Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Vit skulu gera okkara kanningar av allari manningini, bæði hvat pappírum og førleikum viðvíkur, so tað ganga nakrir dagar, áðrenn Anita sleppur út aftur, sigur Jákup Poulsen, deildarleiðari á Sýnsdeildini Lero Poulsen Tað er Sjóvinnustýrið, sum eigur síðsta orðið í málinum um garnaskipið Anitu. Tað eru hetta stýrið, ið ger av, um ákæra skel reisast í Anitu mál­inum. – Vit kanna øll tey tingini, sum vóru ógreið sambært avhoyringunum týsdagin, og so leingi øll viðurskifti ikki eru greið, sleppur skipið ikki út aftur, sigur Jákiup Poulsen, deildarleiðari á Sýnsdeildini í Sjóvinnustýrinum. Tað er serliga spurningurin um trygdarvenjingarnar, ið hev­ur áhuga hjá Sjó­vinnu­ stýri­num. – Har tóktist vera rættiliga ógreitt, hvussu og nær hesar venjingarnar vórðu hildnar. Onkur segði, at hann hevði verið við til bert ta einum venjingina teir 10 mánaðirnar, hann hevði verið umborð, og tað samsvaraði als ikki við tað, sum yvirmenninir søgdu, sigur Jákup Poulsen. Anita er eisini meldað til løgregluna fyri óreglusemi. – Og tær ákærurnar, sum Fiskimannafelagið kemur við, skulu vit eisini kanna til botns, sigur Jákup Poulsen. Og hvussu langa tíð tað kemur at taka, er eisini upp til reiðaran. – Tað ræður um, hvussu skjótur reiðarin er at syrgja fyri teimum ábøtum, sum kunnu verða, sigur Jákup Poulsen. Kanna Slættaberg Eitt av teimum tingunum, at Sjóvinnustýrið skal kanna, eru mannagongdirnar um­ borð. – Og har er ein stórur spurn­ingur, um menninir vóru noyddir at standa har, teir stóðu, tá vanlukkan hendi, sigur Jákup Poulsen. Hann sigur, at tað verður eingin støða tikin til, hvat meira skal henda í málinum, fyrr enn allar avhoyringar eru framdar. – Og skulu nakrir av mann­ingini avhoyrast aftrat, so bíða vit, til tað er framt. Tí í prinsippinum hevur málið í okkara verð ongan hast, sigur Jákup Poulsen. Sama dag, sum sjófrá­greið­ ingarnar vóru, hendi enn ett óhapp, har Sjóvinnustýrið eigur sín leiklut. – Men málið við Ågot og Slættabert má bíða. Anita hevur gørn standandi, og tí royna vit at arbeiða skjótt. Men hinvegin tekur málið tað tíð, tað tekur, sigur Jákup Poulsen. Øll orkan verður tí løgd í Anitumálið, og deildarleiðarin á Sýnsdeildini roknar við, at tað ganga nakrir dagar, áðrenn Anita sleppur út aft­ ur. – Vit skulu so hava trygd­ ar­venjingar við manningini og syrgja fyri, at neyðugu førleikin er í lagi. Og fyrr enn vit hava tryggja okkum, at manningin dugir allar mannagongdir, loyva vit ikki skipinum út aftur, sigur Jákup Poulsen. Um Anitumálið sigur deildarleiðarin, at Ågot fer ongan veg. – Og tað er størri áhugi fyri, hví Slættaberg gjørdi, sum hann gjørdi, og áðrenn greiða er fingin á tí, sleppur heldur ikki hann út aftur, sigur Jákup Poulsen, deildar­ leið­ari á Sýnsdeildini í Sjó­ vinnustýrinum. Tað ganga nakrir dagar TÍÐINDI Tað eru nøkur viðurskifti, serliga í trygdarspurningunum, sum politi og ákæruvald mettu ógreið, og tí verða tríggir av manningini kallaðir inn seinnapartin hósdag at geva frágreiðingar Leo Poulsen Tað eru kanska ikki øll, ið vita tað, men politi og ákæru­vald eru at rokna sum áhoyrarar, tá talan er um sjó­ frágreiðingar. – So er tað í nøkrum før­um, at dómarin heitir á okk­um um at koma við spurningum, sum vit halda eru viðkomandi. Men tað er skiparin, sum biður um frágreiðingina, og vit spyrja ikki nærtil so nógv og so gjølla sum til vanlig rættarmál, sigur John Martin Olsen, økisleiðari. Hann sigur, at politiið fær innlit í sjófrágreiðingina, og teir brúktu allan mikudagin at tosa um innihaldið. – So vóru nøkur viður­ skifti, sum vit fegnir vildu hava greiðari innlit í, og tí er avgjørt, at kalla tveir yvirmenn og ein dekkara inn til at avgeva frágreiðing, sigur John Martin Olsen. Hendan avhoyring fer fram á politistøðini, og byrj­ aði hósdag seinnapart. – Miðað verður so ímóti, at vit vera lidnir at avhoyra menninar í kvøld, segði John Martin Olsen, tá vit tosaðu við hann seinnapartin hós­ dag. Tá so avhoyringarnar eru framdar, og frágreiðingarnar skrivaðar, verða tær sendar til Sjóvinnustýrið. – Tað eru teir, ið eiga partin við trygdini umborð og førleika og pappírum, sigur John Martin Olsen. Senda frágreiðingar víðari Politiið vil fegið hava betri greiði á ymsum viðurskiftum um­borð, og serliga tí part­in­ um, sum hevur við trygd at gera. – Tað er altíð trupult, tá tolkar skulu nýtast, tí tað er so kjótt, at onkur lítil mis­ skiljing kemur í. Og tað er fyri at tryggja okkum, at vit hava skilt alt rætt, at vit gera hesar avhoyringarnar, sigur John Martin Olsen. Hann sigur, at ósemja var um, nær og hvussu ofta trygdarvenjingar vóru um­ borð, og teir vóna, at fáa greiði á hesum við nýggju av­hoyr­ingunum. – Men tú kanst siga, at okkara partur í mál­in­ um liggur í útlendinga­ við­ur­skiftunum. Tá so ein frágreiðing er skrivað, verður hon eisini send niður til danska útlendingastýrið, sigur John Martin Olsen. Hann vil ikki fara í smá­ lutir um, hvat politiið fer at spyrja hesar tríggjar um. – Vit fara at spyrja inntil hvat, hví og hvussu, og um hvussu ein slík vanlukka kundi henda. Og sum nevnt er hetta ikki beinleiðis okk­ara borð, men lata tær frá­greiðingar, vit fáa, til Sjó­vinnustýrið og til Út­lend­ ingastýrið í Danmark, sigur John Martin Olsen, økis­ leiðari. Avhoyra tríggjar av manningini hósdag