Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá einskiljing gerst okkurt, ið ongin skilir. Samfelagsróðrið er snarað til høgru, og har hevur tað læst seg. Alt skal privatiserast í hesum døgum. Privatisera ansing av gomlum fólki, privatisera farleiðir, og hví ikki eisini Kringvarpið. So er frælsa pressan skerd, og lættari verður at stýra. Og tá góðskan harvið gerst verri, so kunnu vit spara eitt K burtur, og kalla tað Ringvarp. Nei, álvara tos! Hvar bleiv samhaldsfasta samfelagið av? Hví gloyma okkara fólkavaldu, at tað eru viðurskifti, ið landið hevur skyldu at taka sær av og røkja? Liggur svarið kanska í, at umsitingin stendur at bresta við fólki, sum vilja hava alt at passa í eitt rokniark? Gongur tað ikki upp í onkrum smartum rokniforriti, so er øll vón úti. Og so mugu fólk í útjaðara vera har tey eru, tí annað loysir seg ikki. Og blæður mugu ikki skiftast so ofta á gomlum, tey mugu ikki fóðrast ov ofta, og yvirhøvur mugu tey klára seg sjálvi, tí annað loysir seg ikki. Og sjúk tosa vit als ikki um!! Álvara tos, hvar mistu vit hjørtu okkara á veg higar, ið vit nú standa? Vit eru fleiri, sum hava góð boð uppá sparingar: Spar tey burtur, sum koma við uppskotum um at hava eftirlit við teimum, ið røkja sítt starv, og sum tískil ætla at seta fleiri fólk í starv, ið bara skulu ganga við stoppuri og kanna tey, ið veruliga arbeiða. Slíkt eru óhóskandi útreiðslur!! Cost-benefit frymilin. Kostnaður og úrtøka. Hetta eru gandaorð hjá fólkavaldum og rokniarks- fjepparum. Gaman í skal stykkið ganga upp í síðsta enda, men við míni lummaheimsspeki má eg viðganga, at um alt skal gerast eftir cost-benefit frymlinum, so má alt leggjast og byggjast millum Tinganes og skipasmiðjuna í Havn. Alt annað er rein útreiðsla, og má tískil privatiserast ella helst sleppast. Men í øllum einskiljingargreytinum, so keypa almennu Føroyar privatiseraða helmingin av Atlantsflog aftur, tí einskiljingin riggaði ikki so væl!?!! Ein skilir onki av hesi einskiljings-stategi! Síðani Føroyar gjørdust eitt valdømi, er alt sum fyrr kallaðist floksdisiplin, fokin langa leið. Og tessvegna eisini alt samgongustev. Eitt løgting á tremur við einstaklingum í eingongu við sær sjálvum, ella hægstbjóðandi – til dagsprís, sjálvandi!! Kanska er besta uppskotið í hesum hurlivasanum at einskilja Løgtingið. Smápartafelagið Føroya Løgting. Ein og hvør kann bjóða uppá ein sess. Hægstbjóðandi fáa sjálvsagt lut ella sess í felagnum. (Hetta er kanska ikki so fjart frá dagsins veruleika, har tey sum brúka mest uppá vallýsingar, sleppa innar, meðan ókend í miðlunum, og ikki múgvandi, ikki longur hava nakran møguleika at vinna sær sess á løgtingi). Tignin innan tinggátt er ikki til sølu, gaman í, men hon er helst langt síðani fokin, tí tað er langt síðani, at nakar merkti ella sá nakað til tignina. Og er navnið so ov tungt at siga (ikki at blanda við tungutalu), ella mótsigandi, tá ein tíð er farin, so kann tað broytast: Føroya Fløktting. Føroya tøling. Onga Føling. Navnið spillir ongan, verður sagt. Men skjótt er at spilla navnið. Dagfinn Olsen lærari EYGA MÁLIÐ Smápartafelagið Føroya Løgting kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Fáa neyvan bíligari ferðaseðlar á flogrutuni í bræði! Lasse Klein Føroyski brúkarin ofraður Í nøkur ár stavaði stórsti part­ urin av rakstrar­yvirskotinum hjá P/F Atlantsflog frá toll­ fríu søluni, og hevði av­ger­ andi fíggjarligan týdn­ing fyri felagið. Nú er støð­an ein onnur. Gongdin sein­astu tíðina máar støðið und­an møguleikunum hjá kund­ unum, at fáa bíligari ferða­ seðlar. Føroyski brúkarin er ofraður av politiska myndug­leikanum í politiska spælinum í spurninginum at fáa bíligari ferðaseðlar. Fyri tað fyrsta Fyrst var tað miseydnaða privatiseringin, sum hevur drenað gjaldførið hjá flog­ felag­num við 71 mió. krón­ um, umframt tær tíggju­ tals milliónirnar tað hevur kostað, at havt felagið, sum skrásett felag á parta­bræva­ marknaðinum. Varisliga kann tað hugsast, at samlaði kostnaðurin kann koma upp í móti einum 100 mió. krónum, tá alt er tikið við. Eisini kann hugsast at umdømi bæði hjá flogfelagnum og politisku skipanini er skatt munandi. Fyri tað næsta Tað næsta, sum hendir er, at tollfría sølan, sum upp­runa­ liga var ein av fortreytunum  fyri inntøkugrundarlagnum hjá felagnum, nú verður tikin úr hondunum á felagnum, og annað alment felag skal nú eisini skúma fløtan av slóðbrótandi arbeiðinum hjá AA á hesum øki. Farleiðin millum Føroyar og útheimin er alneyðug, men sum støðan er í dag – er hon alt ov kostnaðarmikil fyri vanliga FØROYINGIN, og miðvísa lækkingin í ferða­ seðlakostnaðinum, sum al­ menna politiska skip­anin hevur rópt upp um í nógv ár, hevur fingið eitt skot fyri bógvin, og støði er al­samt máa undan hesum møgu­ leika. Syrgiligt Tað er skilligt, at polit­iska handfaringin av rakst­rar­ møguleikunum hjá flog­ fe­lagnum, nú eru skerdir mun­andi, og heldur hendan gongdin fram, so er lítið og einki eftir av flogfelagnum, sum árini líða, og soleiðis, sum umstøðurnar eru kemur einki flogfelag við vinningi fyri eyga, at taka upp kapp­ ingina á hesum øki. Syrgilig er hendan søg­ an, sum upprunaliga hevði til endamáls, at veita við­ skiftafólkum sínum eina betri og tryggari tænastu á øllum økjum, eisini bíligari ferðamøguleikar millum lond, sum allir Føroyingar kundu gera brúk av. Nú eru møguleikarnir tíverri nógv skerdir. Kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið Hanus Samró Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin Tað kom sum snarljós av klárum himni, tá Karstin Han­sen á landsfundi hjá mið­flokkinum boðaði frá, at landsstýrið arbeiddi við at einskilja 50% av Kring­varp­ inum. Ætlanin hevur fingið mong á afturbeinini. Víst verð­ur á týdningin, sum ein sterkur og óheftur al­ mennur fjølmiðil, hvørs høv­uðs­enda­mál er at halda eyga við valdshavarunum, hevur fyri føroyska fólka­ ræðið. Tey nógvu, ið finnast at Kringvarpinum, vísa har­aftur­ímóti á, at tað er ikki neyðugt við einum al­ mennum fjølmiðli, tí privatu miðl­arnir eru eins óheftir og dugna­ligir og Kringvarpið. Har­afturat verður funnist at kringvarpsgjaldinum á kr. 3625, sum hvørt húski í landinum skal gjalda fyri.   Fígging Tað skal staðfestast bein­an­ vegin: eri sannførdur um, at neyðugt er við sterkum og óheftum fjølmiðlum, ið hava til endamáls at halda eyga við okkum, ið sita við valdinum. Tað hava vit í dag. Sterkar og óheftar fjølmiðlar, sum gera eitt megnararbeiði. Tað einasta, ið spurnartekin kunnu setast við, er, hvussu skal almennur fjølmiðil fíggj­ ast?   Sjálvboðið Í dag er tað soleiðis, at øll húski gjalda 3.625 kr. árliga. Tað eru mong, ið halda, at kringvarpsgjaldið átti at farið umvegis skattin. Tað dámar mær ikki. Men mær dámar heldur ikki kringvarpsgjaldið. Tað er næstan sum ein skatt­ ur, tí húskini verða áløgd við lóg at gjalda 3.625 kr. um árið. Um ikki, kunnu tey stevnast. Hvørt vit fáa valuta fyri pengarnar ella ikki, skal eg ikki meta um, men mær hevði dámt best, um kringvarpsgjaldið var sjálvboðið. Tað vil siga, at tað var upp til hvønn einstakan, um hann ella hon rindaðu fyri Kringvarpið. Eg hevði ikki ivast eina løtu, tí eg hevði ikki viljað verið tænastuna fyri uttan. Tað eru kanska onnur, ið ynskja, og er tað mín fatan, at tey skulu sleppa undan at gjalda fyri nakað, sum tey ikki vilja gjalda fyri. Hetta er mín grundleggjandi áskoðan um tingini, og tað eigur at vera møguligt í hes­ um hátøkniligu og digitalu­ tíðum. Sostatt hevði tað ver­ið ynskiligt, um lands­stýris­ maðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, arbeiddi við at gera kringvarpsgjaldið sjálv­ boðið, tí so er tað upp til hvørt einstakt húski, um tað ynskir at gjalda fyri Kring­ varpið ella ikki.