Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur em2016 lutakast Finski landsliðsvenjarin fegnast Í Finnlandi fegnast tey um at verða sloppin undan Týsklandi, Onglandi og Spania. – Eg vænti ongan lættan dyst, men lutakastið var við okkum. Vit kundu verið endaðir í einum nógv torførari bólki, sigur tann finski landsliðsvenjarin Norðurírski venjarin er vónríkur Í Norðurírlandi eru tey eisini væl nøgd við lutakastið. Tey síggja nú møguleikan at spæla seg víðari, tí tað verða heili 24 lond sum skulu kappast í EM-endaspælinum í Fraklandi í 2016. Landsliðsvenjarin, Michael O'Neill sigur við BBC, at 14 stig kunnu verða nóg mikið til at røkka einum triðja plássi í bólkinum. Fáa líka nógv fyri Grikka Tað eru líka nógvir sjónvarpspengar í Grikkalandi sum í Týsklandi og hini stóru londunum. Tað sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Virgar Hvidbro, sum er væl nøgdur við lutakastið Tróndur Arge/André Olsen Tað bleiv til eitt stjørnuleyst EM lutakast fyri Føroyar á hesum sinni. Meðan aðrar smátjóður fingu Spania, Ongland, Týskland og Italia, so fingu vit Grikkaland. Eitt land, sum púra óvæntað vann EM í 2004, men í mun til hinar stóru tjóðurnar ikki hevur nakra navnframa stjørnu á liðnum. Hóast lítið av stjørnu­ støvið er at finna í bólki F, so er aðalskrivarin í Fótbólts­ sam­bandinum væl nøgdur við lutakastið. – Sum heild eri eg væl nøgdur við at Føroyar eru í hesum bólkinum. Hóast vit ikki fingu nakað av lond­unum, sum eg ynskti framman­undan. Men fleiri av hesum vóru kanska annað ynski, sigur Virgar Hvidbro. Ongin fíggjarligur vansi Fyrr var tað soleiðis, at sjón­ varps­rættindini og pengar­ nir, ið har fylgja við, vóru tengdir at hvørjum landið tú møtti. Ein dystur móti Týsk­ landi gav nógv meir en nein dystur móti einum minni landi. Støðan er ikki tann sama í dag. – UEFA eigur sjónvarps­ rættindini í dag, so vit fáa hvørki meira ella minni, um vit møta Týsklandi ella Grikka­landi, vísir Virgar á. Heldur ikki tá tað kemur til áskoðaratalið, kemur tað at gera stóran mun um tað er fult ella tómt. – FSF hevur valt at hava ein sera lágan atgongu­ merkja­prís. Tískil verða held­ ur ikki tey stóru útsvingini her, sigur Virgar Hvidbro. Talan er heldur ikki um lond, sum á narkan hátt koma at geva yvirarbeiði til løg­regluna ella trygdarlið. – Tá londini heldur ikki eru nøkur »high risk« lond, so verða útreiðslurnar til trygd og annað væl lægri enn eitt nú til ein dyst móti Týsk­landi og Onglandi. So tað gongur kanska upp móti hvørj­um øðrum, sigur aðal­ skrivarin í FSF. Fyrimunir við lutakastinum Tó at hvørki Steven Gerrard ella Andres Iniesta verða at síggja á Tórsvølli á hes­um sinni, so sær Virgar fleiri fyrimunir við hesum luta­ kast­inum. – Høvuðsfyrimunurin er nokk tann, at hetta ikki er ein »krútbólkur«, eins og tann vit vóru í seinast. Til vil siga at hetta skuldi alt ann­ að líka givið okkum betri møgu­leikar ítróttarliga, sigur Virgar og leggur afturat. – Vit skulu ikki langt eyst­ur eftir, so útreiðslur til ferðing og annað verður rímu­lig. Hesin bólkurin ger vónandi tað, at føroysku áskoð­ararnir koma at stuðla før­oyska landsliðnum, held­ ur enn at hyggja eftir út­ lendsku stjørnunum, sigur Virgar Hvidbro. Avbjóðingin verður hin­ vegin at fáa áskoðarar til dystir­nar. – Avbjóðingin verður sjálv­andi at fáa áskoðarar til dyst, men tað mugu vit gera við at fáa góð úrslit og annars gera ein stóran innsats í sam­ band við dystirnar, sigur Virgar Hvidbro at enda. trondur@sosialurin.fo Bólkur A Holland Kekkia Turkaland Letland Ísland Kasakstan Bólkur F Bólkur C Spania Ukraina Slovakia Hvítarussland Makedonia Luksembourg Bólkur B Bosnia h. Belgia Ísrael Wales Kýpros Andorra Bólkur D Týskland Írland Pólland Skotland Georgia Gibraltar Grikkaland Ungarn Rumenia Finnland Norðurírland Føroyar Grikkar vunnu EM í 2004