Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-25, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. februar 2014 · Nr. 24 ítróttur fótbóltur em2016 lutakast Lars ynskti Danmark Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, vónaði til tað seinasta, at Føroyar komu í bólk við Danmark. – Tað hevði verið stuttligt. Bæði fyri føroyingar og meg, sigur Lars Olsen, sum ynskti at fáa fleiri lið við bretskum ella norðurlendksum spælistíli. – Í so máta eru trý tey sterkastu liðini í bólkinum ikki ynski mótstøðulið, meðan Norðurírland og Finnland passa okkum betri, sigur Lars Olsen, sum ikki vil seta tal á hvussu nógv stig vit kunnu fáa. – Seinast fingu vit eitt stig. Málið er at fáa fleiri stig, sigur Lars Olsen. aland sum Týskland Føroyar kann skapa eina sensatión Ungverski málverjin Andras Gango er sera væl nøgdur við lutakastið til EM undankappingina Skráin hjá føroyska landsliðnum í EM-undankappingini: Bólkur E Ongland Sveis Slovenia Estland Litava San Marino Bólkur H Italia Kroatia Norra Bulgaria Aserbadjan Malta Bólkur G Russland Svøriki Eysturríki Montenegro Moldova Liktinstain Bólkur I Portugal Danmark Serbia Armenia Albania Frakland Vertir* 7. september 2014: Kl. 19.45 Føroyar - Finland 11. oktober 2014: Kl. 19.45 NorðurÍrland - Føroyar 14. oktober 2014: Kl. 19.45 Føroyar - Ungarn 14. november 2014: Kl. 19.45 Grikkaland - Føroyar 29. mars 2015: Kl. 17.00 Rumenia - Føroyar 13. juni 2015: Kl. 19.45 Føroyar - Grikkaland 4. september 2015: Kl. 19.45 Føroyar - NorðurÍrland 7. september 2015: Kl. 19.45 Finland - Føroyar 8. oktober 2015: Kl. 19.45 Ungarn - Føroyar 11. oktober 2015: Kl. 17.00 Føroyar - Rumenia André Olsen Andras Gango hevði eitt brennandi ynski um at fáa Føroyar og heimlandið Ungarn í sama bólk. Andras kom til Føroyar í 2006, og følir seg veruliga sum ein føroying nú. Hann tosar flótandi føroyskt, og er eisini knýttur at føroyska fót­bóltssambandinum. Tað hevur hann gjørt síðani 2009, tá Andras Gango bleiv málmansvenjari á før­ oyska U-21 landsliðnum. Tí er lutakastið serligt fyri Gango. Spurdur um hvussu Gango er nøgdur við lutakastið, svar­ar ungverski málverjin. – Reint ítróttarliga er hetta tað besta lutakastið vit kundu ynskt okkum, bæði fyri Ungarn og Føroyar. Eg síggi stórar møguleikar fyri Føroyar at fáa góð úrslit í hes­um bólkinum. Serliga á heima­vølli dugi eg væl at ímynda mær, at Føroyar kann skapa eina sensatión í hesum bólkinum. Tað er ser­ liga umráðandi fyri Før­oy­ ar at fáa eina góða byrjan í bólkinum, soleiðis at teir før­ oysku áskoðararnir veruliga fáa landsliðsfebur. – Eg vóni at eg fái møgu­ leikan at fara niður til Ungarn at hyggja, tá Føroyar skal spæla móti Ungarn. Fleiri vin­menn í Føroyum hava spurt gjøgnum nógv ár, nær vit skulu fara ein túr til Ungarn. Tí vóni eg at fleiri før­oyskir áskoðarar koma við til Ungarn og sleppa at upp­liva Budapest. Tá Gango til seinast verð­ur spurdur hvørjum landið hann fer at halda við, tá heim­landið Ungarn og Føroyar skulu spæla móti hvørjum øðrum, svarar Gango. – Eg havi verið næstan 8 ár í Føroyum, og havi hjálpt til á U-21 landsliðnum í 5 ár. Tí krossi eg fingrar fyri Føroyum, og fari at halda við Føroyum. Andras Gango hevur ann­ ars ein góðan vinmann, ið spælir fyri tað ungverska lands­liðið. Áleyparin Tamás Priskin og Andras Gango eru uppvaksnir í sama umráðið og hava eisini deilt eina leilig­heit saman, tá teir vóru yngri. Tí sigur Gango at tað hevði verið eyka stuttligt um hann slapp at heilsa uppá Tamás Priskin aftaná ein 1-0 sig­ur til Føroyar á Tórsvølli. post@sosialurin.fo Andras Gango: – Eg vóni at fleiri føroyskir áskoðarar koma við til Ungarn og sleppa at upp­liva Budapest, sigur ungverksi málverjin, Andras Gango * Frakland luttekur í bólkaspælinum, men úrslitini telja ikki við, tí Frakland sum vertstjóð hevur tryggjað sær luttøku í endaspælinum. Reglugerð: 24 lond koma víðari. Nummar 1 og 2 í bólkaspælinum koma beinleiðis víðari saman við besta 3’arinum. Hinir átta 3’arnir spæla um fýra tey seinastu plássini í endaspælinum. Gibraltar er við fyri fyrstu ferð. Oraska av politiskum stríði, so kunnu Gibraltar og Spania, eins og Armenia og Aserbadjan ikki koma í bólk saman.