mikudagur 19. mai 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Simple Living er uppskriftin uppá
hvussu tú fært mest burturúr
lívinum, uttan at gerast stress-
aður. Tað snýr seg um at raðfesta
dreymarnar, seta rea-
listisk mál
og síðani røkka teimum. At finna
tað, sum veruliga gevur eydnu og
frælsi. Ikki at fresa runt og halda
okkum skula klára alt og náa alt,
men at velja okkum nøkur fá ting
og nýta orkuna uppá tey.
Hetta er ein lívsstílur, sum í
mong ár hevur verið nýttur í Asia
og fjareystri, m.a. av buddist-
unum.
Her
í
vesturheiminum
er
Simple Living lívsstílurin seinastu
árini vorðin ein tilpassað útgáva
av buddistiska liviháttinum, so-
leiðis, at vit kunnu liva mini-
malistiskt uttan at missa vestur-
lendsku hentleikarnar.
Høvðusboðskapurin í lívsstíl-
inum er, at vit mugu læra okkum
ikki at gerast bundin at jørðiskum
ognum og sambondum.
Vit
hava,
tá
alt
kemur til alt, bert
okkum sjálv, og tí
mugu tað vera vit
sjálvi, sum seta
dagskránna í okk-
ara
lívi.
Ikki
sjónvarpið, arbeiðið
ella makin.
BUDDISTISKI
LEIÐARIN
Ein, ið dagliga hevur
við Simlpe Living at
gera, er ein buddistiskur
leiðari nevndur Lama
Surya Das. Hansara ráð
eru, at vit mugu sleppa
vanahugsanini um, at "jú
meiri, jú betur". Í veru-
leikanum er tað eins ringt at
hava ov nógv sum at hava ov
lítið. Vit verða uppald til at savna
inn undir okkum, soleiðis at vit
kunnu liva eitt gott lív. Men Lama
Surya Das heldur ikki, at ognir
geva okkum eitt gott lív. Hann
sigur, at ognir eru sum tung
barlast, ið bara tyngir um lívs-
leiðina. Fá fólk eru, sum megna at
hava barlastina á einum rímilig-
um støði, har hon ger gagn,
heldur enn skaða.
Allar flestu fólk hava savnað
sær so nógva barlast, at tey ikki
fáa farið haðar tey veruliga
ynskja, tí tey megna hvørki at
venda skútuni ella fáa hana úr
stað. Um ikki tey byrja at skilja
seg av við barlastina, eru tey
fastløst. Men av tí, at flestu
ognirnar eru minnir, er tað sera
torført hjá fólki at skilja seg av
tær.
Simple Living ástøði sigur, at
tað allatíðina eru ósjónligar orkur,
sum streyma um okkum. Bæði
positivar og negativar. Tað ræður
um at halda negativu orkuna
burtur, við at lata positivu orkuna
streyma frítt. Og tað kann hon
ikki, um tað er nógv órudd, tí tá
steðgar ferðin á orkustreymun-
um. Orkurnar, ið vit hava um
okkum, ávirka lívið meiri enn vit
kunnu ímynda okkum. Tískil
ræður tað um at skilja okkum av
við alt, sum vit bert hava tí vit ikki
orka at blaka tað út. Alt, sum ikki
tænir einum endamáli, skal fara.
Besta staðið at byrja, er at tøma
klædnaskápið ella eskjurnar á
loftinum. Alt, sum tú ikki hevur
verið í ella hugt at í trý ár, kanst tú
rudda út, tí tað megnar tú eyð-
sæð at liva fyriuttan.
Lama Suryia Das sigur, at øll
tingini, sum vit tveita út, væl
kunnu vera til gleði og gagns hjá
onkrum øðrum. Um vit geva tað
burtur, sum okkum allíkavæl ikki
tørvar, so fær tað nógvar positiv-
ar fylgjur: Vit fáa ruddað. Positiva
orkan fær aftur flutt seg optimalt,
og tað hevur, sambært Simple
Living, positiva ávirkan á alt
okkara lív. Vit gleða onkran ann-
an. Og jú meiri vit geva, jú meiri
kunnu vit vænta okkum at fáa
aftur.
Ført hevur verið fram, at tað so
sanniliga tekur nógva orku at
ganga og rudda allan dagin. Men
endamálið er júst, at tú ikki skalt
ganga og rudda allan dagin, tí tú
ikki skalt eiga nakað sum bert
endar sum órudd.
LÍVSVEGLEIÐARAR
At rudda er tó bara ein partur av
Simple Living lívsstílinum. Tað
snýr seg eisini um hvussu tú
innrættar heimið og hvat tú etur.
Tað snýr seg um hvørjar dreymar
tú hevur, og hvussu nógvar
dreymar tú fært uppfyltar.
Til tess at hjálpa tær við at fáa
dreymarnar umskipaðar til rea-
listisk mál, eru sonevndir Life-
coaches, sum skulu leiðbeina og
vegleiða teg. Teir virka á umleið
sama hátt sum buddistaleiðar-
arnir, bert uttan at vera buddistar.
Lifecoach’arnir verða nógv vitj-
aðir, og hava á ein hátt tikið
nakrar av uppgávunum frá sálar-
frøðingunum.
Fyrsta teir spyrja teg um, um tú
ert so heppin at fáa eina tíð, er,
hvat tú veruliga droymir um.
Næsti spurningur er, hví tú so ikki
bara gert tað. Allaroftast er ors-
økin, at fólk hava eitt arbeiði ella
eini hús, sum tey ikki kunnu fara
frá. Ella ein maka. Ella okkurt ann-
að, sum heldur teimum aftur og
bindur tey.
Men aloftast eru grundgeving-
arnar fyri ikki at liva dreymin,
bara undanførslur, tí fólk eru ótta-
full og fjálturstungin at skula fara
undir nakað nýtt. Lívsvegleiðar-
arnir hjálpa tær við at finna veru-
ligu orsøkina til undanførðslur-
nar, hjálpa tær at gera dreymin til
eitt realistiskt mál, so tað gerst
lættari at arbeiða fram ímóti tí og
at enda at røkka tí. Og tað ger ikki
mun um dreymurin er at gerast
FM vinnari í talvi, ein ferð rundan
um
jørðina
ella
eitt
barn.
Boðskapurin er, at vit mugu ikki
lata okkum binda av okkara ting-
um og ognum, men skilja okkum
av við tað, sum bara ger fortreð
og tekur óneyðuga orku frá
okkum.
SÍÐA 17
MÓTABLAÐ • 2004
SÍÐA 16
MÓTABLAÐ • 2004
SIMPLE LIVING
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Brillur, brillur og aftur brillur...
Kongabrúgvin - Tórshavn - Tlf. 31 17 31
S T E P H A N S S O N S H Ú S T L F. 3 1 4 2 9 1
1: Frísk luft. Far út hvønn dag og anda
nógva fríska luft niður í teg. Bið vinirnar
koma ein spaseritúr, ístaðin fyri á café.
2: Sólskin. Bert 15 minuttir av sóskini um
dagin gevur tær neyðugu D-vitaminirnar.
Og tað hjálpir uppá tunglyndi.
3: Afturhald. Tað ræður um ikki at yvirdríva,
men at finna røttu javnvágina á øllum
økjum. Javnvág er eitt av høvuðsevnunum
í Simple Living. Et við máta, ven við máta,
sov við máta. Hav afturhald í øllum sum er
gott fyri teg og fráhald í øllum sum ikki er
gott fyri teg.
4: Hvíld. Tak ein dag um vikuna, har tú tek-
ur frí frá øllum arbeiði, løntum sum ólønt-
um, og hugnar tær einsamallur, saman við
familju ella vinum. Fá minst átta tímar av
svøvni hvørja nátt. Rátt verður til, ikki at eta
millum máltíðirnar, so eisini sodningar-
leiðin fær hvíld. Et ein stóran morgunmat,
et so ein stóran døgverða 5 tímar seinni og
et so ein lættan nátturða um kvøldið.
5: Venjing. Royn at fáa venjingina inn í
dagligdagin. Súkkla ella gakk til arbeiðis,
serliga um morgunin er gott at fáa gongd á
kroppin.
6: Vatn. Vatn hjálpir uppá næstan alt. Gløs
av vatni gjøgnum dagin reinsa kroppin og
hjálpa honum við at útskilja giftevni.
Rennandi vatn hevur eina sera reinsandi
ávirkan á sinnið, antin tú fert í brúsu ella
setur teg við eina á. At leggja seg í eitt
baðikar eftir ein strævnan dag ella áðrenn
ein týdningarmiklan dag, er eisini ein sera
effektivur háttur at reinsa og fáa nýggja
orku.
7: Føði. Vit eru ikki sunnari enn tað vit eta.
So um tú fylgir øllum omanfyrinevndu ráð-
unum, men ikki etur rætt, fært tú ikki
stórvegis burturúr. Grønmeti skal helst et-
ast beint úr jørðini, t.v.s. rátt og uttan at
verða sproytað við giftevnum. Royn at
hava morgunmatin sum størstu máltíðina á
degnum, døgverðan sum nærststørstu og
nátturðan sum ta lættastu. Á tann hátt fært
tú mest burturúr orkuni í matinum.
Kelda: www.simpleliving.com
TÆR 7 REGLURNAR
UM GÓÐA HEILSU
Lívsstílur
Móti er ikki bara nakað, sum snýr seg um klæðir og hár. Eisini hátturin, sum fólk liva lívið og skipa dagligdagin uppá, verður
ávirkaður av mótarákinum. Eitt av nýggju fyribrigdunum, tá tað snýr seg um lívsstíl, er nevnt Simple Living og merkir at liva
einfalt. Hetta er mótsvar til stressið, sum tykist hava verið modernað seinastu árini.
Nógvar bøkur eru, sum
hjálpa tær at innrætta í trá
við Simple Living. Ástøðið
sigur, at innrættingin hevur
alstóra ávirkan á lívið.
Harmoni i boligen kr. 264,-
í Gamla Bókhandli
Slepp tær av við alt óneyðugt órudd,
og innrætta restina á harmoniskan
hátt, so verður lívið eisini meira
harmoniskt.
C
M
Y
K
17
16