týsdagur 25. februar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LAT TEG KOPPSETA Tú eigur at lata teg koppseta móti krímsjúku, um tú ert í øktum vanda fyri at gerast álvarsliga
sjúkur/-ur. Danska Heilsustýrið mælir til at lata seg koppseta, um tú hevur eina kroniska sjúku - ella, um tú av øðrum
orsøkum kanst gerast álvarsliga sjúk/-ur. Soleiðis eigur tú at lata teg koppseta, um tú eitt nú hevur kroniska lungna- ella
hjartasjúku, diabetes 1 ella 2 (sukursjúku), vigar alt ov nógv, og um tú hevur astma ella niðursettan livra-og nýravirknað.
Kelda: www.sundhed.dk
Vilmund Jacobsen
Vit máta BMI, blóðtrýst og koleste
rol fyri at finna út av, hvussu sjúk
- ella frísk - vit eru. Men, hvat er
nú tað, sum í veruleikanum sigur
okkum rættiliga nógv um, hvussu
frísk vit nú einaferð eru? Jú, tað
ger okkara kynslív sambært eini
frágreiðing, sum Vidensråd for
Forebyggelse hevur skrivað.
Millum tey, sum hava skrivað
frágreiðingina, er læknin og pro
fessarin í kynslæru, Christian Grau
gaard, sum er leiðandi í Danmark
innan gransking í kynslívi. Hann
er ikki í iva.
- Meðan BMI, blóðtrýst og
kolesterol sigur okkum nakað um,
hvussu sjúk vit eru, so sigur kyns
lívið okkum nakað um, hvussu frísk
vit eru.
Neyvur samanhangur
Christian Graugaard vísir á, at tað
er ein týdningarmikil viðurkenning,
at heilsa og kynslív neyvt hanga
saman.
- Tá tú spyr fólk í síni heild, siga
níggju av tíggju, at tað er týdning
armikið fyri lívsgóðskuna at hava
eitt gott kynslív. Tí sigur eitt væl
virkandi kynslív rættiliga nógv um,
hvat fólk leggja í orðið heilsa, sigur
hann.
Tá røtt verður um at vera frísk/-
ur ella sjúk/-ur, er vanligt at taka
støði í fysiologiska háttalagnum hjá
kroppinum, men sambært læknan
um og professaranum er neyðugt
at síggja øll hesi viðurskifti í einum
breiðari samanhangi.
- Eg haldi, at tað er ein gomul
eygleiðing at síggja sjúku og heilsu
bert
úr
einum
fysiologiskum
sjónarhorni. Vit eiga at flyta okk
um burtur frá tí objektiva sum tað
”rætta” - og tí subjektiva sum nak
að minni týdningarmikið. Tað er
týdningarmikið at handfara lívið
og skapa meiningar, eisini tá tað er
trupult. Eitt nú kunnu sjúklingar
við krabbameini saktans vera sunn
ari enn menniskju, sum eru frísk.
Víst verður til kanning hjá
Kræftens Bekæmpelse sum sigur, at
nógvir sjúklingar kenna seg at hava
eina størri lívsgóðsku við sjúkuni,
enn áðrenn tey gjørdust sjúk.
- Hetta gevur onga meining, um
tú sært heilsu í einum trongum
sjónarhorni. Lívið kann saktans
hava eina nógv størri meining fyri
ein, sum er fongdur við krabbameini
enn fyri ein, sum fysiologiskt er
frískur, men sum kortini livir eitt
tómt og tilvildarligt lív.
At takla mótgongd
Christian Graugaard sigur, at bein
leiðis samanhangur er millum
vánaligt kynslív og ymiskar sjúkur,
eitt nú tunglyndi, sukursjúku og
hjartasjúkur.
- Vantandi kynsligur hugur og
trupulleiki við potensi er ikki í sær
sjálvum sjúka, men slíkt hongur
ofta saman við ymiskum sjúkum
og vánaligum trivnaði.
Læknin og professarin sigur, at
vanliga er tað soleiðis, at tá tú verð
ur rakt/-ur av kroniskari sjúku,
ávirkar hetta ofta kynslívið, men
hann heldur, at slíkt alt ov sjáldan
verður tikið við í ráðgevingina og
viðgerðina í heilsuverkinum.
- Sjálvt í samband við viðgerð
fyri tunglyndi ella sjúkur sum
prostata-og bróstkrabba, ið eru
kendar fyri at ávirka kynslívið,
verða trupulleikarnir alt ov sjáldan
tiknir upp av starvsfólkunum
innan heilsuverkið. Hetta eigur
heilt avgjørt at verða gjørt øðrvísi,
tí júst við at fáa tað intima lívið
at virka, uppliva nógvir sjúkling
ar, at teir eisini fáa mót og orku
til at takla mótgongd og kreppur í
lívinum, sigur læknin og professar
in, Christian Graugaard.
Á
heimasíðuni
www.helse.
dk liggja fleiri nýggjar greinar, ið
snúgva seg um heilsu og kynslív.
Kynslív skal takast í álvara
Flestu halda, at tað er týdningarmikið fyri lívsgóðskuna at hava eitt gott kynslív. - Tí sigur eitt vælvirkandi
kynslív rættiliga nógv um, hvat fólk leggja í orðið heilsa, sigur Christian Graugaard, lækni og professari í kynslæru
- Vantandi kynsligur hugur og trupulleiki við potensi er ikki í sær
sjálvum sjúka, men slíkt hongur ofta saman við ymiskum sjúkum
og vánaligum trivnaði, sigur lækni og professari í kynslívi
Vilmund Jacobsen
At hava góðan trivna á einum
arbeiðsplássi og at seta fokus á
virðir, sum hava við trivna at gera,
gevur minni strongd, færri sjúka
dagar, meira orku, betri arbeiðs
klima, betri tænastu, hægri um
setning, størri yvirskot og økta
arbeiðsgleði.
Tað sigur fyritøkan Fegin, sum
seinastu árini hevur vitjað eitt
ótal av føroyskum fyritøkum, har
fokus hevur verið sett á strongd,
lívsgleði og arbeiðsgleði.
Umframt
fyrilestrar
um
strongd og lívsgleði, bjóðar Fegin
eisini serskeið í strongd. Hesi
skeið eru serliga ætlað nevndum,
leiðslubólkum og leiðarum.
- Tað er ymiskt, hvat fyritøkur
nar ynskja, og tí er tað altíð best
fyrst at hava eitt prát um, hvørjar
avbjóðingar
fyritøkan
hevur,
sigur Niclas Heri Jákupsson.
Fegin ger teg fegnan
Seinastu árini hevur fyritøkan Fegin hjá
Niclasi Hera Jákupsson vitjað eitt ótal av
føroyskum fyritøkum, har fokus er sett
á strongd, lívsgleði og arbeiðsgleði
Góður trivnaður á arbeiðsplássinum gevur færri sjúkradagar, økta arbeiðsgleði og størri avlop hjá fyritøkuni