Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Tað segði annar stýrimaður umborð á Anitu, tá hann var avhoyrdur í sambandi við vanlukkuna, sum kostaði einum 34 ára gomlum indonesa lívið Leo Poulsen – Tað gekk ógvuliga skjótt fyri seg. Eg haldi, at tað gingu 10-15 sekund frá tí, at maðurin kom fastur í trossan, til hann var í havinum. Soleiðis segði annar stýri­ mað­ur umborð á Anitu í sjó­ frá­greiðing týsdagin. Hann eygleiddi hending­ ina uppi á brúnni umvegis ein skíggja, og sá tí hvat hendi, og hvussu maðurin fór fyri borð. Hann helt ikki, at indo­ nesin hevði ansað eftir lykkj­uni á trossanum, og at hann av ósketni var komin at traðka í hana. Hann metti, at tað gingu 10-15 sekund frá tí, at maðurin traðkaði í lykkjuna, til hann lá í hav­ inum. Annar stýrimaðurin greiddi frá, at hann sá mann­ in verða drignan upp um skott­ini í garnapawninum, verða tveittan niður á dekk­ ið, smekkað høvdið í ein jarn­ kant og síðani verða tveittur fyri borð. Hann sló beinanvegin bakk, og snaraði skipinum á stýriborð, fyri at maðurin ikki skuldi koma í skrúvuna. Síðani leyp hann niður undir at greiða skipara og fyrsta stýrimanni frá tí, sum var hent. Hann fór beinanvegin upp á brúnna aftur. Eisini hann segði seg síggja styvlan hjá horvna mann­inum í sjónum, men styvlin var ikki í gørnunum. Veðrið um hetta mundi var vánaligt, 25 m/s av út­ synn­ingi. Røð av óhepnum umstøðum Hann segði, at farið var bein­anvegin undir at draga gørnini inn aftur, og hetta hendi við hond har afturi á skipinum, men tá teir sóu, at maðurin ikki var í gørnunum, kvettu teir og lótu restina fara. Hann dugdi ikki at siga, hvussu long tíð tá var gingin frá tí at maðurin var farin í havið, til teir góvust at draga. Teir hildu síðani fram við at leita eftir manninum alla náttina og dagin eftir, tá Brimil var komin á staðið og tók lut í leitingini. Annar stýrimaður helt, at talan var um eina røð av óhepnum umstøðum sum førdu til vanlukkuna. Um vaktirnar segði annar stýrimaður, at manningin hevði frí í átta tímar og ar­ beiddi í 16 tímar. Men hetta var við pausum á 30-40 minuttir fyri hvørjar fýra tímar. Hann segði, at ábyrgdina fyri arbeiðinum á dekkinum hevði fyrst og fremst skip­ arin, og síðani fyrsti stýri­ maður. Eisini kom fram, at tað kundi verða vandamiklari at arbeiða í vesti, men teir mettu tað sum innandura arbeiði, har menninir vóru. Annar stýrimaður greiddi frá, at teir hava eina skipan í sambandi við MOB, men tær høvdu ikki verið nøktandi fyri at bjarga manninum. Knívur ongan mun Hann greiddi víðari frá, at teir hava havt fleiri trygd­ ar­venjingar, men tær eru ikki atíð tær somu. Og vant verður, hvørja ferð teir skifta skipara sættu hvørja viku. Hann heldur tí ikki tað kann passa, at nakar av manningini hevur verið við skipinum í 10 mánaðar og bert hevur tikið lut í einari trygdarvenjing. Hann segði eisini, at manningin hevði hvør sín knív uppi á sær, umframt at ein knívur altíð er har, gørnini verða sett. Hann dugdi tó ikki at siga, um menninir á dekkinum høvu sín knív uppi á sær, tá van­ lukkan hendi. Hann ivaðist eisini í, um tað hevði gjørt nakran mun, um teir høvdu havt ein knív við hondina, tí tað gekk so skjótt. Hann helt tí ikki, at teir kundu bjarga mann­ inum. Tað kann undra, at so stórt ósamsvar var millum frágreiðingarnar hjá teimum fimm av manningini á Anitu týsdagin Stórt ósamsvar m frágreiðingarnar Leo Poulsen Tað mest undrunarverda er uttan iva, at so stór ósemja er millum hvar og hvussu gørn­ ini vórðu drigin inn aftur, eftir at maðurin var farin fyri borð. Tríggir av teimum fimm – teir báðir stýrmenninir og annar dekkarin - søgdu, at gørnini vórðu drigin inn har afturi á skipinum við hond, meðan skiparin og hin dekkarin søgdu, at gørnini vóru tikin fram í skipið og síðani drigin inn við garna­ spæl­inum. Tað er væl skiljandi at nógv stendur á, og at panikk­ ur kann vera í, men tað er kort­ini óskiljandi, at frá­ greið­ing­arnar eru so ósam­ svar­andi. At so smærri ósemjur kunnu vera í frágreiðingunum er væl skiljandi og náttúrligt, men ikki hetta. Eisini vóru ósemjur og ósamsvar í spurninginum um trygdarreglur umborð og serliga trygdarvenjingar, sum vórðu hildnar ella ikki hild­nar. Stýrimenninir vóru rími­ liga samdir í teirra frá­greið­ ingum, og viku ongantíð rætti­liga frá hvør øðrum. Hinvegin vóru dekkararnir og stýrimeninir rættiliga ósamdir um serliga trygdar­ viðurskiftini. Stýrimenninir vóru samd­ ir um, at tað minst var ein trygdarvenjing sættu hvørja viku, tá teir skiftu skipara, umframt aðrar minni fastar venjingar. Dekkararnir báðir mótsøgdu hesum. Annar hevði verið við til eina venj­ ing teir 10 mánaðarnar, hann hevði verið umborð, meðan hin onga venjing hevði verið við til teir tveir mánaðirnar, hann hevði verið við Anitu. Hvønn veg fór hann Eisini var ósemja teirra mill­ um um tað kunning, teir høvu fingið um trygdar­viður­ skiftini, tá teir mynstraðu um­borð. Fyrri dekkarin var ikki serliga spurdur um hetta, meðan hin seinni segði seg onga kunning hava fingið um hesi viðurskifti. Heldur ikki full semja var um knívin, sum átti ella skuldi vera til staðar har afturi í skipinum, sum sett var. Nú er ikki víst hvørja nyttu ein knívur hevði gjørt, tí ivasamt er, um hann hevði gjørt nakran mun. Vert er eisini at leggja til merkis tíðin, ið gekk frá at maðurin gjørdist fast­ur í trossanum, til hann var í havinum. Har er ein tíðar­mun­ ur á upp til 2,50 minuttir, og tað er rímiliga leingi. Tað skal tó viðmerkjast, at dekkarin, sum segði at tað gingu tríggir minuttir frá tí at maðurin gjørdist fastur, til hann fór í havið, segði seg vera farnan í panikk, so tað var ikki vist, at tíðin var so long. Eisini var ósemja, hvussu maðurin fór fyri borð. Ann­ar dekkarin segði, at hann fór undir skottunum í garna­ pawninum, meðan hin dekk­ arin og stýrimaðurin søgdu, at hann fór upp um skottini. Tað er kanska eisini ein av minni týðandi ósam­svar­ un­um. Tað, sum stendur fast, er, at maðurin fekk eina lykkju um beinini á trossanum, sum bindur gørnini saman, og at tað var púra óvanligt, at endin hekk heilt niður á dekkið. Nú verður so bíðað eftir, hvat frágreiðingarnar fara at føra til. Vaktirnar eru 16 og 8