týsdagur 25. februar 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til
samanberingar
er
Faroe Petroleum vert tvær
milliardir, sambært kursi
num á keypsskálanum í
London. BankNordik verd
ur 1,2 milliard krónur, um
vit taka aktuella kursin á
keypsskálunum
í
Keyp
mannahavn og Reykjavík.
Atlantic Petroleum er vert
517 milliónir, sambært kursi
num á keypsskálanum í Oslo.
Og Atlantsflog, sum er á veg
til at vera tikið av keyps
skálunum, er í dag vert 214
milliónir krónur, sambært
kursinum í Keypmannahavn.
risa íløguætlan fyri næstu
fimm árini. Fyritøkan ætl
ar at gera íløgur fyri 1,1
milliard
krónur.
Stórur
partur
av
virkseminum
skal miðsavnast í nýggjum
høvuðssæti á Glyvrum, og
samanumtikið ger fyritøkan
íløgur í øll lið í virðisketuni.
Eisini letur Bakkafrost bygg
ja ein nýggjan brunnbát, sum
skal lasta ikki minni enn 450
tons av livandi fiski.
Stóra yvirskotið í fjør fær
tó ikki Regin Jacobsen at
trýsta meira á speedaran.
- Úrslitið vísir, at vit hava
styrki til at gera stórar íløg
ur, um tær verða mettar
skilagóðar. Men fyri okkum
hevur tað stóran týdning, at
vit halda okkum til okkara
kjarnuøki. Og tað er við lóg
avmarkað, hvussu nógv vit
kunnu vaksa í Føroyum, sig
ur Regin Jacobsen og minn
ir á, at ein fyritøka sum
Bakkafrost skal hava eitt
stórt avkast.
- Tað er neyðugt, tí okk
ara virksemið er fevnt av
rímiliga stórari risiko. Tí
skulu vit ikki út og gera
íløgur í alt møguligt, men
í staðin halda fokus á at
varðveita somu høgu góðs-
ku á øllum tí, sum vit gera,
sigur Regin Jacobsen.
Avkast
Taka vit nýggjasta tilmælið
frá nevndini um útlutan av
vinningsbýti við, so hevur
Bakkafrost goldið sínum
partaeigarum tilsamans 558
milliónir krónur í vinnings
býti síðstu fýra árini. Tað
eru sera nógvir pengar eftir
føroyskum
viðurskiftum.
Men soleiðis eigur tað at
vera, sambært forstjóranum
í Bakkafrost.
- Politikkurin hjá Bakka
frost er, at partaeigararnir
skulu hava millum 30 og 50
prosent av yvirskotinum
eftir skatt. Og tað hava vit
hildið, líka síðani felagið fór
á keypsskálan, sigur Reg
in Jacobsen og vísir á, at
ein íløga í eitt partabræv á
keypsskálanum skal sjálv
andi forrentast.
- Okkara útlutan av
vinningsbýti síðstu árini
sigur tí bara, at vit eru ein
sunn fyritøka, sum megnar
at kappast við tær fremstu
í
heiminum.
Bæði
um
ta vøru, ið vit framleiða,
men eisini um kapital. Tað
hevur týdning, tí kapitalur
er eisini eitt tilfeingi, sum
man skal hava virðing fyri
og sum skal forrentast. Ein
fyritøka skal skapa avkast
av tí kapitali, sum er bundin
í fyritøkuni, sigur Regin
Jacobsen.
Forstjórin vísir á, at sjálv
andi vil vinningsbýtið eisini
verða tengt at laksaprísum
og gongdini annars á altjóða
marknaðinum.
- Men grundleggjandi
eigur tað at vera líka natúr
ligt at rinda vinningsbýti til
partaeigararnar sum tað er
at rinda rentur av teimum
lánum, sum tú hevur í
bankanum. Alt annað er
ónatúrligt,
sigur
Regin
Jacobsen.
Støddin
Sum
umrøtt
í
aðrari
grein her á síðunum, so
er Bakkafrost í dag nógv
tann størsta fyritøkan við
høvuðssæti
í
Føroyum.
Við dagsins kursi er virðið
smáar 4,4 milliardir krón
ur, sum er útvið eina milli
ard meira enn fyri júst
einum ári síðani. Virðið á
Bakkafrost nærkast eftir
hondini støddini á samlaðu
fíggjarlógini hjá føroyska
landskassanum.
Men
Bakkafrost er ikki ov stórt
til føroyska samfelagið, siss
ar forstjórin:
- Nei, eg haldi tvørtur
ímóti, at gongdin síðstu
árini hevur prógvað, at ali
politikkurin hevur verið
tann rætti. Vandin hevði
eftir mínum tykki verið
størri, um vit framvegis
høvdu nógvar smáar aktør
ar í alivinnuni, tí tá hevði
verið munandi verri at
stýra gongdini, sigur Regin
Jacobsen og undirbyggir
uppáhaldið við greining
unum hjá norska Contali
Analyse, sum aftur og aft
ur vísa at samanborið við
kappingarneytarnar á al
tjóða marknaðinum fær
føroyska alivinnan mest
burtur úr hvørjum kilo.
Regin Jacobsen ásannar
tó í sama viðfangi, at vandin
kundi verið til staðar, um
Bakkafrost við síni stødd
ikki hevði verið skrásett á
keypsskála, hevði atgongd
til kapital og annars hevði
ein góðan solvens.
- Vit hava nú atgongd til
bæði lánikapital og egin
kapital fyri kappingarførar
treytir, og tað er eisini ein
styrki, sum man ikki hevur
sæð í føroyskum vinnulívi
fyrr, sigur Regin Jacobse
bakkafrost
á Regin
karmarnar
Bakkafrost um útlitini
Marknaðarútlitini fyri laks eru góð. Eftirspurningurin
eftir laksi er stórur, og vøksturin í útboðnum er ikki
eins stórur. Sambært marknaðarmetingum verður mett,
at útboðið økist við um 4-6% í 2014 og einans 1% í
2015. Kanningar vísa, at um útboðið veksur við 6-8%
frá einum ári til tað næsta, verður prísurin stórt sæð
óbroyttur. Er útboðshækkingin lægri enn 6-8%, hækkar
prísurin, og hækkar útboðið meiri enn 6-8%, lækkar
prísurin samanborið við árið fyri. Miðal laksaprísurin í
2013 var 39,07 norskrar krónur fyri kilo.
Søluavtalur verða vanliga gjørdar fyri seks til tólv
mánaða tíðarskeið fyri tær virðisøktu vørurnar,
sum Bakkafrost framleiðir. Hetta tryggjar
felagnum støðugari prísir. Søla, svarandi til 70% av
framleiðsluorkuni fyri 2014, er avtalað. Søluprísurin
fyri hesar vørur er á eini hægri príslegu enn í 2013.
Vinninsbýtispolitikkur
hjá Bakkafrost
Bakkafrost miðar ímóti at geva partaeigarum sínum
eitt kappingarført avkast av íløgum teirra, bæði við at
gjalda út vinningsbýti frá felagnum og við at tryggja, at
eginognin veksur við avlopi frá rakstrinum.
Vanliga skal felagið gjalda partaeigarunum
vinningsbýti, men tað er ábyrgdin hjá nevndini at gera
eina heildarmeting, at tryggja felagnum eina sunna
fíggjargrund, bæði fyri at tryggja dagligu framleiðsluna
og at tryggja, at felagið mennist framyvir. Nevndin
hevur sett sær sum langtíðarmál, at 30-50% av
tillagaðum EPS skal verða goldið út sum vinningsbýti,
tá ið solvensurin hjá samtakinum er oman fyri 60%.
Kelda: Ársfrágreiðing 2012, Bakkafrost