Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 P / F D u t y F r e e F A E V á g a F l o g h a v n 3 8 0 S ø r v á g u r F a r o e I s l a n d s T e l . 3 5 4 4 0 0 Hevur tú hug og evni til at skapa úrslit, so bjóðar Duty Free FAE tær eitt sera spennandi og avbjóðandi starv sum leiðari á nýggja tollfría handlinum, sum letur upp í nýggju farstøðini á flogvøllinum í Vágum. Tann fyrsta uppgávan verður at gera endaligar sáttmálar við føroyskar og útlendskar veitarar av duty free vørum. Harnæst verður uppgávan byggja handilin upp og fáa handilin kláran, áðrenn nýggja farstøðin letur upp í mai/juni 2014. Nýggi leiðarin fær eisini avgerandi ávirkan á, hvørji starvsfólk verða sett í starv hjá Duty Free FAE. Eftir at handilin er komin í trygga legu, verður fremsta uppgávan at tryggja eina munagóða sølu og úrslit gjøgnum góða leiðslu og keypmannskap. Duty Free FAE er eitt sjálvstøðugt partafelag og sjálvstøðugt brand, sum Vága Floghavn og Atlantic Airways eiga í felag. Felagið leigar handilsøki á flogvøllinum frá Vága Floghavn. Um so er at starvið sum leiðari í Duty Free FAE er nakað fyri teg, so skalt tú senda eina umsøkn til okkum á jsk@fae.fo innan 3. mars 2014 kl. 12.00 Um so er at tú hevur spurningar til starvið, so ert tú vælkomin til at senda ein teldupost til Jákup Sverra Kass, stjóra, á jsk@fae.fo Kanst tú síggja teg sum leiðari á Duty Free FAE, Vága Floghavn?