Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ikki fleiri løntakarar við flatskattinum Samgongufólk hava reypað av økta talinum av fólki, sum komu í vinnu eftir flatskattalættan. Veruleikin er tíverri ein annar, sum skilliga sæst av myndini við løntakaratalinum frá 2004 til 2013. Frá vári 2008 síggja vit eitt stórt fall í løntakaratalinum til á sumri 2011. Tá vendir gongdin, og vit síggja ein lítlan vøkstur fram til á sumri 2012 men so støðgar upp, og síðani tá hevur løntakaratalið staðið mestsum í stað. So heldur ikki á hesum øki gjørdi flatskattalættin stórar skreytir. Sí mynd 5: Onki framlop í lønarút­gjald­ ingunum við flatskattinum Við so ovurstórum skattalætta vildi man sambært høgrasamgonguni fáa eitt ordiligt lop uppfrá í økt­ um lønarútgjaldingum. Men onki sæst til hetta sprellið. Heilt frá 2009 (eisini gjøgnum veturin 2010- 11, har alt Fiskavirking fór á heysin) sæst allan vegin frameftir til í dag ein lítil javnur vøkstur í lønar­ útgjaldingunum. Kanska, hyggur man gjølla eftir, sæst ein evarska lítil bugla frá heystinum 2011 til á sumri 2012. Sí mynd 6: Fleiri arbeiða heldur uttanlands enn heima Argumentið fyri flatskattinum var, at tað skuldi loysa seg betur at arbeiða – altso í Føroyum. Men myndin talar týðiliga um tað sera løgna, sum hendur í sjálvum flat­ skattaárinum 2012, at meðan lítil vøkstur er í lønarútgjaldingunum í Føroyum, er ein eksplosivur vøkstur í lønarinntøkunum hjá føroyingum, ið arbeiða uttanlands: frá 851 mió. í 2011 til 1,025 mia. kr. í 2012. Ein vøkstur á 21%. Tvs. at enn fleiri føroyingar fara at ar­beiða uttanlands og enn fleiri skatta­ krónur fara uttan um føroyska landskassan. Folkavøksturin er hjá teimum gomlu Løgmaður gleðist um, at nú er vent í keðiligu gongdini við fólkatalinum. Samró fer eitt stig longur, og gevur flatskattinum heiðurin. Jú, gleðiligt at fráflytingin av ungum fólkum er minkað nakað, so at rúm er blivið fyri einum fólkavøkstri. Sí mynd 7: Men hvar veksur fólkatalið? Har er ein ógviliga týðilig og sterk tala í myndini, ið vísur vøksturin í fólkatalinum frá 2012 til 2013 – tíðar­ skeiðið sum løgmaður og fylgis­ neytar annars vísa til: - 0-25 ára gomul eru 95 færri - 25-50 ára gomul eru 82 færri - 50-70 ára gomul eru 136 fleiri - Yvir 70 ára gomul eru 185 fleiri. Skeiva gongdin við skeiklingini av fólkasamansetingini heldur sostatt fram sum eitt úrslit av, at sjálvt við hampiliga stórum burðaravlopi ger ein fráflyting upp móti hundrað fólkum árliga so stóran skaða. Tí minkar talið av ungum – og serliga ungum kvinnum – framvegis, og harvið barnatalið. Vit eldru flyta ongastaðni, liva longri – og verða fleiri og fleiri. Ein slíkur vøkstur í fólkatalinum, sum hendi í 2013 eins og í árunum frammanundan, merkir bara, at fólkabotnurin undir føroyska sam­ felagnum framvegis tódnar og skap­ar ótryggleika um landsins fram­tíð. Hví spurdist onki úr flatskattalættanum? Vit hava havt stóran vøkstur í út­ flutningum. Tað skulu vit fegnast um. Men neyvan nakar takkar flatskattinum fyri tað. Har hava vit verið so heppin við tí stóra nýggja tilfeingi, vit serliga frá 2011 hava fingið atgongd til við uppi­ sjóar­fiskinum. Og við høgum, sta­ bilum prísum í útflutninginum av alifiski. Men hvussu ber tað til, at tann ovurstóri flatskattalættin ikki skapti nakran samfelagsligan vøkst­ur nakra­staðni? Tað er undrunarvert, tí hesin flatskattalættin var so almikil, at man ongantíð hevur sæð makan, hvørki her á landi ella í øðrum framkomnum londum. Fyri at kunna samanbera millum lond verður skattalætti roknaður í % av bruttotjóðarúrtøkuni. Sjálvt Reagan og Bush blikna móti Jørgen, Jenisi og Kaj Leo Við stívliga 330 mió.kr. svaraði føroyski flatskattalættin til heili 2,5% av BTÚ. Tá blikna sjálvt skatta­ lættarnir hjá Reagan (í 80-unum) og Bush (fyrst í 0-unum), sum við gott 2% av BTÚ vóru teir størstu í søgu USA’s. Sjálvt skattalættin hjá borgarligu svensku stjórnini fyri nøkrum árum síðani – tann mest stórtøkni í norðanlondum nakrantíð – kom heldur ikki longur upp enn á gott 2%. Hann hevði tó stóran sam­ felagsligan virknað sambært Anders Borg fíggjarmála¬ráðharra, tí hann miðaði eftir lág- og miðal­ inn­tøkunum og skapti størstu fram­driftina har. Samanbera vit við danska skattalættan í fjør hjá Thorning- stjórnini, ið almikið rok stóðst av, var hann bert á 0,3 % av BTÚ – ein áttandapart av føroyska flat­ skattalættanum. Flatskatturin gylti tey á ovastu rókum At so lítið gagnligt sæst eftir ovu­ rstóra flatskattalættanum í før­ oyska samfelagnum kemur bara av teirri orsøk, sum orðini hjá svenska fíggjarmálaráðharranum benda á: fyri at hava nakran virkna skal skattalættin fevna um stóru fjøld­ ina av miðal- og láginn­tøku­stætt­ unum. Men flatskattalættin hjá før­ oysku høgrasamgonguni – met­stór­ ur í internationalum og søguligum málistokki - gagnaði einvíst einum minniluta av háløntum borgarum og hevði ongan virknað hevur fyri ta stóru fjøldina við miðal- og láginntøkum. Sum dømi: - Fyri ein pensjonist var skatta­ lættin um 60 kr. um mánaðin. - Fyri eina arbeiðsmannaløn var skattalættin eini 100 kr. um mánaðin. - Afturímóti fingu tey hægstløntu á ovastu rókum gullrandaðan vinning, t.d. tey við 700 túsund um árið, ið fingu um 5.000 kr. um mánaðin í skattalætta. - Fyri ikki at tala um miljón­ing­ arnar, sum blivu vælsignaðir við heilum 7.000 kr. um mánaðin í skattalætta! Hetta var dupult ómoralskt og ábyrgdarleyst, tá hugsað verður um, at høgrasamgongan hevði onga aðra fígging fyri hesari burtursøpling av inntøkum úr landshúsarhaldinum, enn at ræna framtíðar skattin av framtíðar pensjónum – ið merkir, at aftur eitt hol á nógvar hundraðtals miljónir verður grivið undan fram­ tíðar lívsfyritreytum fyri føroyska samfelagnum. MYND 5: Lønarútgjaldingar 2004-13 MYND 6: Uttanlandsinntøkurnar 2008-12 MYND 7: Broytingin í fólkatalinum des. 2012 – des. 2013 tíðargrein framhald av síðu 13 Flatskattalættin gagnaði einvíst einum minniluta av háløntum borgarum Hans Pauli strøm