hósdagur 27. februar 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 2
I
28. februar 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Trupulleikin
loysir seg
sjálvan
– Vit vanta ikki arbeiðsmegi nú. Tvørtur í móti fáa vit dagliga fleiri umsóknir. Men tað er greitt,
at mongu verkætlanirnar kring landið føra til trupulleikar heilt skjótt. Tað sigur Høgni
Lauritsen, stjóri í TG Verk, sum tó roknar við, at trupulleikin loysir seg sjálvan
Rólant Waag Dam
tóra verkætlanin hjá TG Verk
í løtuni er skúladepilin í
Marknagili. Har hava teir 40
fólk í starvi júst nú.
– Vit hava 40 mans
har í løtuni, har av 12 eru
íslendingar, sigur Høgni
Lauritsen.
Hann er stjóri á TG Verk og
hevur umleið 40 fólk í starvi.
TG Verk hevur fleiri fastar undirveitarar, so
talið av fólki, sum gera arbeiði fyri TG Verk,
er 65.
Blandað arbeiðsmegi
TG Verk hevur fólk úr Føroyum og Íslandi
í starvi. Bróðurparturin er føroyingar, men
samlaða arbeiðsmegin hjá Íslandi telur ofta
fleiri íslendingar.
– Eigarin av TG Verk er íslendingur, og
systurfelagið ÞG Verk er har. Tí er tað natúr
ligt, at vit hava nøkur fólk har frá. Harnæst er
tað eisini nemt at fáa íslendska arbeiðsmegi
til Føroya. Tíðirnar eru nógv bøttar í Íslandi,
men enn er nakað av arbeiðsloysi har. Tá teir
koma her, skulu teir bara hava eitt føroyskt
p-tal, so kunnu teir fara til arbeiðis, greiðir
Høgni Lauritsen frá.
Hann sigur eisini, at íslendsku arbeiðsfólk
ini fáa løn eftir føroyskum sáttmála. Í roynd
og veru eru tey nakað dýrari enn føroyska
arbeiðsmegin, tí TG Verk skal eisini herberga
útlendsku arbeiðsmegini.
Vantar ikki arbeiðsmegi nú
Høgni Lauritsen greiðir frá, at teimum ikki
vanta arbeiðsmegi í løtuni.
– Tað er eingin trupulleiki enn. Fólka søkja
allatíðina starv. Vit fáa fleiri umsóknir um
dagin, sigur stjórin í TG Verk.
Hann upplýsir, at av tíggju umsóknum er
millum ein og tvær útbúgvin fólk. Restin er
ófaklærd fólk. Høgni Lauritsen heldur, at ein
av orsøkunum til mongu umsóknirnar eru, at
teir hava støðugt arbeiði.
– Marknagil er ein trýára verkætlan. Tað
merkir, at vit vita, at vit hava arbeiði nakað
fram í tíðina. Harnæst er tað ein stór og
spennandi verkætlan, heldur hann.
Verður neyvan trupulleiki
Høgni Lauritsen kann soleiðis fegnast um, at
arbeiðsmegi ikki er ein ítøkiligur trupulleiki.
Og tað verður tað neyvan, metir hann.
– Alt virksemið, sum er kring landið,
má geva trupulleikar við arbeiðsmegi heilt
skjótt. Men trupulleikin fer nokk at loysa seg
sjálvan, sigur Høgni Lauritsen. Hann sipar til,
at tá arbeiðsloysið fer niður um 3,5 prosent,
so verður munandi lættari at fáa útlendska
arbeiðsmegi til landi.
Harnæst hevur hann eisini stóra tiltrúgv
til lógaruppskotið, sum er á veg úr Vinnu
málaráðnum. Har arbeiða tey við at gera tað
lættari hjá útlendingum at koma til landið.
– Vit fara at gera tað lættari hjá útlending
um at koma til Føroya at arbeiða. Men vit lata
ikki hurðina upp á víðan vegg, segði Johan
Dahl sambært in.fo í november.
– Eg vóni henda broytingin kemur, tí tað
er gott at hava møguleika at fáa útlendska
arbeiðsmegi. Serliga tá tað kemur til ymsan
serkunnleika, sigur Høgni Lauritsen. Hann
vísir á, at soleiðis sum skipanin er háttað í
dag, so kann tað taka fleiri mánaðir at fáa eitt
fremmant arbeiðsfólk til Føroya.
Kunnu kappast upp á løn
Nógva virksemið kring landið er altso ikki
nakað, ið voldir stjóranum á TG Verk høvuð
brýggj. Hann hevur eisini tey fólkini, hann
ynskir at hava. Men tað er als ikki óhugsandi,
at kappingin um arbeiðsmegina harðnar í
næstum.
– Enn hava vit ikki kappast upp á løn,
men tað kann hugsast, at fyritøkurnar fara at
yvirbjóða hvørja aðra fyri at tryggja sær ar
beiðsmegi, metir Høgni Lauritsen.
Har til eru tey ikki komin enn, men
vendingin í vinnuni hevur verið sera stór
seinastu árini.
– Á sumri 2012 vóru vit við at vera lidnir
við tvær verkætlanir. Vit høvdu fimm tilboð
úti tá, og fingu okkurt av tí. Men gjørdu vit
ikki tað, so høvdu vit staðið við ongum, sigur
Høgni Lauritsen.
Í dag er TG Verk í teirri støðu, at teir fram
vegis lata tilboð inn til verkætlanir, men teir
siga eisini nei takk í ávísum førum, tá heitt
verður á teir um at bjóða.
– Vit tora at siga, at vit ikki eru áhugaðir,
sigur hann.
S
Enn hava vit ikki kappast
upp á løn, men tað kann
hugsast, at fyritøkurnar fara
at yvirbjóða hvørja aðra fyri
at tryggja sær arbeiðsmeg