Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg – Hetta er sum at vera skipari umborð á einum stór­um skipi, sum tú skalt royna at fáa at venda bara eini fimm stig. Tað kann verða nokkso tungt í sær sjálv­um. Soleiðis lýsir 44 ára gamli Per Zachariassen upp­gávu sínu sum høvuðs­ fram­leiðari av Eurovision Song Contest, sum verður í Keypmannahavn tann 10. mai. Sum høvuðsframleiðari hevur hann kreativu ábyrgd­ina av, hvussu showið kemur at síggja út, og hvussu fólkini í stov­ unum kring allan heimin helst skulu uppfata send­ ing­ina. – Í stuttum kann sigast, at eg eri stjóri fyri einum fram­leiðsluliði, sum í løt­ uni telur 600 fólk. Tað er mín uppgáva at samanseta liðið og seta yvirskipaðu rammurnar og visjónirnar fyri sendingina, greiðir Per Zachariassen, sum ikki er sørt errin av at hava fingið hesa uppgávuna. – Tað er stuttligt at kunna seta kross við tað, at eg havi framleitt eina av heims­ins størstu beinleiðis sjón­varps­sendingum, sigur Per Zachariassen. Uppvaksin uttan sjónvarp Fyri Per Zachariassen kenn­ ist tað nattúrligt at fáast við sjónvarpsframleiðslu og menning av nýggjum kon­septum. – Eg havi altíð havt áhuga fyri sjónvarpi. Nú eri eg uppvaksin uttan sjón­ varp, so ivaleyst er áhugin blivin enn størri av tí orsøk, og eg minnist eisini væl, at fyrstu ferð, eg sá sjónvarp, var tað nakað heilt serligt, og eg var hugtikin av hes­ um miðlinum alt fyri eitt, fortelur Per Zachariassen. Av somu orsøk var hann ongantíð í iva um, at hann skuldi útbúgva seg innan sjónvarpsyrkið, og í 1992 byrjaði hann á Den Danske Filmskole, hað­ani hann er út­búgvin sjón­varps­fram­ leið­ari. – Tað var mín stóri dreym­ur at sleppa inn á film­skúlan og hasi árini, eg gekk har, vóru eisini ein stór uppliving. Tað, eg lærdi har, hevur havt ótrúliga stór­an týdning fyri meg og mín máta at arbeiða uppá enn tann dag í dag, sigur Per Zachariassen og heldur fram: – Fyri mítt viðkomandi hevur tað verið soleiðis, at hurðar hava allatíðina staðið opnar fyri mær, og so skjótt eg havi havt møgu­leikan, eri eg farin inn um hesar hurðarnar. Hevur tú ein áhuga, so er at fylgja honum og vera mál­ rætt­aður. Tað havi eg gjørt, sigur Per Zachariassen. Popularitetur ikki altavgerandi Tá Per Zachariassen var lið­ugt útbúgvin, fekk hann starv á ungdómsdeildini í Danmarks Radio, og síðani hevur hann framleitt fleiri kendar og vælumtóktar sjón­varps­sendingar. Hann hevur tó trupult við at seta navn á eina ávísa sending, sum hann er serliga errin av. – Fyri meg hevur tað ikki altíð týdning, um sendingin verður eitt hitt ella ikki. Bara sendingin fær eitt sind­ur av uppmerksemi, so kenni eg meg væl nøgdan, og elvir hon møguliga til kjak, so kennir mann seg sjálv­andi eitt sindur ernan. Eg kann ikki seta navn á eina ávísa sending, men eg havi fleiri ferðir upp­livað, at eg havi havt ein stóran leiklut í onkrari populer­ ari sending, har alt fram­ leiðslu­liðið hevur arbeitt væl saman, greiðir Per Zacharias­sen frá. Fyri hann er umráðandi, at sendingarnar onkurs­ vegna kunnu flyta mørk og broyta okkara fatan av, hvat og hvussu sjónvarp er. – Til dømis sendingin Transit, sum eg gjørdi sum nýútbúgvin á Danmarks Radio. Tann sendingin var rættiliga slóðbrótandi tá, tí vit tordu at flyta mørk. Per­ són­liga hevur tað verið ein succes fyri meg. Tað meira kommersiella hittið hevur ivaleyst verið Den Store Klassefest, sum eg fram­ leiddi til TV2, og so er tað sjálvandi X-Factor, sum eg gjørdi, áðrenn eg fór til Los Angeles at arbeiða, greiðir Per Zachariassen frá. Sjálvur hevur hann ongan­tíð havt ætlanir um at standa framman fyri upp­tøku­tólinum og eitt nú royna seg sum sjónvarps­ vert. – Eg havi tað best við at vera handa leiktjøldini. Mær dámar væl at vera ano­nymur og havi ongantíð havt nakra tráðan eftir at standa framman fyri upp­ tøkutólinum. Í roynd og veru kenni eg meg ríkiliga sæddan sum er, sigur Per Zachariassen. Eg eri undir stórum trýsti ...framhald á síðu 12 – Støðið á sendingini Eurovision Song Contest skal lyftast. Hóast tað er torført, er tað ikki ógjørligt, men tað merkir, at eg eri undir einum øgiligum trýsti. Eitt trýst, sum eg leggi á meg sjálvan, tí eg eri so ambitiøsur. Tað sigur Per Zachariassen, sum er høvuðsframleiðari av stóru europeisku sangkappingini, sum verður í Danmark í mai. Í løtuni arbeiðir hann upp í 15 tímar hvønn dag