Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 S o lat okkum hyggja at teim turru tølunum, lønar­gjald­ ingum, løntakarum, ar­beiðs­ loysi, mvg-inntøkum, skatta­inn­ tøkum og fólkatali. Hvørji spor síggjast eftir tí ovur­stóra flat­skatta­ lættanum hjá høgra­samgonguni til tey vælbjargaðu í Føroyum? Sí mynd 1: Ongin vøkstur í landsskattinum Í 2010 og 2011 liggur landsskatturin um 125 mió.kr. um mánaðin. Í tíðar­ skeiðinum er tó ein lítil vøkstur, so at landsskatturin veksur við 2,0 % frá 2010 til 2011. Í jan. 2012 kom flatskatturin, so landskassin misti stívliga 330 mió kr. í árligum inntøkum í einum høggi. Í 2012 og 2013 er landsskatturin dottin niður móti 100 mió. um mán­ aðin. Eisini her er ein lítil vøkstur á 2,0% frá 2012 til 2013. Tað var sostatt noyaktiga sami vøkstur í landsskattinum frá 2010 til 2011 sum frá 2012 til 2013. Flat­ skatturin skapti ongan nýggjan vøkstur. Hóast argumentið hjá høgra­sam­ gonguni fyri flatskattalættanum var, at fólk fóru at arbeiða meira, tjena meira og sostatt skapa størri skattainntøkur – og “sjálvfíggingin” tí fór at vera 80% - hendi onki nevni­ vert av hesum. “Sjálvfíggingin” bleiv heldur 0% enn nakað annað. Sí mynd 2: Ongin vøkstur í MVG- inntøkunum Høgralandsstýrið oysti 330 mió kr. út í skattalætta – og hevur pástaðið, at hetta sást aftur í øktum virksemi og harav øktum umsetningi. Men so bleiv ikki. Tað er sjón fyri søgn, hyggur man eftir stabbunum á myndini fyri MVG-inntøkurnar árini 2008 til 2013. Tað er enntá so galið, at mvg-inntøkurnar í 2013 ikki bara eru 30 mió.kr. minni enn í 2010 men eisini 100 mió. kr. minni enn í 2008. Sí mynd 3: Arbeiðsloysið vendi langt áðrenn flatskattin Nú onnur úrslit av flatskattinum ikki vóru so sjónlig, hava sam­gongu­ fólk í neyðini breggjað sær av skjótu minkingini í arbeiðsloysinum. Men aftur her er sjón fyri søgn, at tey pynta seg við læntum fjaðrum. Myndin vísir, at tað var ikki við flatskattinum frá 2012, at vøkst­ urin í arbeiðsloysinum eftir fíggjar­ kreppuna í 2008-09 og húsagangin hjá Fiskavirking í des. 2010 vendi til stóra minking. Nei, tað vendið longu í februar 2011. Frá tá av fór arbeiðsloysið at minkað í stórum, so longu frá februar 2011 at rokna var arbeiðsloysið eftir einum ári minkað við 20% - ein minking sum síðani helt fram við somu ferð í 2012 og 2013. Sí mynd 4: tíðargrein Hans Pauli Strøm fyrraverandi landsstýrismaður Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Flatskatturin skapti ongan vøkstur men bert eitt stórt hol í landskassan Nú tvey ár eru farin við flatskattinum ber til at hyggja eftir, hvussu hann hilnaðist. Serliga tí samgongufólk royna at skapa eina mytu um, at hann hevur skapt stóran framburð í Føroyum. MYND 1: Landsskatturin jan. 2010 – jan. 2014 MYND 2: MVG-inntøkur 2010-13 MYND 3: Arbeiðsloysi 2004-13 MYND 4: Løntakarar 2004-13 Framhald á næstu síðu