Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Skiparin var tann síðsti, sum var avhoyrd­ur í sam­bandi við sjó­frá­ greið­ingina í sambandi við vanlukkuna umborð á Anitu 11. februar, tá ein mað­ur sló út. Hann segði seg vita lítið og einki um sjálva hendingina, tá indonesin gjørdist fastur í trossanum og varð drigin fyri borð. Skiparin sat tá í messuni og skaffaði, og hevði tí av góðum grundum einki sæð til vanlukkuna. Hann fór upp á brúnna, tá boðini vóru komin um vanlukkuna, men dugdi ikki at siga, hvussu long tíð gekk frá tí, at maðurin var farin fyri borð, til hann var komin upp á brúnna. Stórur dentur varð í sjó­frágreiðingini lagdur á, hvussu trygdin var um­ borð, serliga í sambandi við setan av gørnunum, og skiparin varð tráspurdur um trygdina umborð. Hann greiddi frá, at hann hevði lagt mann­ing­ ini eina við, ikki at royna at greiða tær fløkjur, sum eru í gørnunum, meðan sett verður. Spurdur hvat hann gjørdi um hann varnaðist, at menn kortini greiddu fløkjur, meðan sett var, segði hann, at hann end­ urtók ávaringina, meira fekk hann ikki gjørt. Hann segði somu­leið­ is, at teir tóku trygdar­við­ urskift­ini í størsta álvara, og høvdu javnan trygd­ar­ venjingar. Seinasta árið høvdu teir havt tvær um­ fatandi trygdarvenj­ingar. Hann mótsegði tó báð­ um stýrimonnunum við tað at hann segði, at end­ in á gørnunum var tikin fram í skipið, og at teir síðani drógu gørnini inn við garnaspælinum. Báðir stýrimenninir og tann eini indonesin høvdu annars sagt, at gørnini vórðu drigin inn við hond har afturi á skipinum. Hin indonesin helt tó við skiparanum og segði, at gørnini vórðu drigin inn har frammi í skipinum við garnaspælinum. Sjófrágreiðingin gjørd­ ist drúgv týsdagin og farið var væl av nátturða­tíð, áðrenn liðugt var. Part­ arnir fara nú at granska frágreiðingarnar og gera sína niðurstøðu, áðrenn nakað meira hendir í mál­ inum. Drógu gørnini inn við spælinum Avhoyringin av skiparanum gjørdist langt frá líka drúgv, sum av hinum av manningini, men ósamsvar var við hinar frágreiðingarnar Í mun til hinar avhoyrdu helt 37 ára gamli dekkarin, at tað gingu heilir tríggir minuttir frá tí at maðurin gjørdist fastur, til hann endaði í havinum Leo Poulsen Triði maðurin á dekkinum hesa lagnuløtu var ein 37 ára gamal indonesari. Hann hevði verið við Anitu í tveir mánaðar. Hansara frágreiðing var samljóðandi við hinar um, hvat tað var, sum hendi, tá maðurin gjørdist fastur í trossanum. Hann traðkaði sjálvur í lykkjuna. Allir trígg­ ir á dekkinum gjørdu nøkur gallróp. – Vit royndu av øllum alvi at fáa hann leysan av tross­ anum, men tað bar ikki til, greiddi indonesarin frá. Eins og hin dekkarin greiddi 37 ára gamli frá, at ó­hepni maðurin stóð aftan fyri hinar báðar, tá óhappið hendi. – Eg leyp eftir einum bjarg­ingarkransi, men eg fekk hann ikki leysan, greiddi vitnið frá. Hann fekk lykkjuna um beinið og fór upp um skottini og niður í dekkið. Á vegnum smekkaði hann høvdið harð­ liga í eina jarnhurð. – Tað vóru tá farnir útvið 16 tímar av vaktini, so vit skuldu á frívakt hvørja løtu, tá vanlukkan hendi, greiddi hann frá. Hann segði, at eingin teirra høvdu knív uppi á sær, og eingin knívur var at síggja har nærhendis. Panikkur í Hann greiddi síðani frá, at tað gingu einir tríggir minuttir frá tí, at óhepni maðurin fekk trossan um beinini, til hann var í havinum. – Vit royndu fyrst at fáa trossan av beinunum á hon­ um, men tað bar ikki til. So rann eg yvir til hurðina og rópti niður í messuna um koma at hjálpa, sigur vintið. Tá var óhepni maðurin far­in í havið. Tað var panikkur í øllum. – Eg hugsaði bara, at eg helt tað gingu tríggir minutt­ ir, men eg veit ikki, segði vitn­ ið. Hann segði, at skipið steðg­aði ikki, tá teir trígg­ ir róptu. Hann segði somu­ leiðis, at hann visti, at sam­ talu­annleggið virkaði, og tær nýttist ikki at trýsta á nakran knapp, fyri at kunna tosa upp á brúnna. Hann hevði bert verið við Anitu í umleið tveir mánaðar, so hann visti ikki so nógv um arbeiðsgongdirnar í samband við seting. Hann segði seg ikki hava fingið nakra gjøgnumgongd av trygdarútgerðini, tá hann kom umborð, og hann hevði heldur ikki lut í nakrari trygd­arvenjing, ta tíðina hann hevði verið umborð. Hann var samdur við skip­ aran í, at gørnini vórðu drigin inn har frammi í skipinum við garnaspælinum. Hann segði at enda, at um ein knívur hevði verið við hondina, hevði kanska borið til at bjarga manninum. Høvdu tríggjar minuttir til taks TÍÐINDI illum