Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Langir arbeiðsdagar Seinastu trý árini hevur Per Zachariassen starvast í Los Angeles hjá Freemantle Media, sum er eitt av hemsins størstu framleiðslufeløgum. Í løtuni er hann í farloyvi frá starv­inum, meðan hann arbeiðir við Eurovision Song Contest. Tað var longu áðr­ enn Danmark hevði vunn­ ið, at Danmarks Radio setti seg í samband við Per Zachariassen og spurdi, um hann var áhugaður í at fram­leiða stóra showið, um so varð, at Danmark fór at vinna. Hetta var nakrar vikur, áðrenn tað bleiv greitt, at Euro­vision skuldi vera í Dan­mark. – Eg takkaði beinavegin ja til tilboðið, og tað havi eg á ongan hátt angrað, sigur Per Zachariassen, sum síð­ ani 1. januar hevur búð í Keyp­manna­havn, har hann hevur arbeitt við Eurovision burturav. – Sjálvt um altjóða grand prixið hevur verið í næstan 60 ár, so byrjar mann so at siga á berum, hvørja ferð eitt nýtt grand prix skal fram­ leiðast, tí fram­leiðslu­liðið er ongantíð tað sama, greiðir Per Zachariasen frá. Í løtuni hevur hann ein arbeiðsdag á upp til 15 tímar, og meginparturin av arbeiðs­ tíðini fer til fundarvirksemi. – Eg gangi frá einum fundi til ein annan, og skal eg fáa stundir til at eta, so má tað gerast, ímeðan eg fundist, so jú, eg havi úr at gera í hesum døgum, sigur Per Zachariassen og heldur fram: – Tað sær út til, at eg komi at arbeiða meir og meir, so hvørt showið nærkast, men tað havi eg innstillað meg uppá. Eg velji at taka hetta sum eina uppliving, sum eg vón­andi kann hyggja aftur á sum eina spennandi tíð, sigur Per Zachariassen. Vil broyta Eurovision At framleiða altjóða grand prixið er ein stór og spenn­ andi avbjóðing, men Per Zachariassen dylir ikki fyri, at tað eisini er strævið. Ser­ liga tí hann hevur ætlanir um at gera eitt show, sum kann verða eitt vet ný­skap­ andi innan økið. – Sendingin hevur tað virðið, hon hevur. Mann kann royna at gera broyt­ ing­ar, men tað tekur millum 10 og 20 ár, áðrenn brandið fær eitt annað virði, so tað er naivt at halda, at vit kunnu gera eina kollveltandi broyt­ ing innan eitt ár, sigur Per Zachariassen, sum tó leggur dent á, at hann vil gera sína ávirkan galdandi. – Um vit kunnu vera við til at broyta konseptið bara tvey prosent, so hava vit gjørt okkara fyri at geva send­ing­ini og konseptinum sum heild meira trúðvirði, sigur Per Zachariassen og sipar til, at sendingin ikki verður tikin fyri fult av øllum, og onkur kanska hevur lyndi til at flenna eitt sindur eftir Euro­vision sum konsepti. – Tað verða nakrar smáar uppgraderingar, sum eg vóni, fólk fara at seta prís uppá, men eg geri ikki nakr­ar radi­ kalar broytingar. Eg royni bara at hækka støðið eitt sindur í tann mun tað er gjør­ ligt, sigur Per Zachariassen. Sum framleiðslustjóri hev­ur Per Zachariassen stóra ávirkan á sendingina, sum verður víst í umleið 40 londum tann 10. januar. Eis­ ini hevur hann í ein ávísan mun verið við til at avgera, hvar í Danmark, showið skal vera. – Tað var nakað av kjakið um, hvar showið skuldi hald­ ast. Í seinasta enda var tað Danmarks Radio, sum tók av­gerð­ina, men eg havi verið við til at viðmæla Keyp­ manna­havn, sum jú bleiv bý­ urin, har showið skal haldast, so ivaleyst havi eg havt eina ávirkan har, fortelur Per Zachariassen. Hann dylir á ongan hátt fyri, at hann í hesum døg­um er undir einum stór­um trýsti, nú hann skal fram­leiða eina av heimsins størstu sjón­ varps­sendingum. – Eg má viðganga, at eg kenni eitt rættiliga stórt trýst. Ikki frá øðrum, men mest mær sjálvum, tí tað er mín egna ambitión, sum ger, at kenni eitt trýst, sigur Per Zachariassen, sum tó ikki sigur seg vera nervøsan fyri uppgávuni. – Vanliga eri eg ikki ner­ vøsur, eg eri bara ambitiøsur. Eg havi hug til at vita, um vit kunnu lyfta støðið og gera tað eitt sindur betri enn fyrr. Sjálvandi hevði verið lættari bara at hildið støðið, sum vit eru von við, men eg vil royna at gera tað betri. Tað krevur orku og gevur eitt ávíst trýst, men at gera stórar og ný­skapandi framleiðslur er tað, eg brenni fyri og eg haldi tað er stuttligt, sigur Per Zachariassen, sum fer aftur til Los Angeles longu mána­dagin aftaná finaluna í Eurosvision. – Vit arbeiða við onkrum spennandi nýggjum send­ ingum, sum vit eru rættiliga ernir av. Gongur alt væl, síggja tit úrslitið um ikki alt ov langa tíð, sigur Per Zachariassen. rannva@sosialurin.fo Vanliga eri eg ikki ner­vøsur, eg eri bara ambitiøsur. Eg havi hug til at vita, um vit kunnu lyfta støðið og gera tað eitt sindur betri enn fyrr Mynd: DR Per Zachariassen hevur staðið aftan fyri stórar framleiðslur í Danmark so sum Talent, X-Factor og Idols