hósdagur 27. februar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Siðsøga
við Óla Jacobsen
Á slóðini hjá
Onnu Evensen
í Danmark
Vit hava fyrr umrøtt áhugaverdu søguna hjá Onnu Evensen frá
seinna partin av 19. øld. Seinasta leygardag var ein væl vitjað
samkoma hildin á Sælandi á leiðini, har bókin var skrivað
A
nna
Evensen
var
dóttir
Andreas C. Lützen, tann fyrsti
Lützen í Føroyum. Hon giftist
við Jens Christian Evensen,
presti, og tey vóru fyrst
prestafólk á Viðareiði, síðani í Hvalba, og
aftan á tað gjørdist Evensen próstur á Nesi.
Seinni orkaði hann ikki hetta harða lívið
at ganga og sigla millum bygdir longur, og
hann gjørdist prestur í Bregninge nærindis
Kalundborg á Vestursælandi í 1900. Hann
doyði tó longu í 1904.
Anna flutti aftur til Føroya í eina tíð,
men fór so aftur til Bregninge. Her hendi tað
hepna fyri eftirtíðina, at ein fornminnissavn
ari, Christian Olsen, skrivaði hennara lívs
søgu niður, og hetta varð gjørt stutt áðrenn
Anna doyði.
Tað er fyrr í hesi røð greitt frá, hvussu
henda bók kom til Føroya og varð handað
landsbókasavninum. Bókin við frásøgnini
hjá Onnu Evensen varð prentað og útgivin í
Føroyum í fjør í sambandi við, at 200 ár vóru
liðin síðan A. C Lützen var føddur. Hetta
hevur eisini vakt áhuga í Bregninge.
Tí hevur eisini verið áhugi fyri at fáa
lýst hesa søgu har á staðnum. Tískil skipaði
Bjergsted lokalhistoriske Arkiv (heimasíða:
bjergstedarkiv.dk) fyri eini samkomu seinasta
leygardag við heitinum »En eftermiddag
med Anna Evensen«, har eg skuldi greiða
frá søguna hjá Onnu Evensen og hennara
samband við lokaløkið har.
Tað var gjørt nokk so nógv fyri at kunna
um tiltakið. Fleiri bløð har á leiðini høvdu
eina heilsíðugrein, sum var bæði um Onnu
Evensen og um Christian Olsen.
Eisini vóru ættarfólk hjá Onnu Evensen
í Danmark kunnað um tiltakið. Hóast alla
hesa kunning, so eru tað royndirnar, at tað er
ringt at savna fólk til slík tiltøk. Tað mesta av
fólki, sum hesin felagsskapur hevur kunnað
savnað, var 45 fólk, men tá var eisini talan
um ein kendan fyrrverandi fótbóltsspælara.
So ein varislig meting segði, at tað kundi
fara at koma 30-40 fólk. Men tá ið avtornaði
vísti tað seg, at tald vóru eini 80 fólk á fund
inum, og tað var hildið at vera óført.
Her vóru fleiri ættarfólk hjá Onnu
Evensen, og eisini føroyingar har á leiðini,
og tað gjørdi tað ikki minni hugaligt.
Bók í trimum eintøkum
Um sjálva skrivingina av bókini í 1925 skriv
aði Christian Olsen:
»I Foraaret og Sommeren 1925 kom jeg
ofte paa Besøg hos Provstinde Evensen i
Bregninge. Under disse Besøg i det lille Hjem
med de smukke gamle Mahognimøbler, faldt
talen ofte paa Færøerne, hvor Provstinden
er født for mange Aar siden, og hvor hun
har levet saa mange lykkelige Aar som
Præstekone. Da jeg syntes, at der iblandt
det fortalte, var mangt og meget, der havde
interesse, bad jeg Provstinden fortælle mig
hendes Levnedsløb. Det vilde hun gerne. Og
medens jeg sad i den gamle Mahognisofa og
skrev det ned Provstinden fortalte, sad hun,
iført sin sorte Silkebluse med Guldbroschen,
paa den anden side af Bordet og gjorde
Haandarbejde«.
Tað
vóru
trý
eintøk
av
bókini
skrivað. Fyrsta eintakið var til Christian
Olsen sjálvan, næsta eintakið var til
Onnu, og tað triðja var til Folkeminde-
samlingen.
Tað komu eisini á hesi samkomu okkurt
íkast afturat til hesa søguna. Eitt kom frá
Bodil Davidsen, sum er langommudóttir
Onnu Evensen, og tað er hon sum nú eigur
hennara eintak av bókini hjá Onnu.
Bodil hevði sítt eintak við sær, so tey sum
høvdu áhuga fyri tí, kundu síggja tað. Tekst
urin var tann sami, men summar av mynd
unum í hennara eintaki vóru ikki tær somu.
Her eru fleiri áhugaverdar myndir eisini
frá fiskaarbeiði á landi, hetta eru myndir,
sum ikki eru so kendar.
Tann serliga innskriftin í hesi bókini er
eisini áhugaverd, har tað stendur:
Til evig Arv og Eje for Fru Anna Evensen,
der saa trofast har bevaret gamle Minder og
for Frk. Ingeborg Andersen, den udmærkede
Plejerske og Tilhørererinde
fra Christian Olsen
29.1.1926
Da jeg ved Fru Anna Evensens Død
er bleven Ihændehaver af denne Bog,
testamenterer jeg den herved til Fru Anna
Evensens Barnebarn
hendes Øjesten – Vagn Evensen
Ingeborg Andersen
Ommusonurin arvaði
Vagn Evensen var sonur Fridu, dóttir Onnu
Evensen. Hon var gift við systkinabarninum
Johan Evensen, sum í fleiri ár var kolonistjóri
i Grønlandi, millum annað í Umanak. Bodil
Davidsen er dóttir Vagn Evensen, so hon er
fødd Evensen, og hon hevur so fingið hetta
eintakið frá pápa sínum.
Tað eitt sindur áhugaverda er, at eintakið
hjá Onnu er dagfest 29.1. 1926, meðan eintak
nr. 1 er dagfest seinni, 9. apríl 1926.
Tann umrødda Ingeborg Andersen hevur
eisini eitt serligt samband við hesa søgu.
Hon var ættað frá Bregninge, og fyrst í 20.
øld var hon lærari hjá børnunum hjá Fridu
og Johan Evensen uppi í Umanak. Tað finst
ein áhugaverd frásøgn frá henni um jólini
1907, sum hon helt saman við Evensen hjún
unum.
Ingeborg Andersen hevur ikki verið heilt
vanlig. Seinni var hon fleiri ár í Argentina.
Tá hon kom heim aftur fór Ingeborg at halda
hús hjá Onnu Evensen, og sum tað skilst á
innskriftini var hon hjástødd, tá ið Anna
greiddi Christian Olsen frá síni søgu.
Tá ið Anna stutt eftir doyði lá hennara
eintak eftir í húsinum, sum Ingeborg átti, og
Ingeborg Andersen bar so umsorgan fyri, at
bókin kemur ættini í hendi.
Húsini á Kaldredvej 9 í Bregninge, har Anna Evensen búði, og har Christian Olsen skrivaði søguna hjá Onnu
Islandsk Sildedamper kommer ind med sin fangst