Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 28. februar 2014 · Nr. 25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samband við Kvívíks Jógvan Enn eina ferð hava vit annars fingið váttan fyri, at føroyingar eru alla staðni, og hetta gjørdi eisini sítt til, at hetta tiltak var so væl­ eydnað. Ein av nevndarlimunum í »arkiv­ inum«, sum fyrireikaði hetta tiltak var Flemming Paulsen. Hansara samband við Føroyar er, at hann er giftur við føroyskari konu, Marlenu Joensen. Pápi hennara var Jógvan Julius úr Fuglafirði, sum flutti niður ungur. Pápi hansara var Jóhannes, ættaður av Eiði, og tí kallaður Eiðis Johannes. Flemming hevur funnið fram til eitt ann­ að samband millum Føroyar og umrødda Christian Olsen. Í goymsluni hjá Christian Olsen hevur hann nevniliga funnið myndir av Kvívíks Jógvan saman við yrkingum, sum Jógvan hevur sent honum. Hesar yrkingar eru ikki funnar, men Kvívíks Jógvan yrkti eis­ini á donskum, m.a. í sambandi við konga­ vitjan­ina í Føroyum í 1907. Um Kvívíks Jógvan Joen Danielsen, nevndur Kvívíks Jógvan, (1843-1926) vaks upp saman við Jóani Peturi upp í Trøð. Hann lærdi seg sjálvur at lesa bæði føroyskt og danskt. Tá Jógvan var 12 ára gamal, gjørdist Hammershaimb prestur í Kvívík og skjótt leitaði hann sær í presta­ garðin, har bøkur vóru at fáa til láns. Kvívíks-Jógvan var um 50 ára aldur, tá hann steig fram sum yrkjari. Hann yrkti sangir, ið lovprísa føðilandi og móður­ máli, og kvæði og tættir, kendastu teirra eru »Kópa­kvæði« og »Trolara-tátturin«. Sagt verður at nógvar av yrkingum Kvívíks Jógvans, fórust við tað at nógv bleiv brent vegna tuberklar í húsinum. Spurningurin er so hvat ið hevur skapað kenn­skapin millum Jógvan og Christian Olsen! Aftur ein bók um Føroyar Tað áhugaverda við hesi vitjan var eisini, at her kom enn ein bók, sum hevði samband við Føroyar, undan kavi, og skal hon eins og upp­runabókin hjá Onnu Evensen latast Lands­bóka­savninum. Í Bregninge hitti eg Anne Marie Huneck, kallað Rie. Mamma hennara var av Samuelsen Hornaættini úr Havn, sum kom til Fuglafjarðar. Pápi hennara Viggo Huneck hevur verið eitt sindur av einum pussfiski. Hann hevur í 1963 skrivað eina bók, sum enn bert er í einum eintaki, um eina ferð til Føroya, og har Peter Hygom, listamaður hevur teknað myndirnar. Hann skrivar fyrst í bókini: Denne bog er baseret paa hidtil ukendte dagbogsoptegnelser fra Viggo v. Hunecks expedition til Færøerne. Denne fra historien saa sagnombruste enklave, som lige op til vor tid, takket være de indfødtes modvilje mod tvang, og hjulpet af en ugæstfri natur – har holdt civilisatioen og de dermed forbundne ulemper, saa som danske embedsmænd stangen som i oprøret i Klaksvig. Man kan herefter bedre forstaa det mod, som Viggo udviste, da han gjorde disse fjerne øer til maal for sin expedition. Men Huneck besidder ogsaa de egenskaber, der udkræves til en slig opgave, mod, energi, udholdenhed og et stoisk livssyn... Hetta er góðslig satira um hesa ferðina í Føroyum, sum er nokk so stuttlig. Rie helt so, at henda bók hoyrdi heima í Føroyum. Uttan Christian Olsen var eingin bók Christian Olsen var ein sjáldsamur maður. Hann átti garðin »Torpelund« við Eskebjerg, ein lítil bygd nærindis Bregninge. Hann var ógiftur og nýtti alla sína tíð til at savna fólka­ minni av ymsum slag. Garðurin hjá honum varð nærum eitt fornminnissavn, hagar nógv vitjandi komu. M.a. var her eitt stórt savn av fiólum – eisini fiólir, sum vóru bygdar av fólki á økinum. Hansara størsta avrik mundi vera inn­ savnan av gomlum dansiløgum. Eins og við føroysku kvæðunum, vórðu hesi løg borin frá ættarlið til ættarlið uttan at vera skrivað niður. So her máttu løgini lærast uttanat, og sum frá leið, varð nógv at læra, tí nýggj løg komu til alla tíðina. Tey fyrstu løgini, sum Christian Olsen skrivaði niður, vóru frá oldurabba sínum. Men abbi hansara byrjaði at skriva niður og tað sama gjørdi pápin, og er tað hetta arbeiðið, sum Christian Olsen hevur hildið fram við. Tá hann hevði skrivað 1100 løg niður helt hann, at nú var tíð uppá at fáa nøkur teirra givin út. Í 1923 gav hann út fyrsta heftið við 74 løgum. Í 1924 gav hann út annað heftið við 74 løgum og í 1927 triðja heftið við 79 løgum. Tá hevði hann savnað 2.000 løg! Í seinasta heftinum hevur hann eina frá­greiðing um dansimentanina á hesum leiðum. Tá foreldrini hjá honum vóru ung, varð hvørt høvi nýtt sum páskot fyri dans og skemt. Tað varð m.a. dansað til barsilsgildi, sum tey ríku hildu í heilar tveir dagar. Ofta dans­aði mamman fyrsta dansin við tí ný­ fødda á arminum. Einaferð kom tað so illa fyri, at aftaná barnadópin vóru so nógv klæði komin at liggja omaná vøgguni, at barnið kvaldist. Hetta tók eingin nakað serliga tungt, og veitsl­an helt á sum um einki var hent! Sum skilst, hevur hetta verið ein sera musikalsk familja hjá Christian Olsen, og sum hann greiðir frá, var hetta eisini eitt umhvørvi, sum aldi talent á hesum økinum, sum í hesum døgum bert kunnu náast við hægri útbúgving. Pápin og pápabeiggin spældu eisini. So sigast kann, at Christian Olsen og hansara systkin høvdu gott til at bregða. Lønin hjá húskalli kr. 200 fyri hálvárið Sum sagt var Christian Olsen ógiftur, og hús­ kallurin, Louis Helt, arvaði hann. Louis er í dag 88 ára gamal, og er ein sera bragdligur gamal maður, sum kann greiða eina rúgvu frá sínum lívi. Sum hansara javnaldrar í Føroy­ um, hevur hann eisini upplivað broytingar, sum eru heilt ótrúligar. Louis fór longu sum smádrongur at ar­ beiða á garðinum hjá Christian Olsen, og her var hann verandi alla sína tíð. Hann fór tó frá, tá hann skuldi konfirmerast! Lønin var heldur ikki tann stóra. Teir, sum arbeiddu á einum garði, vórðu vanliga settir fyri eitt hálvt ár í senn, og lønin var kr. 200 fyri hálvárið. Tá var fríur kostur og innivist; men innivist mundi ofta vera so so. M.a. var sjáldan nakar hiti í kamarinum. So tá kalt var, kundu tey vátu klæðini, sum farið var úr um kvøldið, vera stívfryst morgunin eftir, tá farast skuldi aftur til verka. Hetta mundi vera tað vanliga tá. Skúlagongdin á smáplássum mundi ikki vera øðrvísi í Danmark enn í Føroyum, tí gingið var í skúla annan hvønn dag. Hetta var tó ikki nøkur forðing fyri at kunna klára seg! Louis kendi eisini sera væl umrøddu Ingeborg Andersen. Louis sigur hana at hava verið eina heilt serliga kvinnu. Tað er Louis, ið sum arvingur eftir Christian Olsen, ið hevur latið sítt ein­tak av bókini hjá Onnu Evensen til Lands­bóka­savnið. Henda samkoman leygardagin vísti, at tað er kanska størri áhugi fyri Føroyum í Dan­ mark enn vit halda. Ein nokk so stórur partur av samkomuni høvdu okkurt samskifti við Føroyar, eisini við at hava ferðast í Føroyum. Komandi partur: Í komandi parti verður myndafrásøgn frá umrøddu samkomu umframt helst næst- seinasti partur í røðini Hendur ið Sleptu kennir nakar hesar kvinnur? Úr bókini. Fiskavasking í sjóvarmálanum Á eini veitslu eru knappliga grindaboð, og tá hendi hetta sambært Viggo von Huneck Mynd av sær sjálvum sum Kvívíks Jógvan sendi Christian Olsen