greitt endamál
við at varðveita eina ávísa
nøgd av partabrøvunum, tá
familjufyritøkan fór á keyps
skálan.
- Okkara partabrøv skulu
tryggja støðufesti í fyritøku
ni, og tey eru ikki til sølu, sig
ur Regin Jacobsen.
Hetta síðsta árið eru
partabrøvini hjá Oddvør og
Regini Jacobsen økt stívliga
181 milliónir krónur. Týs
morgunin var kursurin á
partabrøvunum hjá Bakka
frost 89, meðan kursurin 25.
februar í fjør var 69.
Tekur man stjóralønina
hjá Regini Jacobsen á 1,6
millión við í samlaða rokni
stykkið, so er forstjórin
síðsta
árið
vorðin
111,6
milliónir krónur ríkari. Her
skal
leggjast
afturat,
at
virðisøkingin á partabrøv
unum, stívliga 90 milliónir
krónur, er bara á pappírinum,
soleingi forstjórin ikki selir
síni partabrøv. Vinnings
býtið á 20,2 milliónir verður
hinvegin útgoldið, umframt
stjóralønin.
Brúka vit sama rokni
stykkið, so er Oddvør Jacob
sen, ið sum nevnt eigur 9,5
prosent av partabrøvunum,
síðsta
árið
vorðin
112,6
milliónir krónur ríkari.
Risi
Bakkafrost er í dag nógv tann
størsta fyritøkan við høvuðs
sæti í Føroyum. Brúka vit
kurs-89, sum var galdandi
tá roknskapurin varð lagdur
fram týsmorgunin, so er
virðið á Bakkafrost í dag
smáar 4,4 milliardir krónur.
Tað er útvið ein milliard
krónur meira enn fyri júst
einum ári síðani, tá kursurin
lá á 69.
Jón Brian Hvidtfeldt
- Nei, tú fært meg ikki at
siga, hvussu stórt yvirskotið
verður í ár. Men útlitini eru
góð, serliga fyri fyrra hálv
ár, meðan vit hinvegin væn
ta lægri laksaprísir seinna
hálvár, sigur Regin Jacob
sen.
Týsmorgunin legði hann
fram besta úrslitið hjá
Bakkafrost nakrantíð. 2013
gav 727 milliónir krónur í
yvirskoti áðrenn skatt og
589 milliónir krónur eftir
skatt.
- Vit fara sjálvandi at
gera alt, ið vit eru ment,
fyri at varðveita ein góðan
rakstur í fyritøkuni, soleiðis
at vit eisini í ár koma at
tjena pengar, sigur Regin
Jacobsen.
Bakkafrost roknar við
at taka millum 45.000 og
48.000 tons av laksi í ár, og
er tað nakað meiri enn í
fjør. Umleið tveir triðingar
av nøgdunum í ár eru longu
seldar, og samanlagt gevur
tað eitt gott útgangsstøði
fyri einum góðum úrsliti,
eisini í ár.
Men sum sagt var 2013
eitt heilt serligt ár fyri ali
vinnuna. Samanlagt útflutti
føroyska alivinnan fyri 600
milliónir krónur meira í fjør,
sammett við árið fyri, hóast
nøgdirnar vóru tær somu.
Munurin liggur tí einans í
prísinum.
- Laksamarknaðurin var
metgóður í fjør. Tað kemur
okkum tilgóðar, sum hava
nógvan laks. Eisini hava
lívfrøðiligu
viðurskiftini
sera stóran týdning, tey eru
grundleggjandi fyri at vit
kunnu framleiða laks fyri
ein bíligan pengar. Burtur
sæð frá tí, sum hendi í
Fuglafirði, so hava lívfrøði
ligu úrslitini verið sera góð,
sigur Regin Jacobsen og
staðfestir í sama viðfangi,
at góða gongdin frá í fjør
tykist halda fram í ár.
Hóast metúrslit velur
Regin Jacobsen eisini at vísa
á feilir, sum hava ávirkað
úrslitið skeiva vegin.
- Vit mistu nógvar peng
ar, tá amøbur vórðu funnar
í okkara aliringum í Fugla
firði. Her vóru viðurskifti,
sum vit skuldu havt hand
farið betri, men henda
amøban
kostaði
okkum
okkurt um 50 til 70 milliónir
krónur,
staðfestir
Regin
Jacobsen.
Sambært forstjóranum
er tað ein støðug avbjóðing
at tryggja virksemið, soleið
is at eitt nú sjúka ikki dreg
ur alt skeiva vegin.
- Vit hava síðstu vikurnar
staðfest, at í fjør vóru viður
skifti, ið vit kundu havt lagt
betur til rættis. Men vit
trúgva samstundis uppá, at
næstu ferð kemur at ganga
betur í líknandi støðum,
sigur Regin Jacobsen.
Vøkstur
Forstjórin fegnast um, at
Bakkafrost í dag er áttanda
størsta alifyritøkan í heimi
num. Og tann gongdin skal
halda fram:
- Eg vóni, at vit eisini
næstu 10 árini kunnu vera
ein av teimum størstu og
bestu
alifyritøkunum
í
heiminum. Alifyritøkurnar
gerast alsamt færri og færri,
og tað at vit hava megnað
at vera millum tær størstu
í heiminum trúgvi eg vera
gott, bæði fyri føroyska sam
felagið og fyri okkara kapp
ingarføri sum fyritøka, sigur
Regin Jacobsen.
Forstjórin
vil
tó
ikki
spekulera í, hvussu stór
Bakkafrost kann gerast sum
fyritøka.
- Nei, okkara mál er fram
haldandi at skapa virðir og
framleiða dygdar- og heilsu
góðar vørur til okkara kund
ar og annars hava ein sunnan
vøkstur í okkara fyritøku,
nógv ár fram í tíðina, sigur
Regin Jacobsen.
Í fjørsummar almanna
kunngjørdi Bakkafrost eina
bakkafrost
Tað regnar
Sera góða gongdin hjá Bakkafrost sæst aftur hjá
forstjóranum Regin Jacobsen, sum saman við mammu
síni eru størstu einstøku eigarar í Bakkafrost. Tey
bæði eru 224 milliónir krónur ríkari í dag enn fyri júst
einum ári síðani. – Vit hava ongar ætlanir um at selja
partabrøvini, tvørturímóti, sigur Regin Jacobsen
Bakkafrost spreingir
Við einum yvirskoti á 727 milliónir krónur og vinningsbýti á 220 milliónir setir Bakkafrost nýggjar
standardir fyri lønsemi. – Vit skulu varðveita góðu gongdina, sigur forstjórin Regin Jacobsen