Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-27, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 2 I 28. februar 2014 Vaksandi byggivirksemið í Føroyum skapar tørv á útlendskari arbeiðsmegi. Íløgurnar komandi árini veksa eksplosivt og bara í 2014 skulu brúkast umleið tvær milliardir uppá vegir, bygningar og bústaðir Marjun Dalsgaard erkætlanir fyri milliardir eru settar í verk, og ein stórur partur av hesum íløgum skal brúkast longu í 2014. Tað merkir, at virksemið veksur munandi í mun til 2013, og tað skapar eitt ávíst trýst á byggivinnuna. Bara til skúladepilin í Marknagili, sum er ein verkætlan til 515 milliónir krónur, skulu brúkast umleið 150 milliónir krónur í 2014. Niels Winther frá Vinnuhúsinum er ikki í iva um, at vinnan megnar at lofta uppgávuni, men metir, at tað verður neyðugt at flyta inn útlendska arbeiðsmegi, um hon skal fylgja við. Stór sveiggj skapa trupulleikar Tað er altíð ein trupulleiki hjá byggivinnuni, um ov stór sveiggj eru í virkseminum, sigur Niels Winther. – Tað er best um uppgávurnar koma í einum jøvnum floymi. Tá ov stór sveiggj eru, ávirkar tað møguleikar fyri fígging og setur krøv til leiðsluna, sigur hann. Hann ivast tó ikki í, at vinnan klárar uppgávuna, ikki minst um hon fær atgongd til útlendska arbeiðs­ megi. Trupulleikin er, at tað er ein striltin skipan, sum er galdandi, tá ein fyritøka skal hava útlendska arbeiðsmegi. – Tað hevur fyrr víst seg at taka millum 3 og 6 mánaðir at fáa svar, og tíðin, sum ein fyritøka hevur at bjóða uppá eina uppgávu, er ofta umleið 6 vikur, sigur hann. Tað merkir, at fyritøkurnar ikki vita, um tær hava arbeiðsmegina at lyfta uppgávunar, sum tær bjóða uppá, og hetta er ikki ein haldgóð støða. Útlendingalógin er danskt málsøki, og umsóknir mugu tí sendast til Danmarkar. Donsku myndugleikarnir senda so um­ sóknirnar til ummælis hjá føroysku myndug­ leikunum, áðrenn farið verður at viðgera umsóknina. Hetta hevur víst seg at kunna taka drúgva tíð. Tekur langa tíð at fyrireika Tað besta vildi verið, um tað almenna royndi at leggja íløgurnar soleiðis til rættis, at alt ikki kom í senn, men Niels Winther ásannar, at hetta kann vera trupult. Fyri tað fyrsta, er tað ikki møguligt at stýra íløgunum, sum privatu vinnan ger, og haraftrat taka fyrireikingar til verkætlanir ofta langa tíð. – Tá tað almenna setur okkurt í verk, t.d. fyri at fáa gongd á búskapin, er vandi fyri, at tað tekur so langa tíð, at viðurskiftini eru broytt, tá verkætlaninar fara í gongd, sigur Niels Winther. Hann heldur, at tað átti at verið ein smidligari skipan gjørd, so tað ikki er so torført hjá handverkarunum at fáa útlendska arbeiðsmegi til vega, tá tørvur er á tí. – Føroyskar fyritøkur vilja ofta helst seta føroyskar handverkarar í starv, men tá teir ikki eru tøkir í Føroyum, er tað ov trupult at fáa fatur á handverkarum úr Evropa. Verður tørvur á útlendskari arbeiðsmegi V Høgni Lauritsen er stjóri í TG Verk. Hann sær fyri sær, at fyritøkurnar fara at kappast um lønir. – Tað er so nakað, sum verður inkluderað í tilboðini, vit lata. Útboð og eftirspurningur ger, at alt verður eitt sindur dýrari, sigur hann Niels Winther er ráðgevi hjá byggifyritøkum í Vinnuhúsinum